Frá Filmsfelagnum:
Birita Lamhauge Jóansdóttir fer at innleiða sýningina.
Vit fylgja læknanum, Marianne (Andrea Bræin Hovig), ið verður hugtikin av sexlívinum hjá sjúkrarøktaranum, Tor (Tayo Cittadella Jacobsen), og setir sær fyri, at royna eitt leysari samlív, við øllum teim avbjóðingum, tað førir við sær.
Fyrru filmarnir, ”Sex” og ”Dreymar”, sum vit hava víst, og hesin, ”Kærleiki”, eru tríggir filmar, sum allir komu í fjør og kunnu síggjast hvør sær. Fyrsti filmurin vann Norðurlendsku filmsvirðislønina í fjør, og annar filmurin í røðini, ”Dreymar”, er í ár í uppskoti at fáa somu virðisløn aftur, hesuferð í kapping við filmin hjá Sakaris Stóra, ”Seinasta paradís á jørð”, ið er fyrsti føroyski filmur í norðurlendsku kappingini, har ein dómsnevnd, ið ikki er heft at vinnuni, tekur dagar ímillum verkini.
Sjálvstøðugu norsku filmarnir hjá Dag Johan Haugerud snara um evnini girnd, samleika og longsul eftir frælsi. Hesin nýggjasti, ”Kærleiki”, varð frumsýndur á filmstevnuni í Venezia, har hann var við í høvuðskappingini.
Ein annar norskur leikstjóri, Joachim Trier (f.1974), hevur fyrr gjørt eina filmiska trípartarøð, har høvuðsstaðurin Oslo er baksýnið. Filmarnir eru ”Reprise”, ”Oslo, 31. august” og ”Verdens værste menneske”. Í ummælarahøpi verða hesir filmar hjá Trier, eins og trípartarøðin hjá Haugerud, mettir sum høvuðsverk í norskari filmslist.
Eins og teir báðir undanfarnu filmarnir hjá Haugerud, fær hesin triði, “Kærleiki”, sum vit nú vísa, bestu ummæli, m.a. í heimsins elstu filmsavís, Variety, har Guy Lodge sigur: ”Love’s commentary on modern relations may be more complex and chewy than just “live and let live,” but the film’s calm embrace of whatever works for the individual is refreshingly humane, rhetorically exciting and more than a little hot.”
Norðurlandaráðið boðar frá, at teir sjey filmarnir, sum norðurlendska filmsdómsnevndin hevur valt, fara at verða sýndir í Norðurlondum í heyst.
10/9 kl 20:00 Kærleiki (Kjærlighet Dag Johan Haugerud Noreg 2024 119 min)
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##