Komandi vikuskifti, 10. og 11. apríl 2026, verður Mini TeenStreet skipað í Kelduni á Kambsdali. Talan er um eitt tvørkirkjuligt kristið tiltak, sum hevur til endamáls at savna ung og vaksin til uppbyggjandi møtir, lovsang og felagsskap.
Serligir gestir til tiltakið eru hjúnini Debs og Josh Walker úr Houston, USA. Tey eru væl kend innan TeenStreet arbeiðið, har tey í nógv ár hava virkað sum høvuðstalarar á TeenStreet í Týsklandi. Við sínum royndum og greiðu boðskapi fara tey at undirvísa og tala á møtunum um vikuskiftið.
Evnið fyri møtirøðina er “Vegir”, og undirvísingin tekur støði í Orðtøkunum úr Bíbliuni.
Afturat talu og undirvísing verður eisini ThroneRoom bæði kvøldini. ThroneRoom er ein kend lovsangsløta á TeenStreet, har dentur verður lagdur á góðan og lættan lovsang. Lovsangurin verður leiddur av lovsongsbólkinum frá TeenStreet Europa, sum eisini hevur føroyska luttøku. Eisini verða sangframførslur á skránni. Ungdómskórið í Nebo syngur leygarkvøldið, og eingin annar enn Jóhanna Sámalsdóttir frá Hoydalar, kemur á pallin fríggjakvøldið.
Skrá
Fríggjakvøld og leygarkvøld:
Kl. 20.00: Møti við Josh og Debs Walker
Kl. 21.30: Steðgur
Kl. 22.30: ThroneRoom við framførslum
Evnið: Orðrøkini
TeenStreet Føroyar er eitt tvørkirkjuligt samstarv millum samkomur og kirkjur, har endamálið er at skapa ein pall, har ung kunnu verða styrkt í trúnni og uppliva ein góðan andaligan felagsskap. Tiltakið er tó opið fyri øllum, og øll eru hjartaliga vælkomin.











