Ellisakfarið: Ford Gran Torino Sport frá 1974

Sofus Gilsstein á Oyri eigur ein stóran Ford Gran Torino Sport frá 1974. Bilurin er yvir 50 ára gamal og sær gott út

Grein úr Sosialinum 13. juni 2025:

 

Talan er um ein rættiliga stóran bil, hann er stórur í allar mátar, langur og breiður og hevur stóran motor.

 

Bilurin er 5,45 metrar langur og beint yvir tveir metar breiður. Motorurin en ein 5,8 litra V8 við 190 hk. Hann ljóðar gott og brúkar sjálvandi nakað av bensini.

 

Tað var meira ella minni av tilvild, at Sofus fekk fatur á hesum bilinum. Tað var Ólavur Olguson í Klaksvík, sum átti bilin. Hann spurdi Sofus, um hann hevði hug at keypa hann. Tummas Debes frá Gjógv innflutti bilin í 2003, hann var tá sundurtikin.

 

Eftir at Sofus keypti bilin í 2009, arbeiddi hann miðvíst upp á bilin, sum umsíður bleiv liðugur og kom út at koyra.

 

Sofus er útbúgvin elektrikari og dugir væl at arbeiða upp á bilar. Hann ger allar umvælingar sjálvur. Hann er limur í Føroya Ellisakførum og er við bilinum til flaggdagskoyring og til onnur tiltøk hjá felagnum.

 

Ford Torino

 

Ford hava verið í Føroyum heilt frá byrjan av, tá fyrsti bilurin, ein Ford TT, kom til landið tann 6. mai 1922.

 

Í 1950 og 60-unum vóru nógvir stórir amerikanskir Fordar í Føroyum, teir allar flestu sum hýruvognar og rutubilar. Tað er helst onkur sum minnast, at danski klædnahandilsmaðurin Gunnar Stokholm í Havn átti ein stóran Ford Galaxie, sum var árgang 1962.

 

Ford Torino vóru framleiddir av Ford Motor Company í USA við ymiskum modellum frá 1968 til 1976. Faktiskt var tað Ford Torino, sum avloysti teir so kendu Ford Fairlane í 1971.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

 

 

Myndin er tikin í sambandi við onkra almenna út­lendska vitjan, har fleiri hýruvognar eru parkeraðir við Tórs­havnar Skipasmiðju. Fremsti bilurin er ein Rambler Classic árgang 1964 hjá Jo­hann­es Berg, síðan eru tveir Rambler Classic ár­gang 1963 og tveir Ford Taunus 17M frá sama tíð­ar­skeiði. Mynd: Pól Jensen

Chevrolet Impala árgang 1964 hjá Olaf Durhuus í Vest­manna. Olaf koyrdi í mong ár rutu til og frá Vest­manna. Mynd: Úr myndasavninum hjá Páll Hellu í Vestmanna

Bilurin er ein Ford Zephyr hýruvognur hjá Hans Jacob Magnussen í Hvalvík. Hans Jacob koyrdi m.a. skúlabørn millum Hvalvík og Hósvík. Hann koyrdi eisini rutukoyring saman við Auto og Oyggjarutuni. Hesir Ford Zephyr vórðu framleiddir av Ford Motor Company í Onglandi frá 1962 til 1966. Mynd: Hans Jacob Magnussen

Bilurin er ein Thames lastbilur nr. FØ36 hjá Martin Eliasen. Myndin er tikin í Fuglafirði í 50-unum. Menninir eru f.v.: Jóhannes Jacobsen, Martin Eliasen, sum eigur bilin, Jógvan Ólason, Johannes M. Johannesen (Hannis) og Símun Pauli Øre, vanliga nevndur Poll. Myndaeigari: Landsverk

Standard Vanguard nr. Fø444 hjá Finni Olsen í Fuglafirði. Menninir á myndini eru f.v. Johan Ellendersen, Al­bert Róin, Esbern Thomsen, Arnold Abrahamsen og eig­ar­in av bilinum, Finnur Olsen. Myndin er tikin á Kirkjuryggi í Fuglafirði umleið 1955. Myndaeigari: Finnur Olsen