- Eg havi fylgt við í tí, og eg havi sæð tað. Eg havi snakkað um hetta við forsetarnar, Putin og Zelenskyj.
Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, við sjónvarpsrásina, CBS, í dag.
Forsetin sigur, at ein litil framgongd hevur verið seinastu tíðina í spurninginum um eina møguliga friðaravtalu mllum Russland og Ukraina.
- Okkurt kemur at henda, men teir eru ikki til reiðar enn. Vit skulu hava hetta upp á pláss, sigur Donald Trump við sjónvarpsrásina.
Í dag fer ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, at hitta fleiri evropeiskar leiðarar í París, og hetta eru leiðarar, sum stuðla Ukraina móti russiska álopskrígnum.
- Tíðliga seinnapartin skulu evropeisku leiðararnir hava eina telefonsamrøðu við amerikanska forsetan, Donald Trump, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.