Fríggjakvøldið vóru Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel fyri sætta ósigrinum á rað í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Hesaferð gjørdist talan um stórtap 18-29 á heimavølli fyri gamla liðnum hjá Kjartani, Lemvig-Thyborøn.
Tað var ein syndarligur standur hjá Vendsyssel í fyrra hálvleiki. Lemvig-Thyborøn var á odda 15-3 í steðginum. Tað er ógvuliga sjáldsamt, at eitt lið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini bert skorar trý mál upp á ein hálvleik.
Í øllum dystinum skoraði Kjartan trý mál.
Vendsyssel er nummar 10 í deildini við 12 stigum.
18. januar spælir Vendsyssel dyst á útivølli móti Rækker Mølle.











