Valur vann eisini aðru meistaraskapshálvfinaluna

Føroyingarnir hjá Vali skutu 10 mál í kvøld

Í kvøld spældi liðið hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg aðru meistaraskapshálvfinaluna móti gamla liðnum hjá Allani, KA á Akureyri.

 

Tað eydnaðist eisini Vali at vinna aðru hálvfinaluna. Í kvøld endaði dysturin við 33-30 sigri til Val. 

 

Sambært Morgunblaðnum var dystargongdin hendan: 3:7, 6:12, 8:13, 12:16, 14:19, 18:21, 21:22, 24:25, 28:29, 30:33.

 

Allan og Bjarni gjørdust við fimm málum hvør næstbestu málskjúttarnir hjá Vali. Bjarni legði eisini upp til trý mál (assist). Arnór Snær Óskarsson gjørdist við 10 málum toppskjútti hjá Vali.

 

Mánakvøldið klokkan 20 kann Valur við enn einum sigri á KA í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík vinna seg í meistaraskapsfinalurnar. 

 

Í hinari hálvfinaluuppgerðini togast liðini úr Hafnafirði, FH og Haukar um at vinna seg í meistaraskapsfinalurnar. FH er á odda 1-0 í samlaðu uppgerðini.