Sjónleikur ella veruleiki

   

Hvør skuldi kent betri til sjónleik á politiska vígvøllinum enn júst tjóðveldis-umboðini á løgtingi ?
Hetta mundi helst koma teim flestu til hugs, ið lósu viðmerking frá tjóðveldiskvinnuni Kristinu Háfoss til sambandsmannin Johan Dahl í vikuni.
Tjóðveldiskvinnan viðger m.a. tulkingarnar av Heimastýrislógini, og tað hevur hon sjálvandi loyvi til, men eg má rætta hana, tá hon tulkar sambandspolitikk og okkara Nýskipanaruppskot og samanber tað við sjónleik.
Tulking Kristinu H. er so púra burturvið, men trúgvasti stuðul Høgna Hoydal kann helst ikki gera annað.
Eitt hitt mest sjónska er, tá hon sigur, at Sambandsflokkurin vil fjala veruleikan.
Hevur nakar fjalt veruleikan, so er tað hennara egni flokkur, og skulu vit tosa um sjónleik, so kundi ein nevnt sjónleikin á gamla apoteki í vár, ið varð avdúkaður fyri almenninginum aftaná eina av óteljandi kreppunum í samgonguni.
Leikritið hevði sjálvur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum skrivað, og sjálvur hevði hann eisini leikstjórnað.
Nei, eg kann siga Kristinu Háfoss, at Sambandsflokkurin er tann politiski flokkur, ið best torir at siga sannleikan og hevur tikið støðu út frá tí sum er veruligt og realistiskt. Vit vilja ikki forkoma teim møguleikum vit hava og spæla við lagnu føroyinga.
Nýskipanaruppskotið
Nýskipanaruppskotið er eitt samráðingarupplegg, ið byggir á stevnuskrá Sambandsfloksins. Vit vilja m.a. beina burtur møguleikarnar fyri at venda og snara tí, ið Heimastýrislógin nevnir ella ikki nevnir, og sum Tjóðvelsisflokkurin brúkar, nú skipanin hevur virkað í meira enn hálvthundrað ár. Tíðin er broytt hesi árini, og tí er besta loysnin at endurskoða skipanina, so hon er greið
Eisini eigur at nevnast, at tað sum Kristina Háfoss heldur lítið um, nevniliga at Sambandsflokkurin ikki vil yvirtaka rættarskipanina, er við beráddum huga orðað soleiðis í Nýskipanaruppskotinum, tí vit ikki vilja seta rættartrygdina í vanda, tá samlaða fólkatalið í Føroyum ikki er trygd fyri ógegni.
Men tað hevur ikki tann stóra týdningin fyrui Tjóðveldisflokkin, skilst á øllum brøgdum !
Aktuelli spurningurin
Fyri at koma til aktuella spurningin í løtuni um fíggjarliga týdningin fyri danska limagjaldið í sambandi við NATO-limaskapin, so er hetta ein spurn-ingur, sum Miðflokkurin tykist hava funnið sær fram fyri at rættvísgera sín fulla stuðul til samgonguna og skerda blokkstuðulin, nú fíggjarlógin fyri 2004 er á skránni. Hvussu verður við játtanini til heilsuverkið, tá landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur boðað frá uppaftur størri niðurskurði komandi ár ?
Tjóðveldisflokkurin ella formaðurin í uttanlandsnevndini vil hava fólkatingslimirnar at taka sær av tí, men her er talan um ein spurning fyri landsstýrið at taka sær av, um tað skal gerast. Danski forsætisráðharrin hevur svarað fólkatinginum tað sum verju-málaráðið sigur um málið, so har verður svarið ivaleyst hitt sama. Men annars stendur pástandur móti pástandi, og einastu per-sónarnir sum kunnu svara, hvat talan í veruleikanum var um, eru danskir ráðharrar, sum antin eru farnir frá ella ikki eru á lívi longur, og er ikki nakað seint hjá samgonguflokkum at koma við hasum spurning-inum nú ?
Miðflokkurin hevur saman við Tjóðveldisflokkinum, Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum skriv-að undir eitt samgonguskjal, har heildarveitingin verður fastfryst, t.v.s. einum niðurskurði.
Kanska kundi ein vent málinum við og sagt, at um so er, at pengar eru spardir, skuldi ein so ikki verið errin av, at vit hava verið við til at goldið okkara part ? ella er tað so, at Miðflokkurin onki vil hava við NATO at gera ?