Patursson hava átt eitt stórt pláss hesi seinastu 25 árini. Fyrr í hesum mánaðinum vitjaði lítillætni og fyrikomandi írin Tim Severin í Føroyum og helt fyrilestur fyri einum fullum Norðurlandahúsi. Við lið [...] hevði til føroyingar, tá hann greiddi frá og vísti film í Norðurlandahúsinum, var at verja um traditiónir og siðir í teirra náttúrliga líki. Í filminum frá Kyrrahavinum sóu vit teir innføddu rista kross [...] bøkur og fleiri av teimum - einar seks í tali, hevur hann skapt og gjørt saman við Trónda Paturssyni. -Eg vóni, at vit báðir kunnu samstarva eins væl í nýggju øldini sum í tí undanfarnu. Tað veldst so um, hvørjar
jólaskipið vitjaði í Føroyum í 1990 var tað ikki eitt úrslit av drúgvari ráðlegging. Mitt í desember sótu Niclas Heri og vinmaðurin Emil og suffaðu um, hvussu keðilig og trist jólini vóru í Klaksvík. - Vit [...] útlendskum rákum í staðin fyri at taka støði í tí føroyska. - Nú keypa tey lystbátar til ferðafólk. Men send átta týskarar til Klaksvíkar, lat teir í heit føroysk kot, set teir við ár í hond í eitt áttamannafar [...] eitt stórt upplivingarparadís. Men Hví ikki gera túrar til grøvina hjá stórsta gandakalli í Føroyum, Guttorm í Múla, ella selja vatndropar úr lekjandi Varmakeldu ella fáa ein pensionist at sáa rósufræ
tað innihald og meining, vit ynskja, men í staðin lata vit eyguni aftur, lata standa til ella flýggja inn í ótrúskap, arbeiði ella okkurt annað, sum kann doyva í eina tíð. - Eg skal ikki siga, hvat er rætt [...] tær, at vit liva í einum samfelag har fólk senda eitt mótmælisskriv til kommununa, tí ætlanin er at byggja eitt heim fyri sálarsjúk í grannalagnum. Hvussu kensluleysur kann man blíva, í royndini at lata [...] sjálvboðið hjálparfólk í kvinnuhúsinum o.a. Frítíð: Sniðgeving, seyming, at lesa, ganga langar túrar og pleyga vinfólk, starvsfelagar og familju. Minnilig hending: Ein nátt í Íslandi í 1999. Knappliga stóð
eru rættuliga stór perspektiv í hesum lutfallsligu einklu útrokningum. Um vit nú rokna við, at í Føroyum búgva 10000 húski, og 8000 av teimum nýta miðstovuhita og oljufýr í hesum sambandi, verður samlaða [...] Hon verður snøgt sagt ónýtilig, og í ringum føri skaðilig fyri ávís el-drivin nýtslutól. Hetta tí at hon verur framleidd í asynkrongeneratorum, sum er vanliga standa í vindmyllum. Gongdin endar so við at [...] Hesi tølini eru í allar hægsta grad eftirfarandi, hóast tey í uppruna eru tilvildarliga vald fyri hetta ávísa húski. Sum tað sæst kann nógvur peningur sparast. Tað skal eisini havast í huga, umframt at
leggja í tað? Kann tøgnin hava nakað at gera við nýggju heimsstrategiina hjá felagnum, har man so spakuliga sleppur sær úr ellad minkar um virksemi í Norðureuropa? At man vil niðurtrappa í Føroyum t.d. ella [...] oljurisin hevur sett sær fyri at vera verandi í Føroyum og taka á seg nýggjar váðar. Ella at politikkurin er, at so leingi tú ert á einum øki, verður full orka løgd í, inntil ein onnur avgerð verður tikin. Um [...] sær meira lovandi út enn ein nýggj boring í 6 ára loyvinum í Gullhorninum. Kanksa er tað hesin eyka møguleikin, ið ger, at Statoil kann leggja seg meira afturá í teirra metingum um Føroyaøkið. Síðani er
út í síðurnar ella at snara sær, og júst í hesum er hann so avgjørt besti leikarin í landinum. Samstundis gav flytingin eisini rúmd fyri meira arbeiðssomum leikarum á miðvøllinum, og tí kundi B36 í størri [...] sjálvandi eisini spentar støður í hinum endanum, tá GÍ fór í mótálop. Eitt av hesum endaði við einum hornasparki, sum skuldi vísa seg at gerast upptaktin til seinasta málið í dystinum. Í fyrstu atløgu fekk B36 [...] leiðina niðan á vøllin. At enda skal í hesum sambandi nevnast, at GÍ hevur eina tað sterkastu miðverjuna í landinum. Í øllum førum, um spælt verður við longum skrábóltum inn í feltið, og onkursvegna er tað júst
Løkságarð Við einum kaffikoppi í hondini, og tónleikarásini VH-1 bleiktrandi á sjónvarpsskíggjanum í bakgrundini, sita vit í hugnaligu uppihaldsstovuni í Studio Pegasus í Klaksvík. Tað er sunnudagur, kavin [...] starvast á Roykivirkinum í Klaksvík. Arnfríð er næst elst av fýra systrum. Foreldrini eru bæði úr Klaksvík, men tey flestu av barnaárunum hevur Arnfríð búð í Gøtu. Ikki fyrr enn hon fór í 10. flokk, fluttu tey [...] úr Aria, sum eru høvuðssangarar. Vera hon er well, bilurin hjá okkum og Brúsi eru í dag sangir sum flestu børn í Føroyum kunnu skrála við til. Fyri stuttum fingu tey sum luttóku á Kular Røtir so møguleikan
fast og má út. Og soleiðis er tað við Thorbjörg Hafsteinsdottir. Hennara framgongd í dag, tekur støði í einum svørtum holi í barndóminum við misbrúki og vanrøkt, og eini kropsligari deyðstrongd, sum var eitt [...] sum eg hevði stoytt í meg frá tí eg dugdi at gapa, greiðir Thorbjörg frá. ÚR ØLLUM LANDINUM Í salinum siti vit við rund borð. Eini seks til átta við hvørt borðið. Summar eru komnar í felag, aðrar tvær og [...] tí at meta sum ein sukur-junkie, ið hevði torført við sita í frið í ein hálvan minutt, hevði ringt við at stýra sinninum, og tá hon seinni fór í skúla, fekk hon so at siga einki við av tí, sum roynt var
almenna. Hesin politikkurin kom rættuliga í hæddina í fursunum, tá alment fíggjaðir skipapakkar í mismunandi stødd komu rullandi inn yvir landið. Vit bygdu so nógv skip í Norra, at norski kongurin mátti koma [...] enn eini høvuðsvinnu, sum leggur inn í landskassan. Skattainntøkan av lønum í fiskivinnuni er neyvan meira enn einar 300 mió. kr. um árið. Um tað eru 2500 arbeiðspláss í fiskivinnuni, so er stuðulin til hvørt [...] Jens M. Dalsgaard Stutt søguligt yvirlit Einaferð seint í 19. øld fóru føringar, sum nakrir av teimum seinastu í Europa, út á havið at fiska. Føringar vóru ikki sjómenn, høvdu helst ikki tørv á at sigla
aðalfundin 9.september 2001. NÆRUM TÚSIND SJÚKIR FØROYINGAR Allar familjur í Føroyum hava havt í minsta lagi ein, sum hevur verið eitt sindur í ørviti á gamals-aldrinum. Viðkomandi hevur kanska mist minnið, og [...] teirra hevur í miðal fimm fólk tætt inn at lívinum, so millum 3500 og 4000 fólk í Føroyum uppliva demens-sjúku ella alzheimer dagliga. BREIDDI SÍNAR VEINGIR Marita, mamma Sigrún, doyði í vár. Hon bleiv [...] einki annað kenna til, enn at mann gerst í ørviti og doyr av. Túsund spurningar hanga í luftini: Hvat nú? Hvat skulu tey gera? Hvussu verða næstu árini? Hetta var í 2000 - fyri góðum níggju árum síðani. Og