Amerikanski forsetin, Donald Trump, er framvegis bjartskygdur og fer framvegis at arbeiða fyri at fáa eina friðaravtalu í lag millum Russland og Ukraina.
Tað segði hann mikudagin amerikanska tíð í telefonsamrøðu við miðilin CBS News. Tað stendur í grein frá fjølmiðlunum tíðliga tíðliga í morgun.
Trump sigur við fjølmiðlarnar, at hann fylgir væl við støðuni.
- Eg havi fylgt við, og eg havi sæð tað, og eg havi tosað um tað við Putin forseta og Zelensky forseta. Okkurt er hent, men teir eru ikki klárir enn. Men okkurt fer at henda. Vit fáa tað gjørt, sigur hann.
Boðini frá amerikanska forsetanum koma samstundis sum álopini halda fram bæði ukrainsku og russisku megin markið millum grannalondini bæði.
Seinast í august framdi Russland eitt dronu- og rakettálop á ukrainska høvuðsstaðin, Kiev, har í minsta lagi 23 fólk doyðu.
Sambært tíðindastovuni AFP var hetta næststørsta náttarálopið í krígnum, sum er komið langt inn í fjórða árið.
Trump segði í telefonsamrøðu mikudagin, at hann er ónøgdur við álopini, men at hann framhaldandi fer at stríðast fyri at fáa eina friðaravtalu.
- Eg haldi, at vit fáa alt í lag, segði hann.
- Erliga sagt, so helt eg, at tað við Russlandi fór at vera eitt av teimum lættari (kríggini, red.) sum eg havi steðgað, men tað tykist vera eitt sindur torførari.
Sambært tíðindastovuni Reuters boðaði amerikanski forsetin mikudagin frá, at hann næstu dagarnar ætlar at hava samráðingar um kríggið í Ukraina.
Fráboðanin hjá Trump kemur eftir at ein fundur við russiska forsetan, Vladimir Putin, í Alaska í august ikki førdi til nakað gjøgnumbrot.
Ein ónevndur embætismaður í Hvítu Húsunum sigur við Reuters, at Trump væntandi fer at tosa í telefon við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky í dag.
Mikudagin segði Putin, at hann var til reiðar at hitta Zelensky, um ukrainski forsetin kemur til russiska høvuðsstaðin, Moskva.
/Ritzau/