Tað er FM og steypafagnaður í Klaksvík

-Vit hava bara tapt ein dyst í ár. Tað var í 35 hitastigum í Ungarn, og vit hava arbeitt nógv fyri tí, sum vit nú hava rokkið, sigur Páll A. Klettskarð

KÍ ferðalagið er aftur í Klaksvík, eftir at tað fyrr í kvøld eydnaðist at vinna steypafinaluna ímóti Víkingi 2-0.

 

Harvið hevur KÍ vunnið greipuna fyri fyrstu ferð síðani 1999 og harvið hevur KÍ vunnið greipuna fyri fjórðu ferð. KÍ vann greipuna í 1966 og 1967, tá ið finalurnar í Gøtu vóru ávikavíst ímóti HB og B36.

 

Nú klokkan 23 er tað móttøka fyri greipuvinnarunum.

 

--

 

Vanliga leiktíðin var farin, og regnið skolaði niður, tá ið klokkan á Tórsvøll setti á 91. minuttin. Men tað løgdu teir bláu og hvítu líka í, og á tættpakkaðu áskoðaraplássunum var fagnaðurin í regninum øgiligur.

 

Tá ið vanliga leiktíðin var farin, varð bólturin spældur fram til innskifta Patrik Johannesen, hann rak seg leysan og smekkaði til eitt sindur úr vinstru. Bárður á Reynatrøð í málinum hjá Víkingi hálvbjargaði, og bólturin stakk úr til Páll A. Klettskarð, sum setti bóltin í tóma málið.

 

So var 2-0 og í teimum fimm minuttunum, sum raski dómarin Jákup Øssursson Mohr legði aftrat, var tað sigursgleði í bláu leguni kring vøllin, meðan troyttu víkingarnir á vøllinum royndu at stríðast og gjørdu fríspørk, sum bóru gul kort við sær.

 

Inntil tað restaðu seks minuttir av fyrra hálvleiki, gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá Víkingi, sum vardi og dúvaði upp á kontramøguleikar. So var tað, at KÍ fekk hol á, og so broyttust fyritreytirnar soleiðis, at tað gekk fyri seg eftir treytunum hjá klaksvíkingum.

 

Málskjútti var Mads Bo Mikkelsen, sum seinastu vikurnar av álvara hevur vunnið seg inn á liðið. Uppspælið áttu Filip Brattbakk og Daniel Johansen, sum legði bóltin innfyri, og  har takkaði Mads fyri og stýrdi bóltin í málið.

 

Eftir steðgin royndu víkingarnir at spíska seg, og miðverjin Ingi Arngrímsson iðraði seg, tá ið hann eftir innlegg úr vinstru stýrdi bóltin dygst skeivu megin stólpan.

 

Veteranarnir vóru rørdir, tá ið teir settu orð á sigurin og árið:

 

-Vit hava bara tapt ein dyst í ár. Tað var í 35 hitastigum í Ungarn, og vit hava arbeitt nógv fyri tí, sum vit nú hava rokkið, segði Páll A. Klettskarð, sum var liðformaður eftir at Jákup B. Andreasen varð útskiftur.

 

-Eg havi ikki orð fyri hesum. Vit síggja, at Hallur og Patrik koma inn og eiga avgerandi leiklut, og tað sigur nógv um hópin, sum hevur arbeitt so nógv og miðvíst, sigur Jákup B. Andreasen í samrøðu við Televarpið, og nú er tað fyrrverandi steypavinnarin við KÍ, sum handar klaksvíkingum løgmanssteypið.

 

 

 

KÍ – Víkingur 2-0 (1-0)

 

1-0: Mads Bo Mikkelsen 39.

 

2-0: Páll A. Klettskarð 91.

 

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

 

3500 áskoðarar

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gaston Tellechea, Daniel Johansen – René Shaki Joensen, Mads Bo Mikkelsen (Patrik Johannesen), Jákup B. Andreasen (Hallur Hansson, 65.) – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Filip Brattbakk (Claes Philip Kronberg, 89.)

 

Gult kort: Jákup B. Andreasen

 

Venjari: Magnus Powell

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ingi Arngrímsson (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 82.), Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson – Ari Olsen, Ragnar Skála, Sølvi Vatnhamar, Ingi Jonhardsson – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen (Rani Hansen, 82.), Olaf Bárðarson (Arnar Brandsson, 92.)

 

Gult kort: Jørgen Nielsen, Jákup Johansen, Atli Gregersen, Ari Olsen

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen