Regin Eikhólm
Vanliga verður sagt, at øll eru vit líka fyri Gudi, men hetta er ikki galdandi í øllum kirkjusóknunum. Tað finnast nevnliga nakrir kallkynsprestar í Føroyum, sum ikki góðtaka at kvinnur gerast prestar, og nokta at samstarva við tær. Ein teirra, Bergur D. Joensen, prestur við Vesturkirkjuna, gjørdi hetta greitt í fimmaranum í Útvarpi Føroya 24/11-04
Tað var tí vælgerandi at síggja lesarabrævið frá 22 ára gomlu Tórun Hansen, undir heitinum: "Nei, álvaratos Bergur" (Dimmalætting 25/11-04), sum eina reaktión upp á sama fimmara. Tórun átalar harðliga Berg D. Joensen, prest, fyri ein avoldaðan, dømandi og funda-mentalistiskan hugburð, vendir móti kvinnuligum prestum og fráskildum.
Inntil 1947 var í danska kongaríkinum bert loyvt monnum at blíva prestvígdir, men nýggja lógin frá 1947 sigur, "at personer, der har bestået teologisk embedseksamen, kan præsteviest".
Jesus og kvinnurnar
Frásagnir hjá teimum fýra evangelistunum, Matteus, Markus, Lukas og Johannes, siga okkum hvussu Jesus møtti kvinnunum. Harav framgongur, at Jesus sjálvur uttan himpr setti seg út yvir tabufongdu økini og avmarkingarnar annars hjá ísraelsku kvinnuni. Hann gjørdi ikki mun á kvinnu og manni, tey vóru fyri honum javnlíkar og fingu somu virðuligu viðferð, uttan mun til hvat ella hvørji tey vóru. Hetta var annars óhoyrt tá á døgum.
Paulus og kvinnunar
Paulus, sum av mongum verður brúktur til at blástempla "kvinnukúgan", var urkristindómsins størsti trúðboðari við mongum eginleikum. Hann var uppaldur í strangari fariseirskari lógarond og hevði eina rabbinara fortíð, har maðurin er skaptur í Guðs bílæti, meðan kvinnan bert hevur mansins endurskyn og ein undir-ordnaðan tænandi status. Hon kundi tí ikki gerast prestur. Hesa gomlu konstellatiónina millum mann og kvinnu heldur Paulus fast við, og hon endurspeglast í hansara analogi millum mann-kvinnu og kristus-kirkju. Ein gomul jøda hugmynd um Jahve og hansara brúður Ísrael.
Jesu javnlíkisfatan vann ikki frama hjá Paulusi. Helst hevur tað fallið Paulusi lættari at stýra kvinnunum eftir tí gamla kenda leistinum frá rabbinaratíðini og geva teimum munnkurv upp á.
Opportunir kirkjufedrar
Eins og Paulus so gloymdi mangur kirkjufaðir sera opportunt alt um Jesu javnlíkisfatan og gjørdi sær eftirfylgjandi dælt av hesum. Mystificerandi gnostiskar útleggingar vóru gjørdar um tað "djevilskt lokkandi og tølandi" kvinnuna, ið ein skuldi vara seg fyri. Summar enntá so vandamiklar, at tað í 1484 kom eitt pávabræv, ið staðfesti existensin av heksum, soleiðis at kirkjufedrarnir og umboð teirra - í Harrana navni - noyddust at brenna fleiri teirra á báli.
At kirkjunar umboð hava brúkt allar snildir fyri at halda kvinnuni niðri er ikki nakað nýtt. Vit síggja tað klárt hjá tí lærda Thomas Aquinas (1225-74), tá hann út frá Aristoteles (384-322 f. kr.) millum mangt annað kom til ta niðurstøðu, at kvinnan var ein miseydnaður maður, og kundi tí ikki gerast prestur. Hansara læruskipan, Thomisman, hevur verið normgevandi dogmatikkurin hjá katolicismuni, har kvinnan - ikki yvirraskandi - framhald-andi er "the underdog".
Nútíðin
Jesu fatan av kvinnu og manni sum javnlíkar var kontroversiel fyri hansara samtíð, men má sigast at hava verið guddómliga framsíggin og beinrakin, meðan 1950-ára gamla feminufoba paulusdoktrinin er stað- og tíðarbundið rabbinara arvagóðs, og als ikki í samsvar við Jesu javnlíkis fatan.
Í dag vita vit, at kvinnan er eitt heilskapt sjálvstøðugt individ á jøvnum føti við mannin, og tað eigur at vera ein sjálvfylgja, at kvinna og maður fáa somu virðiligu viðferð, sum Jesus longu gav teimum fyri 2000 árum síðani. Apart-heid líknandi atferðin móti okkara kvinnuligu prestum og fráskildum er ræðandi og alt annað enn tíðarhóskandi.