Mynd: Birgir W. Høgnesen

Máttu bíða ein lítlan tíma tí portrið fekst ikki upp

Tá Galaxy kom á Krambatanga tíðliga í dag, fekst portrið ikki upp, tí ein hydraulikkslanga var farin

Mynd: Birgir W. Høgnesen

- Tað tók ein lítlan tíma, áðrenn vit sluppu í land, eftir at skipið hevði lagt til bryggju á Krambatanga.

 

Soleiðis sigur eitt av ferðafólkunum,  sum var við Galaxy úr Havn og suður til Tvøroyrar fyrrapartin.

 

Tað var klokkan 10 í morgun, at Galaxy fór av Havnini.

 

- Men, tá vit komu á Krambatanga, fekst portrið ikki upp, og hvørki ferðafólk ella bilar sluppu í land.

 

Ferðafólkið, sum vit hava skift orð við, sigur, at tað tók tað mesta av einum tíma, áðrenn ferðafólk sluppu í land.

 

- Vit skiltu, at ein hydraulikkslanga var farin, og tí fekst portrið ikki upp, tá vit høvdu lagt til bryggju á Krambatanga.

 

Nøkur ferðafólk og nakrir bilar vóru við Galaxy á túrinum til Suðuroyar í morgun.

 

##med2##

 

Mynd: Birgir W. Høgnesen