Stovnaði Alzheimerfelagið fyri sjálv at fáa svar

Tá mamma Sigrún Mohr fyri níggju árum síðani fekk at vita, at hon hevði deyðiligu sjúkuna Alzheimer, var so at siga eingin í Føroyum, ið kundi siga familjuni nakað um sjúkuna, og hvussu mann skuldi liva við henni. Tí byrjaði ein jagstran eftir vitan. Ein jagstran, sum í dag kann vísa á eitt væl skipað føroyskt alzheimerfelag við yvir 300 limum, sum Sigrún hevur verið forkvinna fyri øll árini

Heri Mohr hyggur upp á konu sína, Maritu. Hann er - eins og hon - ørkymlaður. Sera ørkymlaður. Skilur ikki ordiliga hvat tað er, sum læknin hevur sagt.

Tey eru júst komin heim aftur, eftir at hava fingið at vitað, at Marita Pállsdóttir Mohr hevur alzheimer-sjúku. Ein sjúka, sum tey einki annað kenna til, enn at mann gerst í ørviti og doyr av.

Túsund spurningar hanga í luftini: Hvat nú? Hvat skulu tey gera? Hvussu verða næstu árini?

Hetta var í 2000 - fyri góðum níggju árum síðani. Og hendingin átti fyri so vítt at enda við, at Marita bleiv meira og meira óhjálpin, og síðani – tá tey avvarðandi ikki orkaðu, ella kundu meira – kanska var somikið heppin, at hon slapp á ellisheim, har hon kundi livað síni síðstu ár.

Og tað var eisini nøkulunda tað, sum hendi. Marita var heima hjá Hera í nøkur ár, og tey royndu saman við familjuni sum frægast at fáa tað at hanga saman. Men undir liðini á óhepnu sjúkuni hjá Maritu, vaks ein onnur søga – ein sólskinssøga. Ein søga um eitt felag, sum í dag hevur væl yvir 300 limir, og sum veitir ráðgeving til fólk, ið fáa ymisk sløg av demens-sjúku. Og ikki minst eitt felag, sum kann ráðgeva teimum avvarðandi, ið ofta mugu taka tung tøk, áðrenn tað almenna tekur yvir. Nevniliga søgan um Føroyska Alzheimerfelagið, sum dóttir Maritu, Sigrún Mohr, tók stig til.

-Eg hevði eisini so nógvar spurningar, tá mamma okkara bleiv sjúk, og eg fekk eingi svar. Tí var eg noydd til at søkja mær alla ta vitan, sum eg kundi fáa, og í teirri jagstranini var tað eitt natúrligt framhald, at felagið bleiv stovnað, sigur Sigrún Mohr, ið hevur verið forkvinna í Alzheimerfelagnum síðani stovnandi aðalfundin 9.september 2001.

 

NÆRUM TÚSIND SJÚKIR FØROYINGAR

Allar familjur í Føroyum hava havt í minsta lagi ein, sum hevur verið eitt sindur í ørviti á gamals-aldrinum. Viðkomandi hevur kanska mist minnið, og fólkini rundanum hava bara vant seg við ikki at krevja ov nógv svar, og annars bara sagt, at hann ella hon var farin í barndømi.

-Men tað er einki, sum eitur barndømi, sigur Sigrún Mohr avgjørd.

Vit eru stødd á kaffistovu í Sølumiðstøðini í Havn. Millum smakkirnar av stóra Café Latte koppinum, koma svarini og meiningarnar hjá Sigrún sum brikkar í einum putlispæli. So hvørt sum svarað verður, gerst myndin av søguni um Føroyska Alzheimerfelagnum meiri greið.

-Barndømi er ikki ein sjúka á sama hátt, sum aðrar vanligar sjúkur, men bara eitt heiti fyri nakað, sum fólki ikki rættiliga skilja. Barndømi hevur í allarflestu førum verið okkurt slag av demensi, har alzheimer er tað mest vanligi, leggur Sigrún afturat.

Sigrún Mohr er ímyndin av Føroyska Alzheimerfelagnum, sjálvt um hon er skjót at vísa á eina vælskipaða nevnd, sum hesi seinastu átta árini hevur hjálp henni við at taka tøk. Men spyrt tú hini í nevndini, so vísa tey øll á Sigrún sum tann stóri “primus motor”.

Og tann motorurin koyrir nú fyri teimum gott 300 limunum, og øllum hinum, sum eru rundanum. Tað finnast einki føroysk hagtøl fyri tal á fólki við demensi (ella alzheimer), men verða útlendsk tøl brúkt lutfalsliga, so eru yvir 700 føroyingar á lívi við demensi ella alzheimer. Hvør teirra hevur í miðal fimm fólk tætt inn at lívinum, so millum 3500 og 4000 fólk í Føroyum uppliva demens-sjúku ella alzheimer dagliga.

 

BREIDDI SÍNAR VEINGIR

Marita, mamma Sigrún, doyði í vár. Hon bleiv 84 ára gomul. Seinastu árini búði hon á Lágargarði, og har hevði hon tað gott, tó at tað var ein hørð og tung avgerð hjá familjuni at skula flyta hana úr heimi sínum.

Seinastu ferð øll familjan var savnað, áðrenn Marita fekk staðfest sjúkuna, var í 2000 – nakrar mánaðir, áðrenn boðini.

-Vit fóru øll familjan at ferðast í sambandi við gullbrúdleypið hjá teimum, og tá minnist eg at vit ivaðust um tað nú var ráðiligt, tí sjálvt um mamma ikki hevði fingið staðfest sjúkuna, so vistu vit, at alt var ikki sum tað burdi verið, fortelur Sigrún.

Men túrurin gekk væl, og næstu árini, eftir boðini um sjúkuna, vóru eisini hampilig, tó at Marita hevði sínar góðu og minni góðu løtur.

Maðurin Heri, sum var væl fyri, var um hana alla tíðina, og hann vardi hana fyri ikki at koma í støður, har hon gjørdist alt ov ørkymlað. Kanska var tað eisini tann manglandi kunningin frá almennari síðu, sum gjørdi, at Heri í so stóran mun breiddi sínar veingir yvir konu sína.

Í hvussu so er, so hevði Marita tað so gott, sum ein alzheimersjúklingur nú einaferð kann hava tað, og eftirmælið hennara fer so í hvussu so er eisini at verða, at hon var orsøk til, at dóttir hennara tók stig til at stovna Føroyska Alzheimerfelagið, ið so kann hjálpa øðrum, so tey sleppa undan at seta alt ov nógvar spurningar, uttan at fáa svar.

 

STENDUR ILLA TIL

Føroyska Alzheimerfelagið hevur hesi seinastu átta árini roynt at havt eitt jaligt samskifti við myndugleikarnar, og tað hevur borið ávísa frukt, metir Sigrún.

-Vit lata sum heild væl at, vælvitandi at alt hendir ikki beinanvegin, men tað er framvegis langt eftir á mál, um mann yvirhøvur kann tosa um at røkka einum ávísum máli, tí tað henda so nógvar broytingar, sigur hon.

Ein av teimum stóru broytingum, ið er hend seinastu árini, er at fólk liva longri og longri. Hetta hevur við sær, at møguleikin fyri at fáa onkra demens-sjúku, ið sum oftast rakar eldri fólk, økist. Tað vil so hinvegin siga, at bæði feløg og myndugleikar mugu hava í huga, at talið fer at veksa, um ikki okkurt kollveltandi hendir á heilivágsøkinum.

Eitt, sum Alzheimerfelagið hevur strongt á fyri at fáa skipað, er dagtilboð fyri minnisveik.

Í Havn eru tvey tílík tilboð, og í Klaksvík er eitt, men ynskiligt hevði verið við fleiri slíkum kring alt landið, sigur Sigrún.

 

MINNIST TÚ MEG

Tað er øgiliga ymiskt, hvussu alzheimersjúka og demensur rakar fólk. Talan er um eina sjúku, sum m.a. ávirkar heilan hjá fólki, og hvør einstakur heili er sum kunnugt sín heilt egni. Tí er torført at generalisera, tá tað snýr seg um avleiðingar av sjúkuni. Eitt sær tó út til at ganga aftur, og tað er minnið sum viknar, og sum frá líður hvørvur.

Og soleiðis gekk eisini hjá Maritu. Hon byrjaði at broytast fleiri ár áðrenn hon fekk staðfest alzheimer-sjúku, og eitt tað fyrsta Sigrún varðnaðist, var tá hon ringdi til mammu sína.

-Hon fekk tað fyri, at hon rópti á pápa mín og gav honum telefonina. Men tað var ikki hann, sum eg skuldi tosa við, og eg minnist at eg kundi gerast ógvulig ill, tá hon gjørdi so. Seinni fann eg so útav, hví hon gjørdi tað – hon var kanska bangin fyri at avdúka, at hon ikki mintist okkurt, ella bangin fyri at gera eina avtalu, sum hon so gloymdi, fortelur Sigrún.

Seinni, tá tey flestu vistu, at Marita var blivin sjúk, var eitt sindur lættari hjá henni at liva. Men Sigrún minnist, at tað vóru fleiri, sum ikki ordiliga vistu, hvussu tey skuldu taka støðuna.

-Ofta komu fólk yvir til mammu og spurdu “Minnist tú meg”. Tá svaraði hon bara “Ja, sjálvandi”, men sannleikin var tann, at hon sum oftast als ikki visti hvør viðkomandi var. Tað hevði í slíkum førum verið betri, um mann ikki spurdi, og heldur prátaði eitt sindur fyrst – um okkurt, sum mamma kendi, tí so kundi hon sporað seg inn, sigur Sigrún.

 

RIGGAR SPAKULIGA AV

Tá kallað varð inn til kunnandi fund í sambandi við, at ætlanin var at stovna eitt alzheimerfelag, møttu yvir hundrað fólk. Hetta vísti Sigrún, at eingin ivi var um tilverugrundarlagið hjá felagnum.

-Eg burdi kanska havt sæð longu tá, at talan bleiv um eina stóra uppgávu, og hevði eg vitað, at tað fór at taka so nógva tíð, hevði eg sikkurt ikki farið undir tað, men tað hava verið nøkur sera spennandi ár, fortelur Sigrún.

Tá hon verður spurd, um hon er við at takka fyri seg, drálar hon eitt sindur.

-Lat meg siga tað á tann hátt, at eg haldi, at tað kanska er komið hartil, at onnur eiga at sleppa at royna seg í oddinum á felagnum, svarar hon og leggur afturat:

-Tað besta vildi verið at fingið okkurt slag av løntum fólki – antin einum løntum skrivara ella løntari forkvinnu ella formanni, tí uppgávan er somikið stór eftirhondini, at eitt fólk við vanligum tilknýti til arbeiðsmarknaðin ikki orka.

 

------------------------------

 

FAKTA

Alzheimer-sjúka er ein so líðandi degenerativ (afturstigs-) sjúka, ið hevur við sær minkandi heilavirksemi, ið verður til demens. Vanliga doyggja fólk av sjúkuni innan sjey til tíggju ár, men nýggj sløg av heilivági eru komin í seinastuni, sum kunnu útseta deyðan eitt sindur.

Sálarlæknin Emil Kraepelin gav sjúkuni navn eftir starvsfelaga sínum Alois Alzheimer.

 

GOÐ RÁÐ

Tað ljóðar kanska eitt sindur sjálvsagt, men tað er neyðugt at minna á, at fólk, sum fáa alzheimer-sjúku ella demens, hava framvegis eina meining um lív sítt. Tí er tað týdningarmikið at lurta eftir tí sjúka, og ikki stýra meira enn neyðugt, sigur Sigrún Mohr, forkvinna í Føroyska Alzheimerfelagnum.

 

TILTØK

Altjóða Alzheimerdagur er 21.september hvørt ár.

Í hesum sambandi skipar Føroyska Alzheimerfelagið fyri ymsum átøkum á torginum í SMS fríggjadagin og leygardagin 18. og 19. september, har almenningurin er vælkomin at leita sær upplýsingar og svar frá fólki, sum hava sjúkuna tætt at sær, og serfrøðingum, sum duga at ráðgeva og ugga.

“Gamlir heilar – í viðráki og mótburði” er heitið á almennum fyrilestri, sum samfelagsmedisinari og granskarin Henning Kirk heldur í Norðurlandahúsinum sjálvan altjóða Alzheimerdagin 21.september.