Nýggj frímerki frá Posta í dag, 4. september

Tíðindaskriv frá Posta:

 

Í dag verður eitt nýtt frímerki givið út. Frímerkið myndar málningin hjá Sigrun Gunnarsdóttir Omma og eg, har omma og dóttir sita og binda hvør sína ermu á somu troyggju. 

 

Útgávan, sum hevur heitið Fjálgandi hendur, varpar ljós á hendur í føroyskari mentan - sum ímynd upp á kærleika, umsorgan og dagligt arbeiði. Hendur, ið leiða børn, veita troyst, arbeiða og binda ættarlið saman. Hetta tætta sambandið millum børn og vaksin sæst tíðum aftur í verkunum hjá listakvinnuni, Sigrun Gunnarsdóttir. Frímerkið heiðrar felagsskap og familjuvirði, sum ígjøgnum ættarlið hava sett sín dám á lívið í Føroyum.

 

##med2##

 

Føroysk frímerki á framsýning í Japan

 

Saman við umboðum frá føroysku vinnuni, listafólki og íverksetum luttekur Posta Stamps á heimsframsýningini EXPO 2025 í Osaka, Japan. Føroyar eru vertur fyri Faroe Islands Days í norðurlendska skálanum 4. og 5. september og hetta gevur okkum ein góðan møguleika at vísa fram føroyska mentan og handverk. Frímerkið hjá Sigrun Gunnarsdóttir verður presenterað á framsýningini, umframt serstemplið, sum er framleitt júst til hetta høvið.

 

Hósdagin, 5. september hevur Ingun N. Olsen, leiðari á Frímerkjadeildini, eina almenna framløgu um føroysk frímerki í norðurlendska skálanum Nordic Circle. Har eru øll vælkomin at luttaka og fáa innlit í okkara frímerkjasøgu og komandi útgávur. Fylg Posta Stamps á sosialu miðlunum fyri at fáa tíðindi úr Osaka.

 

##med3##

 

Sí annars skránna fyri Faroe Islands Days í Japan her.

 

Keyp frímerki á www.stamps.fo ella á posthúsum kring landið.

 

Á heimasíðu okkara ber eisini til at lesa áhugaverdar greinar um føroysk frímerki.