Fróði Løkságarð
Við einum kaffikoppi í hondini, og tónleikarásini VH-1 bleiktrandi á sjónvarpsskíggjanum í bakgrundini, sita vit í hugnaligu uppihaldsstovuni í Studio Pegasus í Klaksvík. Tað er sunnudagur, kavin liggur tjúkkur uttanfyri, og innanfyri døggutu rútarnar, í flógva rúminum, hava vit fingið Arnfríð Lützen at sessast til eitt prát um tónleik, framtíðarætlanir og fyrimyndir.
Arnfríð er 17 ára gomul. Hon var liðug við 10. flokk í fjør, og hevur síðani starvast á Roykivirkinum í Klaksvík. Arnfríð er næst elst av fýra systrum. Foreldrini eru bæði úr Klaksvík, men tey flestu av barnaárunum hevur Arnfríð búð í Gøtu. Ikki fyrr enn hon fór í 10. flokk, fluttu tey aftur til Klaksvíkar. ? Tað var ikki nøkur stuttlig tíð, mær longdist illa aftur til Gøtu, so eg var hvørt einasta vikuskifti í Gøtu, so tú kanst ætla at eg bleiv ofta spurd um eg ikki búði í Klaksvík longur. Nakað sum hon saknar eftir at vera flutt úr Gøtu, er umhvørvið rundan um losjuna, har tey ungu javnan hittust bæði til at lurta eftir, og sjálvi at spæla tónleik. Hyggja vit at teimum nøvnum sum seinastu árini hava verið frammi innan tann heimliga tónleikin, sæst at fleiri av teimum hava traðkað sínar barnaskógvar í losjuni í Gøtu, so alt bendir á at losjan hevur verið eitt kveikjandi umhvørvi.
Sjálvt um tað neyvan eru mong sum minnast tað, ella yvirhøvur vita tað, so var røddin hjá Arnfríð fyrstu ferð at hoyra á eini útgávu, longu tá hon var smágenta. Hon og nakrar vinkonur vóru við á eini útgávu hjá Símun Konoy, har tær sungu kór á einum lagi. ? Men hatta nýtist tær ikki at skriva, leggur hon afturat. ?Eg havi altíð sungið, sigur Arnfríð tá vit freganst eftir nær hon av álvara byrjaði. ?Eg og elsta systurin plagdu at syngja tá vit vóru lítlar, eg haldi at tað hevur altíð verið har. Hon vil ikki beinleiðis viðganga at hon er av musikalskari familju, men sigur at pápin plagdi at spæla guitar fyrr, og at hon hevur hoyrt okkurt um at mamman eisini hevði sungið sum yngri.
Byrjaði hjá Símun Konoy
Fyrstu ferð Arnfríð sang til eitt alment tiltak, var tá hon gekk í framhaldsdeildini í Fuglafirði. Til eitt jólahald hevði tónleikalærarin hjá henni fingið hana og vinkonuna Eivør Pálsdóttir at syngja saman. ? Eg minnist at eg hevði øðiligar nervar, men tá eg stóð har og var byrjað at syngja var alt burtur, soleiðis havi eg havt tað líka síðani. Eg havi nervar hvørja ferð eg fari á pallin, men tá ið eg eri komin í gongd, so eru teir púrasta vekk, sigur Arnfríð um sína fyrstu almennu framførðslu. Frammanundan hesi framførðsluni í Fuglafirði hevði Arnfríð bara sungið fyri familju og vinum, eitt nú til onkran føðingardag og onkra konfirmatión.
Ársins Songrødd
Seinni sama ár fingu allir tónleikahugaðir føroyingar møguleika fyri at hoyra Arnfríð syngja. Onkrar vinkonur hjá henni høvdu meldað hana til kappingina um at gerast ársins songrødd, so tað var bara at leypa í tað. Hon og vinkonan Eivør Pálsdóttir, megnaðu báðar at koma víðari frá innleiðandi umfarinum í kappingini og sluppu við til finaluna sum var hildin á Kambsdali. Eivør Pálsdóttir vann kappingina hetta árið, bara 13 ára gomul. Longu árið eftir hevði onkur aftur teknað Arnfríð til innleiðandi umfarið í Klaksvík. Sangurin var My Heart Will Go On, og hesaferð gekk enn betur enn fyrru ferð. Eftir at hava vunnið innleiðandi umfarið í Klaksvík, vann hon eisini finaluna á Kambsdali. ? Tað var eitt fantastiskt upplivilisi, serliga tí at eg als ongar vónir hevði um nakað sum helst, sigur hon, tá talan fellur á minniligu løtuna á Kambsdali.
Eftir hetta byrjaði av álvara at vera boð eftir Arnfríð og rødd hennara. Studio Pegasus liggur í grannalagnum har Arnfríð dagliga búleikast, og eisini har høvdu teir hoyrt um unga sangfuglin. Tá tørvur var á at fáa onkran at syngja kór var sum oftast boð sent eftir Arnfríð. Úrslitið av hesum er, at hon er at finna á bæði útgávum hjá Aria, I am og Wild Child.
Luttikið á fleiri útgávum
Seinni fekk Arnfríð eisini møguleikan at royna seg einsamalla. Skúlin er liðugur, er heitið á sangi, sum er at finna á savnsfløgu sum Studio Pegasus gav út í 1999, og har er tað Arnfríð sum eigur røddina. Seinni sama ár var Arnfríð drigin uppí eina enn stórri framleiðslu. Kular Røtur er heitið á eini barnafløgu sum kom út stutt undan jólum í fjør. Á hesi útgávu eru tað Arnfríð og Jógvan Hansen, sum er kendur úr Aria, sum eru høvuðssangarar. Vera hon er well, bilurin hjá okkum og Brúsi eru í dag sangir sum flestu børn í Føroyum kunnu skrála við til.
Fyri stuttum fingu tey sum luttóku á Kular Røtir so møguleikan at royna seg á palli við løgum av útgávuni. Hetta var tá Creamy vitjaðu í Føroyum og hildu tvær konsertir. Kular Røtir stóð fyri upphitingini av stóru mannamúgvunum, sum vóru samlaðar. ?Tað var ótrúliga stuttligt, eg havi ongantíð sungið fyri so nógvum fólkum fyrr. Tað var eitt heilt serligt upplivilsi, børnini livdu eisini ótrúliga væl við. Annars sigur Arnfríð seg ikki gera nógvan mun á at syngja fyri børnum ella fyri vaksnum áhoyrarum. ? Tað er altíð stuttligt at syngja, bara fólk tíma at lurta.
Next stop Ísland
Enn bleiktar sjónvarpið í bakgrundini, og eitt av andlitunum sum trínur fram á skíggjan er tann blaðunga Lee Ann Rimes. ? Eg blívi heilt øvundsjúk tá eg síggji hana og Britney Spears, tær eru javngamlar við meg, og hygg hvussu langt tær eru komnar. Aftaná hesa útsøgnina fellur tosið náttúrliga á hvørjar fyrimynidir hon hevur sum sangarinna. Her er tað serliga eitt navn sum gongur aftur. ? Mariah Carey hevur eina heilt ótrúliga rødd, sjálvt um hon kanska jodlar eitt sindur for nógv til tíðir, leggur Arnfríð varliga afturat. Eisini Whitney Houston er at telja millum fyrimyndirnar. ? Eg haldi at mær dámar sum heild væl tær littu sangarinnurnar, tað er nakað serligt við teimum myrku røddunum.
Sjálv hevur Arnfríð eisini dreymar um at koma víðari við sanginum. Gongur alt sum ætlað so verður fyrsta stigið á leiðini longu tikið í summar. ? Eg havi fingið samband við ein tónlistaskúla í Íslandi, har eg havi ætlanir, at fara at ganga til sangfrálæru. Eg vil gjarna læra at brúka røddina hjá mær betur, enn havi eg einki lært um sang, so har er nógv at fara eftir. Arnfríð sigur víðari at hetta ikki er nakar dýrur skúli, og hon veit um onkrar føroyingar sum ganga og hava gingið har, og at tey lata øll rættuliga væl at. ?Tá man er ungur so hevur man hug til so nógv, so tað verður fyrst og fremst ein fíggjarligur spurningur, eitt nú eru tað eisini nógv ymisk lond sum eg kundi hugsað mær at sæð, men tú kanst ætla at tað er ringt at samla pengar, tá man samstundis skal fylgja móta og liva eitt vanligt lív sum onnur ung. Men hetta at fara til Íslands er veruliga nakað sum eg vil.
Klaverspæl og sangskriving
Umframt at fáast við sang, so gongur Arnfríð eisini til klaverspæl. ? Eg byrjaði aftur fyri stuttum sigur hon. ? Upprunaliga byrjaði eg at ganga til klaverspæl hjá einum onglendingi sum 10 ára gomul, tá vit búðu í Gøtu. Men tá hesin lærarin flutti av landinum, datt eisini klaverspælið hjá mær niðurfyri. ? Fyrimunurin við at duga at spæla okkurt ljóðføri er at tú kanst skriva tínar egnu sangir, sigur Arnfríð um orsøkina til at hon er farin undir klaverspælið aftur. Sum flest onnur sum fáast við at syngja, so hevur Arnfríð eisini ein dreym um einaferð at geva eina fløgu út. ?Skuldi eg farið undir nakað sovorið, so vildi eg havt at ein partur av tilfarinum skuldi verið mítt egna, og tað havi eg einki av í løtuni. ?Eg havi onkuntíð roynt at gjørt okkurt lag við guitar, men so skjótt man hevur verið burtur frá tí í fimm minuttir so hevur man longu gloymt hvussu tað var, so tú kanst ætla at tað gongur seint fyri seg. Hetta heldur hon fyrst og fremst skyldast at guitarspælið er nakað vánaligt. Pápin hevur lært hana nakrar akkordir, restina hevur hon bara sjálv miksað seg fram til.
Burtursæð frá tónleikinum, so hevur Arnfríð onki frítíðarítriv. ?Eg spældi fótbólt fyrr, men tá vit fluttu til Klaksvíkar so datt tað niður fyri. Hon vil tó ikki vera við at hetta er orskað av trúskapi móti gamla felagnum hjá sær. ? Nú er tað tónleikurin sum fer við allari tíðini, tá eg ikki eri til arbeiðis. Í løtuni er tað ein nýggj útgáva við Kular Røtur sum er á skránni. Tilfarið er tað mesta klárt og farið er undir innspælingarnar, sigur Arnfríð at enda. Kular røtur er meiri enn bara fløguútgávur. Einaferð seinni í hesum mánaðinum verður skipa fyri stórum tiltaki á kambsdali, har Kular Røtur verða høvuðsnavnið. Umframt at geva fløgur út og at skipa fyri konsertum, so hava fólkini aftan fyri kular røtur eisini lagt eina heimasíðu út á allnótina.
Tann tóma kaffikannan, og hálvfulla øskutrogið geva greiðar ábendingar um at nú hava vit sitið leingi, og tíðin er búgvin at reisa seg aftur. Arnfríð biður farvæl, og traðkar út í tjúkka kavan, og setur kós móti húsum aftur. Heim til guitarin og klaverið, og allar teir óskrivaðu sangirnar sum sveima í høvdinum á henni sum sum tilvildarlig orð og leysir nótar, sum enn mangla at vera settir í skipan.