Danmark stýrir móti HM-fjórðingsfinaluni

Her eru úrslitini og málskjúttarnir frá dagsins dystum í HM-millumbólki 1 og í HM-millumbólki 2

Danmark vann í kvøld týðandi 32-23 sigur á Katar í millumbólki 2 í HM-endaspælinum, ið er í Egyptalandi í hesum døgum. Í steðginum var Danmark á odda 17-12.

Danskarar hava nú seks av seks møguligum stigum, og nógv skal ganga galið hjá danskarum, ið skulu møta Japan leygardagin. Tá kann Danmark tryggja sær pláss í fjórðingsfinaluni.

Harðastu kappingarneytarnir í bólkinum hjá danska oddaliðnum, Kroatia vann í dag greiðan 28-18 sigur á Bahrain. Kroatia hevur fimm av seks stigum, og er nummar tvey í bólkinum.

Úrslitini og málskjúttarnir í dagsins HM-dystum: 

HM-millumbólkur 2:

Danmark-Katar 32-23 (17-12) 

Danmark : Mikkel Hansen 8, Mathias Gidsel 6, Simon Hald Jensen 5, Lasse J. Svan 4, Magnus Bramming 4, Magnus Landin Jacobsen 3, Mads Mensah Larsen 1, Magnus Saugstrup Jensen 1.

Katar : Frankis Marzo 12, Ameen Zakkar 4, Youssef Ali 3, Houssem Romane 2, Mahmoud Hassaballa 1, Yassine Sami 1.

Kroatia – Bahrain 28-18 (13-8)

Kroatia : Zlatko Horvat 8, Marino Maric 4, Ivan Martinovic 4, David Mandic 3, Marko Mamic 2, Ivan Cupic 2, Manuel Strlek 1, Josip Sarac 1, Halil Jaganjac 1, Luka Sebetic 1, Domagoj Duvnjak 1.

 Bahrain : Husain Alsayyad 6, Mohamed Ahmed 5, Mahdi Saad 3, Mohamed Merza 1, Jasim Alsalatna 1, Ahmed Fadhul 1, Ali Merza 1.

Japan – Argentina 24-28 (13-17)

Japan : Tatsuki Yoshino 6, Hiroki Motoki 5, Shuichi Yoshida 4, Yuto Agarie 3, Remi Anri Doi 2, Rennosuke Tokuda 2, Kotaro Mizumachi 1, Jin Watanabe 1.

 Argentina : Federico Pizarro 10, Diego Esteban Simonet 5, Lucas Dario Moscariello 5, Santiago Baronetto 4, Pablo Ariel Simonet 2, Ignacio Pizarro 1, Pablo Vainstein 1.

1. Danmark 6 stig

2. Kroatia 5 stig

3. Argentina 4 stig

4. Katar 2 stig

5. Japan 1 stig

6. Bahrain 0 stig

Leygardagin eru hesir dystir á skránni: Danmark-Japan, Argentina-Kroatia og Katar-Bahrain

HM-millumbólkur 1: 

Spania-Týskland 32-28 (16-13)

Spania : Angel Fernandez 6, Ferran Sole Sala 5, Alex Dujshebaev 5, Raul Entrerrios  4, Daniel Dujshebaev 3, Jorge Maqueda Peno 2, Adrian Figueras 2, Daniel Sarmiento 2, Joan Canellas  2, Aleix Gomez 1.

Týskland : Timo Kastening 7, Kai Hafner 6, Johannes Golla 4, Marcel Schiller 3, Uwe Gensheimer 3, Philipp Weber 2, Paul Drux 2, Juri Knorr 1.

Uruguay – Póland 16-30 (9-14)

Uruguay : Maximo Esteban Cancio 6, Rodrigo Javier Botejara 2, Christian David Rostagno 2, Bruno Valentin Mendez 1, Federico Rubbo Rodriguez 1, Diego Morandeira 1, Felipe Alfonso Gonzalez 1, Maximiliano De Agrela 1, Gabriel Chaparro Almada 1.

Póland : Arkadiusz Moryto 8, Szymon Sicko 5, Jan Czuwara 4, Kacper Adamski 3, Patryk Walczak 3, Michal Daszek 2, Maciej Majdzinski 1, Tomasz Gebala 1, Dawid Dawydzik 1, Maciej Pilitowski 1, Michal Olejniczak 1

Ungarn – Brasil 29-23 (16-11)

Ungarn : Bence Banhidi 5, Richard Bodo 4, Dominik Mathe 4, Stefan Sunajko 4, Peter Hornyak 3, Mate Lekai 3, Miklos Rosta 2, Zoltan Szita 2, Gabor Ancsin 1, Adrian Sipos 1.

Brasil : Haniel Langaro 8, Fabio Chiuffa 4, Rogerio Moraes 3, Gustavo Rodrigues 3, Thiago Ponciano 2, Rudolph Hackbarth 2, Joao Silva 1.

1. Ungarn 6 stig

2. Spania 5 stig

3. Póland 4 stig

4. Týskland 2 stig

5. Brasil 1 stig

6. Uruguay 0 stig

Leygardagin eru hesir dystir á skránni: Týskland-Brasil, Póland-Ungarn og Spania-Uruguay