Norðurlandahúsið:
Í øllum desemburrokanum kann tað vera gott at steðga á eina løtu og njóta jólafriðin í glæmuni frá kertiljósunum.
Tí bjóðar Norðurlandahúsið inn til eina friðarliga morgunstund, har kvinnukórið Silvitni fer at fylla forhøllina við vøkrum acapella-sangi, meðan Tita borðreiðir við einum heitum drekkamunni og “lussikattum” eftir svenskari uppskrift.
Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo












