Bindihugni hjá Krabbameinsfelagnum

Dámar tær væl at binda? So er hetta kanska nakað fyri teg. Mánakvøldið 11. mai kl. 18.30 skipar Krabbameinsfelagið fyri bindihugna fyri allar kvinnur, ið hava ella hava havt krabbamein.

 

Tær nýtist hvørki at duga ella tíma at binda fyri at vera við, bara tú hevur hug at vera saman við øðrum, sum hava uppliva tað sama sum tú.

 

Vit fáa eitt lítið ábit, ein góðan drekkamunn og hugna okkum saman.

 

Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma í seinasta lagi fríggjadagin 8. mai, á telefon 317959, send okkum ein sms á 217956 ella ein teldupost á kmf@krabbamein.fo. Tú kann eisini boða frá umvegis sosialu miðarnar hjá Krabbameinsfelagnum, skrivar Krabbameinsfelagið.