HM: Føroyar eru í bólki við Portugal, Póllandi og Algeria

Drigið er til innleiðandi HM-bólkarnar í München

Skíggjamynd: IHF

Føroyar endaðu í innleiðandi HM-bólki F, har mótstøðuliðini eru Portugal, Póllandi og Algeria.

 

Talan er um eitt minni gott lutakast. Pólland var millum sterkastu liðini í styrkisbólki 3, og Algeria er ikki eitt lið, ið er lætt at syfta. Portugal endaði fjórðfremst í seinasta HM-endaspælinum, og teir endaðu á fimta plássinum í seinasta EM-endaspælinum. So talan er um eitt sera sterkt lið. 

 

Føroyar vóru í styrkisbólki 2.

 

Føroyar koma at spæla sínar innleiðandi dystir í Magdeburg í eystara partinum av Týsklandi.

 

Týska meistaraliðið, SC Magdeburg hevur víst Óla Mittún stóran áhuga, og sleppur hann nú at vísa seg fram í Magdeburg. 

 

Enda Føroyar millum trý tey ovastu liðini í innleiðandi bólkinum skulu okkara kappast í millumumfarinum um rættin at vinna seg í fjórðingsfinalurnar.

 

Eitt møguligt millumumfar hjá Føroyum verður leikt í ZAG Arena í Hannover, ið er heimavøllurin hjá liðnum hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf.

 

Enda Føroyar aftast í innleiðandi bólkinum, so skulu okkara kappast um endastøðurnar millum nummar 25 og 32, har fremsta liðið vinnur President´s Cup.

 

President´s Cup verður leikt í Magdeburg. 

 

Fjórðingsfinalur, hálvfinalur, bronsudysturin og finalan verður leikt í Lanxess Arena í Köln.

 

HM-endaspælið verður leikt dagarnar millum 13. januar og 31. januar. 

 

HER er alt lutakastið:

 

##med2##

 

 

 

Skíggjamynd: IHF