GÍ er farið solo

Við sigrinum á B36 søkti GÍ enn eitt oddalið, og støðan minnir nú aftur á gula tíðarskeiðið miðskeiðis í 90?unum

 

Fótbóltur


Annað vikuskiftið á rað skuldi GÍ spæla oddadyst, tá besta mansliðið hjá B36 um vikuskiftið legði leiðina til Gøturnar. Undan hesum dystinum hevði einki av mótstøðuliðunum skalað gøtumenn, men B36 hevði hinvegin heldur ikki tapt nakran dyst, so í so máta tóktist alt at vera púra opið. Eisini hóast GÍ í steypakappingini vann sannførandi á árstalsfelagnum úr høvuðsstaðnum.


Bragdlig byrjan

Ofta er vandin í slíkum dystum, at liðini bæði gerast ov varin. At eingin parturin torir at vága ov nógv frameftir, tí óttin fyri at tapa er størri enn viljin til at vinna.

Soleiðis tóktist tíbetur ikki at vera sunnudagin. Frá fyrsta bríksli tóktist greitt, at bæði liðini ætlaðu sær trý stig, og tí varð dentur eisini lagdur á álopsspælið. Ikki ókontrollerað, men tú hevði ongan tíð varhugan av, at talan fór at gerast um ein 0-0 dyst. Bæði liðini høvdu eisini beinan vegin nakrar naskar royndir. Nærmast mundi B36 vera, tá John Petersen slapp leysur á baklinjuni, men Hallur Hansen fekk tó beint bóltin út til horna.

GÍ hevði kanska ikki teir heilt stóru møguleikarnar hesa løtuna, men hinvegin var í fleiri førum heilt nær við, at teir gjørdist leysir. Ikki minst tí Johan Nielsen enn eina ferð hevði lisið upp á uppgávuna, og legði stórt trýst í vinstra borðið, har Bjarni Prior hevði stórar trupulleikar av at halda Henning Jarnskor, sum eisini varð væl stuðlaður av Sámal Joensen og Magna Jarnskor.

Somikið stórir vóru trupulleikarnir hjá Bjarna, at hann varð tikin út (hálvskaddur ?) eftir knøppum 20 minuttum, men tá hevði GÍ longu gjørt sær dælt av opnu síðuni og lagt seg á odda. Vandin tóktist annars at vera hæsaður av, tá ein sending frá Sámali til Henning tóktist ov long, men meðan Bjarni tók seg aftur í taklingini, fekk Henning kortini fatur á bóltinum, og tá hann so sendi innfyri, leyp altíð vandamikli Helgi L. Petersen upp og stútaði bóltin í málið. Kanska hevði hann ikki farið inn, um ikki Arnbjørn avrættaði, og harvið snýtti málverjan, men mál var so undir øllum umstøðum.


Marginalarnir

Ofta verða smáu marginalarnir nevndir í fótbólti, og málið til 2-0 hjá gøtumonnum bar eisini boð um, hvussu nógv hesir hava at siga. B36 var í álopið, og eftir sera gott samanspæl varð bólturin lagdur innfyri til ein púra leysan John Petersen. Hesin stútaði tó beint á málverjan, og tá hesin so sparkaði út, var tað samstundis byrjanin til eitt mál, sum væl kann gerast kandidatur til tað besta á árinum.

Útsparkið kom til Helga L. Petersen, sum fyrst tamdi, og síðani við hælinum spældi bóltin inn um tveir ovfarnar verjuleikarar. Har kom Óli Hansen rennandi við fullari ferð, og eftir at hava tikið eina draging bankaði hann bóltin upp í nærmasta málhorn.

Eftir hetta tóktist GÍ at hava tamarhald á tí mesta av tí, sum fór fram í fyrra hálvleiki. Ferðin á spælinum var framvegis hampuliga høg, men nógvu nærdystirnir gjørdu tó sítt til, at álopini sjáldan vórðu drúgv, og burtur sæð frá einstøkum vandamiklum skotroyndum, var talan ikki um teir stóru málmøguleikarnar. Tað mundi heldur ikki gera støðuna hjá B36 betri, at Pól Thorsteinsson noyddist skaddur av vøllinum, tí við hesum mistu teir ein verjuleikara, sum bæði hevur evnir og dirvið at koma framvið, soleiðis at yvirtalsstøður kunnu skapast.


Leikluturin hjá John

B36 fór sjálvandi á vøllin til seinna hálvleik við tí fyri eyga vinna GÍ leiðsluna inn aftur, men útlitini fyri hesum versnaðu munandi, tá Arnbjørn Danielsen fekk sítt næsta gula kort í dystinum. Hetta kom annars, eftir at hann var meira ella minni seldur av egnum miðvølli. B36 misti í álopi, uttan at uppbakningur á miðvøllinum var til staðar, og tá Arnbjørn so var ov seinur at taka Bartal, kundi úrslitið ikki verða øðrvísi.

Við 10 móti 11 eydnaðist tó brádliga B36 at leggja trýst oman GÍ málinum. Nakað sum als ikki hevði eydnast í nóg stóran mun undan hesum. Onkuir vildi kanska hildið, at hetta bendi á veikleikar hjá GÍ liðnum, og møguliga er tað eisini so, men ein nógv størri orsøk var, at B36 nú noyddist at umskipað liðið.

John Petersen hevði fram til tá verið á miðvøllinum, har hann stuðlaði upp undir álopið, men eftir útvísingina varð hann tveittur heilt fram, meðan Jákup á Borg og Magni á Lakjuni vórðu drignir meira aftur, og við hesum fekk B36 brádliga nógv betri fatur á miðvøllinum.

Eingin ivi er um, at John telist millum allar fremstu leikarar í Føroyum, men dysturin sunnudagin sýndi týðiliga, at B36 venjarin eigur at umhugsa, um tað nú er rætt at nýta landsliðsmannin á miðvøllinum. Bóltførleikan og ?eyga hevur hann sum fáur, men defensivu manglar hansara viðførdu, at B36 ongan tíð fekk gongd á nakað press spæl í fyrra hálvleiki. Ikki minst tí Sámal Joensen dugdi sera væl at flyta seg í holini, sum lógu eftir John.

Hinvegin kom stóra styrkin hjá John sera væl til sjóndar, tá hann varð fluttur niðan í álopið. Her hevði hann til uppgávu at halda bóltinum, fyri síðani at stinga út í síðurnar ella at snara sær, og júst í hesum er hann so avgjørt besti leikarin í landinum. Samstundis gav flytingin eisini rúmd fyri meira arbeiðssomum leikarum á miðvøllinum, og tí kundi B36 í størri mun halda bóltinum uppi á GÍ hálvuni eftir hetta.

Einsamalla málið hjá B36 var eisini úrslit av, at teir nú høvdu ein leikara at spæla bóltin beint á. John snaraði sær á í brotsteiginum, og tá hann so fall til kníggja í nærdysti við Leiv Hansen, bríkslaði dómarin fyri brotssparki. Eitt brotsspark, sum Jákup á Borg við stórum tryggleika sendi í málið.


Nógvir nærdystir

Eftir hetta setti B36 enn meira á, til tess at javna GÍ leiðsluna, og hetta viðførdi sjálvandi eisini spentar støður í hinum endanum, tá GÍ fór í mótálop. Eitt av hesum endaði við einum hornasparki, sum skuldi vísa seg at gerast upptaktin til seinasta málið í dystinum.

Í fyrstu atløgu fekk B36 bóltin út frá, har júst innskifti Zdzislaw Janik samlaði upp. Hann rullaði upp á tvørs til somuleiðis innskifta Áslak R. Petersen, sum við einum dómadagsskotið sendi bóltin lágt og uttarlaga móti málinum, soleiðis at Tróndur Vatnhamar bert kundi hyggja, meðan meskarnir spílaðust enn einaferð.

Hetta tók lika sum spenningin úr dystinum, og hetta kom eisini til sjóndar, við at ein ávís frustratión nú kundi hómast á B36-liðnum. Frá at vera ein hart, men kortini rímuliga reint spældur dystur, bleiv talan seinastu løtuna um fleiri ljótar atsóknir, sum dómarin væl kundi sektað harðari, uttan at hetta tó varð gjørt.

Í hesum sambandi skal tó ein lítil rósa eisini gevast til dómaran fyri avrikið. Fleiri áskoðarar tóktust vera av teirri fatan, at ov nógv har spæl varð loyvt, og tað er eingin loyna, at talan var um ein harðan dyst. Hinvegin skert ikki burtur, at um dómarin veruliga skuldi floyta fyri einum og hvørjum, so kundi hann floyta dystin sundur og saman. Hetta hendi tíbetur ikki, og var avgjørt ein av orsøkunum til, at talan gjørdist um ein undirhaldandi dyst.


GÍ er væl fyri

Við sigrinum legði GÍ aftur meira sjógv millum seg og hini liðni í deildini. Teir hava nú fleiri av teimum uppgávum, sum á pappírinum verða mettar sum tær truplastu, og enn er úrtøka teirra full. Fleiri orsøkir eru til hetta, og skulu hesar finnast bæði á og uttan fyri vøllin.

Á leikarasíðuni skal so avgjørt nevnast, at Helgi L. Petersen veruliga tykist hava rakt stórformin í løtuni, og umframt góða spælið, speglast hetta eisini á máltindinum. Harafturat hevur Sámal Joensen styrkt væl um miðvøllin, har hann saman við Magna Jarnskor stendur fyri tí framrættaða, meðan Poul Henning Jacobsen hevur sett seg somikið væl á seinasta miðvallarsessin, at pólverjin verður hildin úti. Har afturat hevur Henning Jarnskor veruliga funnið sítt gamla spæl aftur, og er hann nú aftur ein sera týðandi liður, tá hann við fullari ferð heldur leiðina niðan á vøllin. At enda skal í hesum sambandi nevnast, at GÍ hevur eina tað sterkastu miðverjuna í landinum. Í øllum førum, um spælt verður við longum skrábóltum inn í feltið, og onkursvegna er tað júst tað, sum flestu mótstøðuliðini tykjast royna móti GÍ. Hetta tykist tó at vera nyttuleyst, tí tað er neyvan nakar leikari í Føroyum, sum vinnur luftbólt móti Bartal Eliasen, so komandi mótstøðumenninir kunnu longu nú fara at venja seg við at spæla flatar bóltar.

Seinasti trumfurin hjá GÍ er á venjarabeinkinum, har Johan Nielsen ferð eftir ferð tykist prógva, hvussu væl hann altíð er fyrireikaður. Aloftast megnar hann at finna júst røttu spæliætlanina, og heldur hendan ikki, er hann eisini maður fyri at fremja neyðugu broytingarnar.

Størsti veikleikin hjá liðnum tykist vera, at liðið er sera nógv tengt at, hvussu væl lyklaleikararnir eru fyri. Higartil hevur einki bila í so máta, men um hetta heldur gjøgnum eitt drúgt kappingarár er ein onnur søga, sum ikki verður svarað enn.


GÍ-B36 3-1 (2-0)

1-0: Helgi L. Petersen 14

2-0: Óli Hansen 25

2-1: Jákup á Borg (br.) 70

3-1: Áslakur R. Petersen 86


Dómari: Oddmar Andreasen

GÍ: Hallur Hansen - Bartal Eliasen, Pól Ennigarð, Leivur Hansen - Hans Pauli Petersen, Magni Jarnskor, Poul Henning Jacobsen, Sámal Joensen, Henning Jarnskor - Helgi L. Petersen, Óli Hansen

B36: Tróndur Vatnhamar - Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Herbert í Lon Jacobsen - Bjarni Prior, Klæmint Matras, John Petersen, Jan Guttesen, Egil Zachariasen - Jákup á Borg, Heðin á Lakjuni