Lurtið eftir øðrum men veljið tykkara egnu loysnir

- Grindadráp er ein partur av føroysku mentanini. Men verður tað ov lætt og krevst lítil orka at fáa grindina til høldar, so er vandi fyri, at virðingin fyri hesum aldargamla siði fer fyri bakka, sigur kendi ævintýrarin og rithøvundin Tim Severin

Jan Müller


Hann hevur skrivað hópin av bókum og hevur ferðast um allan heimin við filmum og frásagnum sínum frá mentanum, sum antin eru gloymdar ella enn bara ana. Mentanir koma og fara - fleiri hvørva, tí pláss er ikki fyri teimum í nútímans brúkarasamfelagnum. Talan er um írska ævintýraran, slóðbrótaran og mentanarmannin Tim Severin, í hvørs hjartað føroyingar og her ikki minst listamaðurin Tróndur Patursson hava átt eitt stórt pláss hesi seinastu 25 árini.

Fyrr í hesum mánaðinum vitjaði lítillætni og fyrikomandi írin Tim Severin í Føroyum og helt fyrilestur fyri einum fullum Norðurlandahúsi. Við lið hansara var sum ikki einaferð Tróndur Patursson, listarmaðurin úr Kirkjubø, sum í skjótt fjórðings øld hevur fylgt Tim Severin á avbjóðandi og vandamiklu men samtíðis sera spennandi ferðum hansara á mongum av heimsins høvum. Seinast í eysturindonesia saman við stórhvalaveiðumonnum.

Frálíkur forteljari

Á ein lættan og sera fangandi hátt greiddi Tim Severin teirri stóru mannfjøldini í Norðurlandahúsinum frá hesi seinastu ferð síni og Trónda saman við innføddum hvalamonnum á havleiðunum út fyri Indonesia. Fyrilesturin og filmsfyrivísanin bygdu á nýggjastu bókina »Moby Dick, the white whale«. Á ein hjartaligan og hugtakandi hátt greiddi Tim frá søgum og hendingum í Kyrrahavinum - í kjalarvørri hvíta hvalsins.

Eingin ivi var um, at írin hesa løtuna rúnarbant føroyingar við sínum livandi frágreiðingum og myndum. Apellurin, sum Tim Severin m.a. hevði til føroyingar, tá hann greiddi frá og vísti film í Norðurlandahúsinum, var at verja um traditiónir og siðir í teirra náttúrliga líki.

Í filminum frá Kyrrahavinum sóu vit teir innføddu rista kross yvir hvalin. Teir virdu hvalin eins og føroyingar hava gjørt tað gjøgnum øldir. Men, sum ein av áhoyrarunum segði eftir sýningina: - tað kann so vera ein vandi í hesi materialistisku verð, at vit eru við at gloyma virðingina fyri Guds skapanarverki, soleiðis sum vit hóreiggja okkum? Her sipaði hann til, hvussu vit fara um livandi tilfeingið sum heild, har fiskastovnar verða ov hart troyttir.

Søguna, sum Tim Seve-rin segði frá í Norður-landahúsinum um Hvíta hvalin og um veiðufólkini har eysturi, kunnu lesarar fáa alt at vita um við at ogna sær bókina, ið júst er útkomin. Hon fæst í bókabúðunum.


Hevði ikki viljað verið Trónda fyriuttan

Hann hevur skrivað einar 14 bøkur og fleiri av teimum - einar seks í tali, hevur hann skapt og gjørt saman við Trónda Paturssyni.

-Eg vóni, at vit báðir kunnu samstarva eins væl í nýggju øldini sum í tí undanfarnu. Tað veldst so um, hvørjar stundir hann hevur, og sjálvsagt eisini um, hvørji evni og øki eg fari at velja at gera nakað burtur úr.

Tim Severin metir samstarvið við Trónda at hava verið unikt og framúr gott. - Fyri meg persónliga hevur hansara íkast verið »a unik flavour to the work« sum hann málber seg á móðurmáli sínum.

Tim Severin viðgongur, at hann hevði kunnað klárað seg við fotomyndum til bøkur sínar, men hann hevur altíð ynskt at arbeiða saman við einum listarmanni, sum kann gera tekningar á staðnum. At hann eisini hevur fingið ein vin og ein hegnigan arbeiðsfelaga á mongu av strævnu og torføru ferðum sínum er ein ikki minni týðandi fongur.

- Eg vil fegin hava Trónd við mær aftur til komandi ferðir, men spurningurin er, um hann hevur stundir til tess. Um hann sleppur frá sínum mongu uppgávum. Eg havi skilt, hann er vorðin sera kendur og nógv umbiðin, so eg veit ikki, um Tróndur fær tikið sær tíð til at koma við á fleiri ferðir. Vónandi fer tað at ganga.

Uppá fyrispurning hvussu og hvar verður sett út í kortið í nýggju øldini, nú hann ikki ætlar sær at gevast enn, sigur Tim Severin, at tað er ilt at meta um. - Eg hevði ongantíð biðið Trónd koma við mær, um eg ikki føldi, at hetta kundi geva honum nakað at brúka og útvikla seg við sum listamaður. Mítt innasta ynski er, at Tróndur sjálvur fær íblástur á teimum ferðum, har vit eru saman. At hesar ferðir kunnu vera við til at menna hann sum listamann.

Tim Severin sigur, at um Tróndur er tøkur og metir tað kunna menna hansara listarligu evni, so gongur leiðin helst til Karibiska havið næstu ferð.

Og har sita teir so, eftir væleydnaða frásøgn í Norðurlandahúsinum, heima í sjáldsomu húsunum í Kirkjubø, við borðið úr rekaviði, har borðreitt er við turrari grind og spiki og øðrum góðum. Brosandi írin lyftir glasið og skálar fyri Patursson-familjuni, sum hann sigur hevur verið so góð og blíð við seg gjøgnum øll árini.

25 ár frammanundan kom Tim Severin við bátinum Brendan til Kirkjubøar. Tá hitti hann fyri fyrstu ferð Trónda. Og tað var skjótt, at tað varð áfast millum teir báðar. Tað er so vorðið til eitt lívslangt og inniligt vinarlag millum tvey menniskju, millum tveir listamenn á hvør sínum øki, eitt vinarlag, sum fer at vara langt inn í hesa nýggju øldina eisini. Hetta eru teir samdir um.


Virðingin fyri øðrum

Vit nýttu høvi til at spyrja Tim Severin, hvat hann vil við sínum bókum og mongu ferðunum!

- Høvuðsboðskapurin við mínum arbeiði hevur verið at vísa virðing fyri tí, sum farið er og teimum fólkum, sum livdu fyrr. Og her hugsi eg serliga um fólkini, sum vóru handilsmenn ella handverkarar, antin tey vórðu sjómenn, timburmenn ella fólk, sum arbeiddu við leðri ella fólk sum ferðaðust. Tey høvdu eina filosofi, eitt forvitni og tol og ikki minst virðing fyri Guds skapanarverki.

Tim Severin viðgongur, at tað er sera torført at varðveita nakað í allar ævir. - Onkuntíð er tað tí, sum at fara ímóti streyminum. Men áðrenn siðir og traditiónir doyggja út kann man royna at taka upp á band og royna at skilja tað sum var og framvegis er. Hinvegin eiga vit at vísa teimum, sum framvegis halda lív í gomlum siðum og handverki, hvussu týdningarmikil og serstøk tey eru. T.d. ein handverkari, sum arbeiðir við træi ol. ella ein siglingsmaður, sum dugir sera væl at brúka bát. Eg vil sjálvandi greiða øðrum frá øllum hesum, men fyrst og fremst vil eg hava hesi fólkini, sum framvegis halda lív í siðum og traditiónum og handverki at skilja, hvussu týdningarmikil tey eru.


Grind og føroyingar

Hvat hevur hesin Tim Severin tá at siga okkum føroyingum, sum umframt at eiga eitt nýtímans samfelag, eisini halda lív í gomlum siðum so sum at drepa grind!

- Eg royni ongantíð at siga fólki, hvat tey skulu og ikki. Tað eg skrivi eru mínar egnu upplivingar og áskoðanir.

Føroyar eru eru eitt sera forkunnugt samfelag, og sum byggja á stór virði hjá tí einstaka menniskjanum. Tit hava eitt sera væl útbúgvið fólk, sum eisini hevur megnað at halda fast við røturnar. Tit hava varðveitt og ment tykkara mál, tit halda lív í gomlum siðum so sum grindadrápi osfr.

Tim Severin ynskir ikki at koma við viðmerkingum til grindadrápið í dag, tí hann heldur føroyingar eru teir, sum vita mest um grind og grindadráp. - Útlendingar skulu ikki siga føroyingum nakað, tí tá er tað ein hjálandastøða. Tú kanst ikki koma sum fremmandur og siga, at tí fólk í mínum landi lata seg í hesi og hasi klæðini, eiga føroyingar eisini at gera tað sama. Tað er at sammeta við neokolonialismu.

Eg haldi føroyska grindadrápið hevur stórt virði fyri føroyingar. Men fyri at halda fram at hava virði, so má grindadrápið eisini verða virt av føroyingum og umheiminum. Tað er rætt, at grindin er partur av føðini og føroyska matinum, men hon er ikki lívsneyðug.

Mín varhugi er, at einasti máti at kunna varðveita gomlu siðirnir og virðingina fyri teimum í sambandi við eitt nú grindadráp er, at føroyingar eru varnir og ikki gera tað ov lætt at drepa grind. Tvs. at fólkið, sum er við til grindadráp, má gera nakað fyri at fáa grindina til høldar. Eins og stingararnir á indonesisku træbátunum gjørdu tað. Eg sigi ikki, at tit skulu fara aftur til at brúka aldargamlar siðir, men skal tú varðveita traditiónir, so mást tú eisini onkursvegna leggja onkra orku í tað. Verður tað ov lætt at drepa grind, so fer eisini virðingin fyri hesum siði fyri skeyti. Soleiðis hevur tað altíð verið við veiðufólki.

Herfyri segði Tróndur Patursson við Sosialin, at hann fegin sá, at føroyingar bert brúktu árabátar til grindadráp.


Lurta men vel tínar egnu loysnir

Vit spurdu Tim Severin, hvussu føroyingar eiga at fyrihalda seg til Greenpeace og aðrar umhvørvisfelagsskapir, sum koma henda vegin fyri at steðga grindadrápinum?

-Tell them to mind their own business. Júst sum indianararnir í statinum Washington gjørdu. Tá teir í fjør fóru undir aftur at veiða hval var Poul Watson har og Greenpeace somuleiðis. Teir vóru bidnir um at rýma, á ein hampuligan og siðiligan hátt, og teir rýmdu.

Tim Severin heldur, at tað er umráðandi at lurta eftir tí, sum onnur hava at siga men samtíðis gera greitt, at loysnirnar tú velur eru tínar egnu. Tað eru føroy-ingar sum skulu avgera, hvat skal henda.

Nú Tim Severin enn einaferð takkar fyri seg í Kirkjubø og fer út aftur í stóru verð vil hann fegin bera eina tøkk til vinmannin Trónd Patursson.

- Øll samfeløg hava fólk, sum skara framúr. Onkur sum ein kendur politikari, onkur sum ein góður handilsmaður. Eitt heppið samfelag eigur eisini fólk, sum listarliga skara framúr. Tað kunnu vera yrkjarar, rithøvundar, listamálarar osfr. Eg haldi, at øll framkomin samfeløg virðismeta týdningin av hesum. Í Írlandi hava vit nógvar góðar rithøvundar, yrkjarar og politiskar tonkjarar. Tað eru oftani fólk, sum liva fyri seg sjálvi og sum ikki missionera. Tvs. tey brúka ikki síni evni til at trútta niður í onnur, hvussu tey skulu vera.

- Eg trúgvi, at tit í Føroyum eiga mong góð fólk. Og eitt teirra er fjølbroytti listarmaðurin úr Kirkjubø. Fyri meg umboðar Tróndur Patursson nakað av tí allarbesta við føroyskari mentan.