Føroya Symfoniorkestur og Jákup Dahl framføra Poetikus

Børn úr øllum Føroyum fara at uppliva Føroya størsta orkestur spæla barnakonsertir í Norðurlandahúsinum í døgunum 11.-15. apríl.

Tíðindaskriv:

 

Symfoniorkestrið framførir søguna um Poetikus og havfrúnna við tónleiki, myndum og frásøgn. Søgan er egnað til allar aldursbólkar yvir fýra ár. 

Beinta Ingeborg Greve hevur leiklutin sum syngjandi havfrúgvin og Jón Festirstein hevur leiklutin sum Poetikus. Á konsertini verður eisini annar tónleikur - tónleikur, sum tit áður hava hoyrt og kenna væl. 

 

Føroya Symfoniorkestur gleðir seg at spæla hugnaligar og stuttligar konsertir fyri teimum yngstu og teimum eldru. 

Almenna konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 11. apríl kl. 15.00. Vikuna eftir koma børn úr øllum Føroyum til afturvendandi barnakonsertirnar hjá orkestrinum.

Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire 

Solistur: Beinta Ingeborg Greve

Frásøgufólk: Jákup Dahl 

Komponistar: Páll Sólstein og Andras Olsen 

Søga/tekningar: Edward Fuglø

 

##med2##