Vangamynd
- Eg veit ikki, hvussu onnur hugsa. Men hjá mær ber alt til, eg dugi ikki at hugsa, at tað ikki ber til, sigur 39 ára gamli Niclas Heri Jákupsson. Hann er ein sannur alt-muligmand og hevur borið so spennandi heiti sum jólamaður, trøll, forsangari og marknaðarleiðari.
Tá fyrsta jólaskipið vitjaði í Føroyum í 1990 var tað ikki eitt úrslit av drúgvari ráðlegging. Mitt í desember sótu Niclas Heri og vinmaðurin Emil og suffaðu um, hvussu keðilig og trist jólini vóru í Klaksvík.
- Vit hildu tað vera langt úti, at einki hendi. Og so fóru vit at snakka um, hvat vit kundu gjørt. Eg helt tað vera eitt gott hugskot, at jólamenn komu oman úr fjøllunum, men tað helt Emil slett ikki. Hann helt, at vit livdu av sjónum og alt kom til okkum
uttaneftir, so tað skuldu jólamenninir eisini gera.
Emil og Niclas Heri er barndómsvinir, teir gingu í sama klassa í fólkaskúlanum og eru føddir somu viku.
- Vit eru báðir typirnar, sum rópa hurrá, tá vit vakna um morgunin, so glaðir eru vit fyri lívið, sigur Niclas Heri og flennir.
Teir kastaðu seg út í jólaprojektið. Pápi Niclas Hera átti ein reyðan útróðrarbát, og pápi Emil fór á buckwald og samlaði nakrar billyktir og forbant tær í eina ketu, sum hann hongdi millum mastrarnar. Síðani keyptu teir tvær karameldósir og sett eina lýsing í útvarpið um, at jólaskip kom á Klaksvík seinni um dagin.
- Vit høvdu ikki anilsi fyri, hvussu móttøkan fór at vera, og fingu ein skelk, tá vit sóu, at keiin var full av fólki.
Rósu fyri at gera tað góða
Tey seinastu trý árini hevur Ársins Rósa verið handað í samband við at jólaskipið vitjar. Hugskotið til rósuna fekk Niclas Heri Jákupsson frá Peter Qvortrup, sum er kendur frá Lægens Bord.
- Eg skipaði fyri, at hann kom til Føroya at halda fyrilestrar. Og á einum túri uppi í fjøllunum greiddi eg honum frá jólaskipinum, og hann tosaði um, hvussu glað fólk vóru fyri rósuna, sum hann handaði í sendingini.
Og sum altíð hjá Niclas Hera, so førdi ein hugsan til eina aðra, og Ársins Rósa varð fødd.
- Vit hava hugsað, at vit skulu stuðla teimum, sum gera eitt gott arbeiði í tí stilla, men tað merkir ikki, at vit ikki eisini kunnu stuðla einum almennum persóni, sigur Niclas Heri Jákupsson. Hann situr í dómsnevndini fyri jólaskipið saman við umboði fyri Norðlýsi og borgarstjóranum.
- Tað koma altíð nógv uppskot inn, og tað hevur verið stuttligt at lesa allar søgurnar um góðgerðir, sum eingin veit um, sigur Niclas Heri Jákupson.
Søgur og upplivingar skulu til
Niclas Heri hevur avgjørt at fara úr arbeiðnum við jólaskipinum, bæði tí hann heldur, at góðir menn hava tikið yvir, og tí hann ynskir at njóta jólavitjanina saman við 2 ára gomlu dóttrini.
- Eldra dóttirin hevur bara sæð meg runnið, og tað tími eg ikki at endurtaka. Nú ætli eg mær eisini at njóta tað, sigur maðurin við tí høga hugflognum. Hann sigur, at hann var so ungur og rastleysur, tá eldri dóttirin var lítil, men sum hann greiðir frá um framtíðar jóladreymar, er greitt at spruttandi orkan ikki heilt er runnin av honum enn.
- Eg kundi hugsa mær at verið við til at gjørt tiltakið enn størri við føroyskt gjørdum pakkum til børnini, livandi skrúgongu við søgutema og einari super hugnaligari jólatræssølu úti í Grøv, greiðir Niclas Heri spentur frá.
Hann hevur altíð hugsa í upplivilsum og søgum, og nú rekur altjóða rákið saman veg, har øll tosa um upplivingarbúskap, og at góða søgan selur. Niclas Heri heldur, at vit hava duga alt ov illa at selt Føroyar.
- Skotar draga túsundtals turistar til landið við einum Lock Ness ódjórið, sum ikki er til, og tá áhugin hjá japanum dalar, verða nýggjar myndir av dýrinum gjørdar, og so er aftur nýggjur áhugi. Teir duga at selja seg. Meðan vit hava eitt ótal av søgum, men gera einki fyri at marknaðarføra tær.
Finnur sær nýggjar fjallatoppar
Við sínum ríka hugflogi og brennandi áhuga fyri føroyskari søgu, kann tað undra at Niclas Heri arbeiðir sum marknaðarleiðari í Shell. Men tað er slett ikki løgið, sigur hann.
- Um tað er olja ella okkurt annað er ikki so týdningarmikið. Mær dámar at samskifta við fólk og at selja. Og eg seti mær altíð mál og gevist ikki fyrr enn tey eru rokkin.
Fyri at lýsa hetta málsøkni greiðir hann frá sínari billiard karrieru.
- Eg keypti mær eina kø og teknaði meg sum lim í Klaksvíkar Klubba, og tá eg kom niðan møtti eg Føroya besta billiardspælara, Jonhard og segði við hann, at eg gavst ikki fyrr enn eg vann hann.
Niclas Heri vandi dag og nátt til hann slapp í fyrstu deild. Tá hann so var við til at vinna Føroyameistara heitið, legði hann køina á hyllina og hevur ikki nortið hana síðani.
- Tá málið er rokkið, missi eg áhugan og havi brúk fyri at flyta meg víðari. Soleiðis er tað eisini við mínum arbeiðum. Tað er ov grátt og keðiligt at fáa sær eitt lívsstarv, sigur maðurin sum altíð flytir seg, men samstundis er hevur búð í Klaksvík alt sítt lív.
Fekk heilt onnur lívsvirði
- Eg plagi at siga, at eg eri ikki klókur, men eg havi lívsvísdóm. Eg haldi, at nógv av hesum kom, tá dóttirin var álvarsliga sjúk frá hon var 10 til hon var 14.
- Tað stóð um lív nakrar ferðir, og tá eg lá har einsamallur á Ríkissjúkrahúsinum við henni, var eg so einsamallur har mitt millum lív og deyð, at alt fekk eitt annað virði, sigur Niclas Heri.
- Í slíkari støðu skilur tú veruliga, hvussu endaligt lívið er, og eg mátti bara hella meg til Gud, tí har var eingin annar.
Niclas Heri vísir á eina kanning, sum staðfestir, at tað sum er ókeypis gevur lívskvalitet.
- Tað er ikki, tí eg eri gýrigur, sigur hann og flennur.
- Men eg haldi virkuliga, at tað er lekrari at fara út í føroysku nattúruna saman við familjuni og rugbreyð við speipylsu í matpakkanum enn at fara á fína matstovu.
Myndatekstur:
- Mann skal ikki hugsa ov langt. Um tú skalt rudda heima við hús og byrjar við at hugsa um alt óruddi, so kemur tú ongantíð í gongd. Soleiðis er tað eisini við øllum øðrum. Tú skal byrja við tí lítla, sigur Niclas Heri Jákupsson, sum hevur sligið navn sítt fast innan føroyskt undirhald
Kassi:
Vil selja føroyska søgu
Niclas Heri hevur stórar visjónir fyri føroyska ferðavinnu. Føroyar eru upplagdar at vera seldar sum eitt stórt upplivingarparadís. Men Hví ikki gera túrar til grøvina hjá stórsta gandakalli í Føroyum, Guttorm í Múla, ella selja vatndropar úr lekjandi Varmakeldu ella fáa ein pensionist at sáa rósufræ á grøna blettin, har tann góði floksmaðurin, Sjúrður við Gellingará, varð jarðaður, hugleiðir Niclas Heri.
Honum dámar lítið, at føroysk ferðavinna rennur eftir útlendskum rákum í staðin fyri at taka støði í tí føroyska.
- Nú keypa tey lystbátar til ferðafólk. Men send átta týskarar til Klaksvíkar, lat teir í heit føroysk kot, set teir við ár í hond í eitt áttamannafar, og lat róðrarmannin vera føroying, sum dugir gomlu sálmarnar. So høvdu teir farið heim aftur við ríkari og varðandi uppliving
Kassi:
Ein sonn jólasøga
Atlantsflog og Faroe Jet sita í samráðingum, tí Faroe Jet fer á heysin og vil hava Atlantsflog at lofta sínum jólakundum. Fundurin er drúgvur, og fólkini hjá Atlantsflog føla, at hetta kostar Atlantsflogi nógv.
Í Klaksvík fyrireikar Niclas Heri Jákupsson jólatilhaldið og handanina av ársins rósu. Eitt steyp skal handast, og ursmiðurin, Magnus Arge, ringir og spyr, hvat skal standa á steypinum. Niclas Heri smsar honum eitt skriftstað, sum skal standa á.
Á fundinum við Atlantsflog góðtekur Atlantsflog at bjarga kundunum hjá Faroe Jet og sáttmálin verður undirskrivaður. Júst sum Magni Arge skrivar undir, koma eini sms-boð á fartelefonini.
Magni Arge hyggur. Á skerminum stendur: Sælari er at geva enn at fáa! Hann hyggur yvir um borði at vita, um onkur spælir honum eitt puss. Men boðini koma ikki frá teimum.
Í Klaksvík ringir ursmiðurin, Magnus Arge, aftur til Niclas Hera og spyr, hvar teksturin blívur av.
Boðini vóru farin til Magna Arge í staðin fyri til Magnus Arge.
Trøllaomman um Trøllapætur
Vit gingu í flokki saman frá 1. Flokki í fólkaskúlanum. Tá var hann ótrúliga friðarligur. Eg plagdi at gera gjøldur burtur úr honum, men tað dámdi honum lítið.
Seinni gjørdust vit vinmenn, og vit brúktu báðir konfirmatiónspengar til ljóðføri og stovnaðu bólk saman.
Vit líkjast nokk ordiliga nógv, vit hava ongar grensur, og sum vit finna uppá skal førast út í lívi, sigur Emil Gunnarstein, lívsvinur Niclas Hera.
Janett Niclasdóttir um pápan
Babba elskaði at fortelja mær søgur, og tað vóru ongantíð søgur úr bókum, men slíkar, sum hann sjálvur fann uppá. Tann best umtøkta var søgan um trøllið við níggjum høvdum. Tað æt Trøllapætur. Nógvar vóru søgurnar um hann, men so hoyrdi eg ikki um hann leingi. Ikki fyrr enn babba knappliga stóð framman fyri mær ílætin níggju høvd. Tað var forferdiliga pínligt fyri eina 14 ára gamla gentu at hava eitt trøll sum pápa, og tað vardi heldur ikki leingi fyrr enn eg fekk eyknevni, trøllagentan. Nú kann eg ikki annað enn flenna at hesum. Tí hann hevur verið ein jaligur, hjálpsamur og tolin pápi.
Steintór Rasmussen um Niclas Hera:
Niclas Heri er ein frískur fýrur, sum dugir væl at fáa burturúr sínum nógvu talentum.
Hann skrivar sangir, skipar fyri tiltøkum, undirheldur, málar, kokkast og finnur uppá sum fáur.
Hann er gávumildur, men kortini handilsmaður av Guðs náði. Niclas hevur gott flog, hóast hann hevur skvamplað í sama dunnugarði mestsum alt lívið.
Hann er ein verðinsmaður í húðaskóm. Ein mentaður og altjóðagjørdur føroyingur við einum primitivum leypi á rygginum.