Broytingaruppskotið, har roynt verður at útseta spurningin um eitt valdømi til eftir valgið, sær nú av álvara út til at vera farið í søguna.
Tað hevur leingi verið greitt, at samgongulimir ikki vóru so heitir fyri broytingaruppskotinum, sum formenninir í samgonguni royndu at fáa meiriluta fyri, eftir at tingmenn í august hóttu við at slíta samgonguna, varð uppskotið um eitt valdømi viðgjørt.
Semjan var ein neyðloysn
Eisini hevur stór ógreiða verið um sokallaðu semjuna, sum formenninir gjørdu, og hvat hendan møguliga semjan snúði seg um. Marjus Dam úr Sambandsflokkinum róði í útvarpinum í gjár uppundir, at formaður hansara, Kaj Leo Johannesen, hevur brotið eina semju um at bíða við einum valdømi til eftir valgið.
Men Kaj Leo Johannesen er ikki samdur við Marjus Dam um, hvat hendan semjan fevndi um.
- Tað undarliga við hesum er, at tey sum ikki vóru við á fundinum vita hvat kom fram tá, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann vísir á, at nógv umrøddi kreppufundurin í august viðgjørdi politisku støðuna, og hvørjar avleiðingar hon kundi hava við sær. Eisini sigur hann seg vera samdan við løgmann, tá hesin við Sosialin sigur, at semjan bara snúði seg um, at vit formenn skuldu royna eina loysn, sum gekk út uppá at arbeiða politiskt í flokkunum við at ávirka og mýkja baklandið.
– Men eg segði fleiri ferðir, at eg kundi ikki svara fyri tingmenn okkara, tí ongin kann noyða nakran til at atkvøða eitt ávíst, sigur Kaj Leo Johannesen, sum eisini sigur seg vera troyttan av revolvarapolitikkinum hjá Marjus Dam.
- Spurningurin er, um ikki Marjus Dam skuldi sett revolvaran í hylki aftur, sigur Kaj Leo Johannesen.
Mýking miseydnaðist
Jóannes Eidesgaard sigur seg nú rokna við, at uppskotið hjá Edmundi Joensen verður samtykt. Hetta merkir, at Føroyar verða eitt valdømi innan tíggju dagar.
- Semjan hvíldi á, at politiska arbeiðið úti í flokkunum eydnaðist. At formenninir skulu fara út og royna at ávirka baklandið, sum hevði við sær, at fólk kundu atkvøða fyri at eitt valdømi kom í gildi aftaná valgið. Um hetta arbeiðið ikki eydnaðist, so var sjálvandi ongin semja, tí vit kunnu ikki noyða fólk at atkvøða eftir okkara høvdi. Hetta bleiv ein trupulleiki, tá ið fólk fóru út og hóttu við at slíta samgonguna, og bara tí fór eg upp í málið og royndi at finna ein útveg, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Verður samtykt
Tá Sosialurin ringdi runt til tinglimirnir herfyri, varð greitt, at 19 tinglimir eru fyri einum valdømi, og at 12 vóru ímóti. Ein vildi ikki svara. Eftir ætlan skuldu formenninir royna at fáa fólk at ganga við til at bíða við einum valdømi til eftir valgið, men av tí at hendan royndin miseydnaðist, er mest sannlíkt, at uppskotið um eitt valdømi beinanvegin, sum kemur til 2. viðgerð týsdagin, verður samtykt.
--
Fakta
Í spurnarumfarum, sum vit gjørdu herfyri, vóru 19 tinglimir fyri og 12 ímóti at skipa Føroyar sum eitt valdømi.
Fyri og ímóti einum valdømi
Ja
Óli Breckmann
Poul Michelsen
Heðin Zachariasen
Edmund Joensen
Kaj Leo Johannesen
Lisbeth L. Petersen
Olav Enomoto
Johan Dahl
Andrias Petersen
John Johannessen
Annita á Fríðriksmørk
Heidi Petersen
Tórbjørn Jacobsen
Finnur Helmsdal
Høgni Hoydal
Karsten Hansen
Bill Justinussen
Jenis av Rana
Kári P. Højgaard
Nei
Anfinn Kallsberg
Jógvan við Keldu
Jørgen Niclasen
Kjartan Joensen
Alfred Olsen
Marjus Dam
Gerhard Lognberg
Kristian Magnussen
Vilhelm Johannesen
Sverre Midjord
Páll á Reynatúgvu
Hergeir Nielsen
Vil ikki svara
Henrik Old