Fríggjadagin hin 10. oktober var ein hugnalig hátíðarløta, har Eysturkommuna heiðraði fimm teirra.
- Tær tríggjar, Majken Øre, Beinta Justinussen og Gudny Justinussen, starvast í dagstovninum Gjáa og hava starvast har í ávikavist 27, 30 og 38 ár. Eisini varð Marjun Hansen, sum nú er farin frá fyri aldur, heiðrað fyri 34 ára starv á sama stovni.
Í Eysturkommunu siga tey, at Sakaris Guldbro, sum hevur starvast í Eysturkommunu í 24 ár, fer frá fyri aldur um ársskiftið.
Eisini fyrr í ár, nevniliga hin 3. apríl, var ein hugnalig løta fyri starvsfólkum, har Eysturkommuna heiðraði fimm teirra.
- Fýra teirra starvast í Frítíðarheiminum í Leirvík. Tær tríggjar, Marion Leifsdóttir, Hallbjørg Eliassen og Jónvá Gregersen, hava starvast í 28 ár, og Hanna Erlingsdóttir Olsen hevur starvast í 25 ár.
Í Eysturkommunu siga tey, at Julia Lamhauge, sum er farin frá fyri aldur, hevur starvast í kommununi í 23 ár. Hon hevur starvast í tónlistaskúlanum og á bókasavninum.
Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, handaði teimum hvør sín málning, sum Sámali Toftanes hevur málað, og gávan varð veitt fyri trúgva og drúgva tænastu í kommununi.
- Vit takka teimum tíggju hjartaliga fyri teirra stóra íkast og góða arbeiði gjøgnum árini, og vit ynskja teimum øllum alt tað besta framyvir, siga tey í Eysturkommunu í dag.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##






















