4 brunnar eftir
Analysa
Hesaferð hjá italska fyristøðufelagnum ENI, og har Føroya Kolvetni er við. Eingin ivi ? eitt bakkast fyri Føroyar sum komandi oljutjóð. Í eini tíð har ein risastór oljukelda fyri og onnur eftir á stóru dýpunum út fyri Vesturafrika opinberar sínar goymslur, og har oljuríkidømið undir irakiska sandinum bara bíðar eftir at floyma upp, sigur tað seg sjálvt, at eitt spildurnýtt og dýrt atkomiligt øki sum føroyski landgrunnurin hevur ikki ráð til alt ov nógvar turrar brunnar, áðrenn oljufeløgini missa áhugan og rýma og heldur velja at váða sínar pengar á meiri trygga grund.
Hetta er tó ikki so einfalt, sum tað kann síggja út til. Tí oljufeløgini hava nevniliga bundið seg til at bora tilsamans 8 brunnar. Og her er eftir øllum at døma eingin góða mamma. Føroysku myndugleikarnir tryggjaðu sær, tá teir góvu loyvini, at feløgini bundu seg til at bora ella at gjalda tað boringarnar kosta ? tvs. eftir ?drill or pay? konseptinum. Men hví gjalda fleiri hundrað milliónir beinleiðis í føroyska landskassan heldur enn at royna eydnuna, tí tað kundi verið tú rakti við næstu ella triðju ferð og harvið fekk bingo.
Støðan í løtuni er tann, at BP skal bora tveir brunnar aftrat, Statoil ein og Amerada Hess ein. Hetta skal verða gjørt innan august 2006. Hvussu sær so framtíðin út? Vit kunnu gera metingar út frá okkara egna veruleika og út frá, hvussu man hevur borið seg at aðrastaðni.
Givið er at feløgini, um tey vilja sleppa burtur úr sínum boriforpliktilsum við m.a. at vísa til, hvussu ?lætt? tað er aðrastaðni, sleppa tað ikki uttan víðari. Tá víst verður til at borast skulu einir 5 brunnar fyri at gera eitt fund, er greitt, at vit eru ikki komin á mál, tí enn eru ?bert? 4 brunnar boraðir. Fyrr var tummilfingraregulin lutfallið 9 til 1. Og tá vit so vita, at hetta er eitt spildurnýtt øki, krevur tað eisini størri arbeiði og váða í byrjanini. Vit mugu tí ganga út frá, at feløgini fara ikki at skunda sær. Heldur fara tey at brúka ta neyðugu fyririekingartíðina og tað kann merkja, at tað helst ikki verður borað aftur á landgrunninum fyrr enn í 2005 ella møguliga í 2006. Also eingin oljuboring á landgrunninu næstu tvey árini. Hetta sendir so eisini nøkur týðandi og ikki serliga hugalig signal til føroysku veitararnar. Tað staðfestir so aftur týdningin av, at føroyskar fyritøkur bara hava havt oljuvinnuna sum eitt eyka bein. Hvørja avleiðing hetta kann fáa fyri oljuútgerðarhavnina í Runavík er so ein annar spurningur.
Lat okkum fyrst taka BP/Shell samtakið. Ein turran brunn og tveir eftir at bora. Fyrst vóru vónirnar sera góðar. Síðani bendir nógv á, at jarfrøðingarnir hjá feløgunum hava mist trúnna uppá at finna nakað í tí loyvinum, sum øll vildu hava fatur á, men sum BP fekk, tá tað beyð sær at bora heilar tríggjar brunnar. BP serfrøðingarnir hava verið sera kúrrir og hava helst bíðað eftir úrslitinum av ENI-brunninum, sum liggur ikki so langt vekk frá teirra loyvi. Hugsast kann eftir hetta, at BP fólkini eru enn meira ivasom. Men tey vita, at teir tveir brunnarnir skulu borast so ella so. Ein møguleiki er so at gera sum Amerada Hess og fara longur niður og vita, um tað er har olja goymir seg. Hetta merkir, at tú skal fara heilt burtur frá tí upprunaliga grundarlagnum, útgangsstøðinum, sum var Foinaven og Schiehallion modellið.
Ein annar møguleiki er at leggja ?Gullhornið? á hillina eitt bil og heldur brúka orkuna uppá at leita onkra aðrastaðni í Gullhorninum ella uttan fyri tað, møguliga inni á basaltinum. BP hevur bundið seg at bora tveir brunnar aftrat í sínum loyvi. Kann tað hugsast, at tað sleppur við at bora bara annan teirra, um tað váðar nakað heilt nýtt, t.d. at bora á basaltinum? Hetta eru sum áður nevnt spekulatiónir. Vit mugu so eisini taka hædd fyri, at BP hevur einki 9 ára loyvi at fara til eins og t.d. Statoil hevur tað. Eftir tøgn í eina tíð verður tað sera áhugavert at hoyra, hvat ?lokomotivið? á landgrunninum fer at fyritaka sær nú! Verður ferðin økt aftur við kós norðureftir? Ella longur niður? Tað er neyvan heldur hugsandi, at myndugleikarnir fara at ?tvinga? BP at bora tveir brunnar í einum ?turrum? øki, um endaligu niðurstøðurnar hjá BP eru ella verða, at tað er sannlíkt, at har er einki at fara eftir í sínum loyvi.
Statoilsamtakið hevur víst seg at vera meira opið og virkið eftir sín turra brunn. Í løtuni verða gjørdar framkomnar seismiskar kanningar á 9 ára
loyvinum. Umboð fyri felagið hava víst á, at tey ikki hava slept vónunum enn, hóast tey negativu úrslitini á landgrunninum. At Statoil sum fyristøðufelag
fyri tí stóra 9 ára loyvinum framvegis heldur tørn, og hevur nógv fólk, ið arbeiðir við føroyaøkinum, kundi bent á, at hesin norski oljurisin hevur sett sær fyri at
vera verandi í Føroyum og taka á seg nýggjar váðar. Ella at politikkurin er, at so leingi tú ert á einum øki, verður full orka løgd í, inntil ein onnur avgerð verður tikin. Um úrslitið av seismisku kanningunum á 9 ára loyvinum er væleydnað, kann tað so hugsast, at
Statoilsamtakið fer at biðja Oljumálaráðið um loyvi at flyta sín leitibrunn úr Gullhorninum og inn á 9 ára loyvið ístaðin? Spekulatiónir og tó! Ikki ein
heilt ólogisk niðurstøða, um 9 ára loyvið sær meira lovandi út enn ein nýggj boring í 6 ára loyvinum í Gullhorninum. Kanksa er tað hesin eyka møguleikin, ið ger, at Statoil kann leggja seg meira afturá í teirra metingum um Føroyaøkið.
Síðani er tað Amerada Hess, sum fann Marjun kelduna. Vit hava hoyrt ómetaliga lítið eftir at avmarkingarbrunnur varð boraður bretsku megin markið. Hvat skulu vit so leggja í tað? Kann tøgnin hava nakað at gera við nýggju heimsstrategiina hjá felagnum, har man so spakuliga sleppur sær úr ellad minkar um virksemi í Norðureuropa? At man vil niðurtrappa í Føroyum t.d. ella kanska heilt pakka saman? Tað kann sjálvandi eisini bara vera partur av spælinum, at tú heldur lágan profil, meðan metingar og tulkingar verða gjørdar. Ben Arabo, stjóri hevur sagt, at teir enn tulka og viðgera seinastu seismisku kanningarnar. Fyrr enn tær fyriliggja vil man einki siga um, nær og hvar verður farið til verka aftur.
Øll bíða spent eftir at vita, hvør lagnan verður hjá Marjunkelduni. Hess samtakið skal bora ein kanningarbrunn aftrat, og tað kann hugsast, at man vil brúka henda brunnin sum avmarkingarbrunn til Marjunkelduna eisini. Spurningurin er so, um Oljumálaráðið fer at góðtaka tað, tí hetta skal vera ein kanningarbrunnur. Men ?kært barn har mange navne?, so tað verður sjálvandi ilt at gera av, um seinni brunnurin hjá Hess verður ein kanningarbrunnur burturav ella hann verður ein kombinatión av einum leiti- og einum avmarkingarbrunni. Time will show. Tíðin fer at vísa tað.
Tað besta fyri økið hevði sjálvandi verið, at Hess átók sær ein heilt nýggjan avmarkingarbrunn í føroyskum øki til at loysa Marjungátuna umframt at skula bora ein kanningarbrunn aftrat í loyvinum.
ENI átti so 4. brunnin. Eftir stendur felagið við einum 9 ára loyvi, har tað skal taka støðu til framhaldandi kanningar og helst boring eisini ella tað skal siga takk fyri hesaferð. Helst fer felagið at halda fram so ella so. Spurningurin er so, hvussu verður við skrivstovuni í Havn. Helst verður hon at halda fram men við lægsta blussi. At Føroya Kolvetni tók á seg ein so stóran váða sum at fara úr 7% upp í 25% í báðum loyvunum hjá ENI kann týða uppá, at vónirnar til 9 ára loyvið eru so mikið stórar, at tað verður hildið fast um tað.
Aftrat øllum hesum kemur so, at Anadarko eisini hevur eitt 9 ára loyvi burturav umframt at vera við í Statoil loyvinum. Felagið hevur víst stóran áhuga at halda fram við sínum arbeiði á landgrunninum og komandi tíð fer so eisini at vísa, hvørja avtalu tað fer at gera við myndugleikarnar.
Summa summarum má sigast, at Gullhornið er minni gullrandað enn tað hevur verið. Treyðugt so ? økið er stórt og eru boraðu brunnarnir bert ein dropi í havinum. Vit kunnu rokna við minni fokus á økið men tað verður ikki slept. Vit síggja ein stóran áhuga fyri at halda fram við 9 ára loyvunum, ið eru økini norðan og vestan fyri Gullhornið.
Hvør endin verður ella nær og hvar talan verður um eina nýggja byrjan fer bert tíðin at vísa. Oljuleiting krevur umframt orku, tol og tíð. Men hetta er so eisini ein spurningur millum føroysku oljumyndugleikarnar og oljufeløgini. Um hesi kunnu finna fram til eina semju, ið um somu tíð, er góð fyri leitingina og fyri oljufeløgini. Tað verður ein torfør ballansugongd. Sigast má tó um Oljumálaráðið, at tað hevur dugað væl at halda áhuganum gangandi og at seta tey neyðugu krøvini. Nú eru vit so í eini fasu, har tað eisini verður brúk fyri liðiligheit og lurtan eftir hvørjum øðrum. At síggja nýggjar møguleikar. Og kanska er tað júst nú, at tað eisini er brúk fyri eini nýggjari útbjóðing, sum kann fáa eisini onnur oljufeløg at vísa áhuga, tó at tað í skrivandi løtu ikki sær alt ov bjart út.
Oljumálaráðið hevur spælt síni kort væl. Drill or pay er ein rættur politikkur í einum jomfrúuligum øki sum tí føroyska. Tað tvingar oljufeløgini til at hugsa kreativt. Bólturin er harvið hjá oljufeløgunum.
Men hvat BP ætlar, sum var mest agressiva oljufelagið í byrjanini, verður áhugavert at frætta nærri um. Og sjálvandi: hvat ætlar OMR við teimum fýra brunnunum í Gullhorninum, við 9 ára loyvunum og við eini nýggjari útbjóðing!
Hin stóri spurningurin, sum vit helst fara at síggja og hoyra meira til komandi tíð, er hvussu tað hevur eydnast at fáa føroysku vinnuna við í uppgávurnar. Hvussu gekst við ENI boringini í so máta verður uttan iva ein av tjakspurningunum í næstu framtíð. Og hvussu hava myndugleikarnir megnað at fáa oljufeløgini at liva upp til lógina ella andan í lógini um føroyskan kaikant. Og sum rosinan í pylsuendanum: hvussu hevur lógarinnar orð hóskað og livað upp til vónir og avbjóðingar.










