Iranska stjórnin er til reiðar til allar atgerðir, sigur iranski varaforsetin, Mohammad Reza Aref, stutt fyri, at freistin, sum Donald Trump hevur sett Iran fyri at lata Hormussundið uppaftur fyri skipaferðslu, gongur út.
Iranskir miðlar bera samstundis áheitanir og ávaringar til íbúgvar í Saudi Arabia, Bahrain og Sameindu Arabisku Emiratunum um, at fleiri brýr og vegir kunnu gerast bumbumál - júst, sum Donald Trump hevur hótt Iran við.
Tíðindatænastan Tasnim, sum er undir eftirliti av iransku kollveltingarhirðuni, endurgevur hernaðarkeldur, sum siga, at almenn oljuanlegg hjá eitt nú Aramco, verða sett á listan hjá Iran, um Donald Trump leypir á orkuverk í Iran.
- Eisini oljurørleiðingin í Yanbu, eins og oljurørleiðingin Fujairah hjá Sameindu Arabisku Emiratunum kunnu gerast møgulig mál, sigur ein kelda, sum tíðindastovan NTB endurgevur í kvøld.
Lesið eisini: Ein heil sivilisatión skal doyggja í kvøld
https://www.in.fo/news-detail/trump-ein-heil-sivilisation-skal-doyggja-i-kvoeld










