Landsliðsleikarin, David Geza Turi var besti leikarin á vøllinum, sambært Soccerstand, tá Grimsby Town í fyrsta útidystinum hetta kappingarárið leikti javnt 0-0 móti Walsall.
Frá Soccerstand fær Geza karakterin: 7,9 (av 10 møguligum). Frá Sofascore fær Geza karakterin: 7,2.
Bert tríggjar málroyndir í dystinum vóru innanfyri málrammurnar. Heimaliðið hevði tvær og Grimsby hevði eina.
Grimsby hevur fýra stig fyri tveir teir fyrstu dystirnar, og tað er ein góðkend byrjan.
Komandi leygardag klokkan 15 tekur Grimsby móti Fleetwood á Blundell Park leikvøllinum.
HER eru hæddarpunktini frá dystinum Walsall-Grimsby Town 0-0. Geza hevur nummar 15 á rygginum:
##med2##










