Guðrun Gripsheygg átti dóttir sína Annu í 2023. Alt gekk væl tá hon gekk við barninum, men 13. januar bleiv hon innløgd við nógvari pínu í livrini.
- Tey staðfestu at eg var sera sjúk, og bleiv send til Danmarkar alt fyri eitt. Hetta var tann dagin eg fylti 35 ár.
Guðrun Gripsheygg hevði præeklampsi, vanliga kallað fosturvatnseitran.
- Eg spurdi hvussu leingi eg skuldi vera innløgd, men tað vistu tey ikki. Av tíð at eg var komin so stutt, skuldi eg ganga so leingi sum gjørligt við barninum.
Skannarin vísti at barnið var lítil, tað var mett til at vera í viku 28 í stødd, tí tað hevði fingið ov lítla føðslu. Tveir dagar eftir at hon var komin á ríkissjúkrahúsið versnaði støðan, og Guðrun átti dóttrina við keisaraskurði, hetta var í viku 30 í viðgongutíðini.
- Tey runnu avstað við Annu, maðurin Jónhard fór við, og eg lá eftir.
Dóttirin skuldi beinanvegin hava viðgerðir, og tí gekk nakað av tíð áðrenn Guðrun sá barnið hon hevði fingið.
- Í fyrstani tordi eg ikki at taka hana, tey bóðu meg leggja meg í songina, og eg fekk hana til mín. Hon var evarska lítil, og húðin var gjøgnumskygd.
Guðrun Gripsheygg og dóttirin Anna vóru innlagdar á Ríkissjúkrahúsinum í ein mánað. Servitanin á Ríkissjúkrahúsinum var stór, men tað var eisini svárt, tí hvønn dag skuldi dóttirin kannast, eitt nú fyri heilabløðingar, tí børn sum eru fødd ov tíðliga eru í vanda at fáa heilabløðingar.
- Tey komu inn at prika hana í halin, fyri at vita hvussu hon hevði tað. Tað var tungt sum foreldur at sita her hjá hesum lítla menniskjanum, tí tú fart einki gjørt. Har vóru leidningar, slangur og pipparí, allatíðina.
Ofta steðgaði dóttirin at anda, tá fóru alarmar frá, og læknar og sjúkrasystrar komu rennandi.
- Tú noyðist at rista í børnini fyri at tey skulu anda. Slíkar hendingar sita djúpt, og tað kann vera trupult at finna onkran at tosa við um hetta. Johanna og eg hava tosað um tað, og tað er heppið at vit hava hvørja aðra.
Tað var neyðugt at vera serliga varin tá fólk komu at vitja.
- Øll gleða seg til at vísa barn sítt fram, men í okkara støðu bleiv tað so, at vit noyddust at biða fólk um ikki at koma ov nær, og ikki røra við.
Merkti einki lív í búkinum
Í 2015 var Johanna Lindenskov Joensen við barn, hon gekk við triðja barninum. Í september var hon til arbeiðis, tá hon varnaðist at einki lív merktist í búkinum. Hon ringdi oman á sjúkrahúsið, og fekk boð um at koma beinanvegin.
– eg slapp framat skannaranum, og tær sóu beinanvegin at har var okkurt heilt galið.
Tað vísti seg, at eingin føðsla fór ígjøgnum nalvastreingin, og soleiðis hevði nokk verið í eina tíð. Johanna fekk boð um at fara heim at pakka, tí hon skuldi við flúgvaranum um kvøldið. Soleiðis bleiv kortini ikki, eingin flúgvari fór avstað tað kvøldið, og tí noyddist Johanna avstað beinanvegin. Hon náddi ikki at taka nakað við sær, og hon hevði ikki tíð at siga børnunum frá.
Katrina bleiv fødd í burðarviku 28 við keisaraskuri á Ríkissjúkrahúsinum, hon vigaði 950 gram.
Áðrenn føðing, fingu tey at vita hvussu mannagongdin var, hvar pápin skuldi standa, og hann skuldi koma við tá barnið var føtt.
- Tey fóru avstað við barninum hjá mær. Eg spurdi hvat fyri kyn tað var, men eingin lurtaði eftir mær, tey runnu avstað oman á neontal deildina við henni, meðan eg lá eftir. Tað kendist órættvíst at eg skuldi liggja har, og einki fáa at vita.
Katrina varð fødd alt ov tíðliga, men henni feilti einki, hon var bara alt ov lítil, og óbúgvin.
- Tá tá tú sært barnið fyrstuferð, ivast tú um tað er fuglur ella fiskur. Alt er evarska lítið, húðin er reyð og loðin, og kroppurin fer út í eitt, tí bleiv eg ógvuliga glað, tá eg sá at hon hevði kjálkar.
Johanna og Katrina vóru innlagdar á Ríkissjúkrahúsinum í seks vikur. Dóttirin bleiv kannað, og fekk nógvar sproytur.
- Tú blívur serfrøðingur í at taka fepur, viga og máta.
Johanna slapp at gera nógv sjálv, hon pumpaði út, mjólkin bleiv goymd í kuldaskápi, blandað og givin við sondu.
Fyri at sleppa undan at brúka andingartól, lá Johanna við dóttrini so nógv sum gjørligt.
- Eg las eina rúgvu av bókum, tí tú kanst ikki gera nógv annað enn at liggja.
Katrina tók væl uppá, og tá tær komu heim høvdu tær ilt fløskur við, men tað var ikki brúk fyri teimum, tí hon kláraði at anda sjálv.
- Vit høvdu lyft, føroyska undirtroyggju, og hon var ballað væl. Túrurin gekk væl, og tað var gott at koma heim til eldru genturnar.
Bæði Johanna og Guðrun blivu innlagdar við døtrunum á føðideildini, tá tær komu heim til Føroya. Skiftið ímillum sjúkrahúsini var avbjóðandi.
- Á føðideildini á Landssjúkrahúsinum gekk eg ímillum frískar mammur. Tey vóru blíð og fitt, og tóku væl ímóti okkum, men eg haldi ikki tað var neyðugt at vit skuldu vera so leingi, sigur Johanna Lindenskov Joensen.
Heilsufrøðingurin kom at hyggja til Katrinu á føðideildini, og tað var gott at hava eitt líðandi skifti frá sjúkrahúsinum, til farið var heim. Heilsufrøðingurin fylgdi menningini hjá Katrinu, líka til hon fór at ganga. Tá hon var eitt ára gomul, var hon ikki búgvin at fara í vøggustovu, og fekk eisini staðfest hjartafeil. Johanna var tí heima við dóttrini í eitt ár afturat. Katrina bleiv operera og hevur ikki longur hjartafeil.
- Eg minnist tá eg lá á Ríkissjúkrahúsinum, tá eg hevði átt at eg hugsaði at hetta fer at vera øðrvísi, og tað hevur tað verið allan vegin ígjøgnum. Hon var tvey ár tá hon fór í vøggustovu, fýra tá hon fór í barnagarð, og for eitt ár seinni enn javnaldrarnir í skúla.
Katrina bardist í móðurlívi, og hon stríðist enn.
- Hon er eitt lívstykkið av Guds náði. Hon er sjónlig har sum hon er, tímir ikki at sita í frið, spyr og svarar alt í senn.
Katrina er væl fyri á summum økjum, og verri fyri á øðrum, og tí er týdningarmikið at lærarar eru fyrireikaðir uppá støðuna hjá henni.
Evnisdagar fyri avvarandi og fakfólk
Hóast báðar genturnar eru væl fyri í dag, hevur tað fylgir at vera føddur ov tíðliga. Tí hava Johanna og Guðrun tikið stig til evnisdagar fyri avvarandi, og fakfólk, sum arbeiða við børnum sum eru fødd ov tíðliga. Yvirskriftin er, Fylgir av at vera ov tíðliga fødd hvørva ikki av sær sjálvum. Fá innlit í orsøkirnar til fylgjurnar og møguleikarnar fyri at bøta um tær.
Danski serfrøðingurin Jonna Jepsen fer at greiða frá.
- Tá eg fekk Annu var eg heppin at eg visti um Johannu áðrenn, tí so hevði eg onkran at tosa við, tí tú fær lítla kunning, eg saknaði at fáa ein faldara. Eg veit um nógvar mammur sum hava roynt hetta, sum vilja hittast tí tú ert ógvuliga einsamøll í hesum.
Anna er trý ár, og hóast hon er minni enn javnaldrarnir, leggur Guðrun Gripsheygg dent á, at hon skal klára tað sama sum hini børnini, og sum foreldur stuðla tey henni við tí sum er trupult. Tað sum Guðrun oftast hoyrir, tá hon greiðir frá at dóttirin er fødd ov tíðliga, er at henni feilar einki.
- Tey meina tað væl, og eg eri glað fyri at tey halda tað, men tey síggja ikki tað stríð hon hevur, eitt nú hvussu útlúgvað hon er tá vit koma heim frá dagsstovninum.











