Jens M. Dalsgaard
Stutt søguligt yvirlit
Einaferð seint í 19. øld fóru føringar, sum nakrir av teimum seinastu í Europa, út á havið at fiska. Føringar vóru ikki sjómenn, høvdu helst ikki tørv á at sigla, tá vit fingu allar neyðugar vørur við fremmandum skipum, hetta var helst orsøkin til okkara vantandi sjómensku. Ikki tí, tá vit fyrst høvdu fingið skip, gekk rættuliga skjótt at umstilla samfelagið til havfiskiskap.
Fiskiskapurin var ógvuliga manskapskrevjandi, og førini kundu ikki vera í vinnu alt árið, so úrslitið man hava verið so sum so. Sløk 100 ár eftir at vit fyrst fóru til skips, var støðan tann, at vit áttu ógvuliga fá nýggj skip, og at flotin kláraði ikki at endurnýggja vinnutólini, soleiðis sum tað var politiskt ynskiligt. Í staðin fyri at lata føringar sigla við útlendskum fiskiførum valdi Løgtingið, at vit skuldu byggja ein flota við almennari hjálp. Einasta gongda leiðin til at endurnýggja dangurnar við betri skipum var tann góða gamla kommunistiska, í okkara føri valdu vit ta privatkommunistisku útgávuna - tað almenna skuldi gjalda vinnutólini, og teir privatu skuldu eiga tey. Kommunisman, sum er og hevur verið nógv brúkt serliga av Fólkaflokkinum, er slett ikki so galin, hon hevur bara útsjóndina ímóti sær.
Hesi alment fíggjaðu vinnutólini stóðu seg ikki nógv betur enn dangurnar, men tíbetur var breið semja millum fiskimenn, reiðarar og ta politisku skipanina um, at tað almenna skuldi gjalda tað, sum restaði í. Hendan restin hevði eitt merkiligt lyndi at økjast ár undan ári. Tað er sjálvandi eisini einasta logiska fylgja av einum alment fíggjaðum vinnutóli, at tað almenna eisini skal rinda raksturin. Endamálið við politikkinum var at halda so nógvum monnum, sum gjørligt úti á sjónum, umframt at so nógvir sum gjørligt skuldu kunna seta reyv i egnan skiparastól, betaltum av tí almenna.
Hesin politikkurin kom rættuliga í hæddina í fursunum, tá alment fíggjaðir skipapakkar í mismunandi stødd komu rullandi inn yvir landið. Vit bygdu so nógv skip í Norra, at norski kongurin mátti koma koma kanningarferð hendavegin, helst fyri at vita um vit vóru rættsiktaði. Úrslitið varð, at vit komu at figgja ein modernaðan flota fyri norðmenn, meðan vit sótu eftir við dangunum. Umframt koyrdi okkara góði floti, sum hevur hildið landinum uppi, landskassan á heysin, soleiðis at danski staturin enn einaferð mátti taka um endan. Í fáfongd og hugmóð kravdi staturin, at fiskivinnan skuldi undir vanligar vinnuligar treytir. Hetta var óhoyrt at krevja, at okkara heilaga vinna, okkara mentanararvur, sum vit hava skrivað meira siglingarsøgu um enn nakað annað land, skuldi koma undir nakað so simpult sum vanligar marknaðartreytir og umsetiligar kvotur. Undir slíkum umstøðum savnaðist tjóðin, fór at kæra og út kom innispunnið tógv, tað var verðins besta fiskidagaskipan.
Verðins besta fiskidagaskipan
Skipanin er so góð, at vit hava fingið ein missioner í ydremissiónini at prædika um hana, hann hevur enntá verið inni í ES og prædikað, tá hevur staðið nógv á honum. Sjálvur sigur hann, at hann missir matarlystin, hvørja ferð hann hoyrir um ES, og hann er diddarak. Hóast nógva missionering er enn ongin umvendur, men hetta prógvar best at vit eru á rættari kós, eitt tekn frá í erva.
Skipanin er so góð, at hon, hóast fløkt hugtøk sum fiskiloyvi, veiðiloyvi og fiskidagar, heilt gratis gevur okkum eina definitión av, hvør »Føroya fólk« er. Fiskurin er ogn Føroya fólks, og teir, sum sleppa at reka vinnuligan fiskiskap, eru Føroya fólk. Føroya fólk er ikki ein keðiligur massi, nei skipanin er so vísiliga innrættað, at hon frá upphavi býtir
Føroya fólk sundur í 6 kastur. Í 5. kastu finnur ein helst størsta partin av kjøtiligum Føroya fólki, tað eru útróðrarmenn við bátum undir 15 brt. Hendan kastan er eitt sindur kastuleys, tí hon sleppur vist ikki so lætt at vandra upp til eina hægri kastu. Hægri vit koma upp í kasturnar, minni møta vit av kjøtiligum Føroya fólki, og meira av strámonnum, holdingfeløgum, partafeløgum bæði stórum og smáum.
Hvør kasta hevur sín klubba, sum ansar eftir, at kastuleysir ikki sníkja seg inn í Føroya fólk ella uttan heimild skifta kastu. Hetta kom týðiliga fram, tá okkara góði missionerur hevði skrivað nøkrum kastuleysum klaksvíksingum fiskiloyvi og veiðiloyvi til ein línubát. Klubbin hjá línubátunum bleiv so illur, at tingið tvingaði einn annars løglýdnan løgreglumann óløgliga at taka fiskiloyvi og veiðiloyvi frá hesum kastuleysu klaksvíksingunum, sum høvdu roynt at sníkja seg upp í Føroya fólk og enntá inn í kastu 3. Okkara danska rættarskipan álegði Fiskimálaráðnum at rinda endurgjald, tað endurgjaldið skal kortini ikki rindast av Føroya fólki, men av skattaborgaranum, tí elskuligu støddini, sum letur alt um seg ganga.
Skattaborgarin ger nógv fyri Føroya fólk, sum heldur landinum uppi, og tað er ikki ókeypis. Tilfeingið kemur ikki hoppandi upp úr sjónum og inn á uppboðssøluna, nei tað skulu veðurbardir garpar, sum pissa í saltvatn, til. Tað er ikki hvørs mans føri, og tí má skattaborgarin hjálpa Føroya fólki at halda hesum gørpunum umborð á skipunum, soleiðis at teir kunnu halda landinum uppi. Uttan iva skal nógv piss til fyri at halda landinum uppi.
Prísurin fyri at halda landinum uppi
Fyri tað fyrsta ber tað ikki til at krevja av Føroya fólki, at teir rinda fulla løn til garparnar og garpinurnar (tað eru nakrar damur farnar til skips, so nú ger tað minni, at lítið er at fáa undir Føroyum), tí má tað almenna rinda teimum 15% av lønarkostnaðinum í skattalætta. Fólkaflokkurin kallar hetta afturbering og hevur funnið fram til, at hetta er gandurin aftan fyri okkara serføriska búskap. Búskaparligi setningurin er snøggur og vakur: afturburður er framburður.
Tað ber heldur ikki til at krevja av Føroya fólki, at tað hevur eina lønartrygging, soleiðis at tá tað er lítið at fá undir Føroyum, so er tað Føroya fólk, sum rindar sínum lønmóttakarum. Tá fiskiskapurin er vánaligur, forvandlast allir fiskarar til almennar starvsmenn og fáa løn frá skattaborgaranum, sum er so ógvuliga góður við Føroya fólk.
Nú er tað so, at Føroya fólk er ikki so erligt og tá høvi býðst, stjelur tað sum ravnur. Slíkt kann skattaborgarin ikki lata sær lynda, tí mugu vit hava eina Vaktar- og bjargingartænastu, sum ansar eftir at Føroya fólk ikki stjelur frá Føroya fólki við at brúka ov stórar húkar og ov smáar meskar á stongdum leiðum. Tá so nakað gongur galið, skulu vit hava eina MRognokksonógvC støð (merkiligt at vit kunnu hava eina CC støð, tá C ikki er við í tí føroyska alfabetinum), sum skal senda boð til Vaktar- og bjargingartænastuna um at bjarga onkrum hjá Føroya fólki. Tað ber ikki til at Føroya fólk skal gjalda fyri eina slíka tænastu, sum eisini kemur kappróðrarbátunum til góða, tí er tað aftur skattaborgarin, sum skal taka um endan.
Fiskirannsóknarstovan hevur ein týðandi leiklut í at gera tilmæli, sum ikki skulu fylgjast, um hvussu stórt veiðitrýstið skal vera. Tað ber tí neyvan til at krevja av Føroya fólki, at tað skal gjalda fyri tilmæli, sum kortini ikki eru fylgd.
Hóast skipini hjá Føroya fólki brúka nógv ta mestu oljuna, so ber ikki til at krevja oljuavgjald, sum er ein »grønur skattur«, frá Føroya fólki. Føroya fólk dálkar ikki, slíkt tilkemur bara teimum, sum á landi, halda landinum niðri. Afturrindanin av brennioljugjaldi til aðrar vinnur er í landskassaroknskapinum stuðul til vinnur, men tá er tað eftir umsókn, fyri flotan sæst hetta ikki.
Sum rosinuna í pylsuendanum skal Føroya fólk nú eisini hava stuðul frá Arbeiðsloysisskipanini, meðan skipini eru á beding. Stuðulin skal gjaldast út, uttan at manningin er tøk á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er liður í starvsfólkarøktini, og í veruleikanum eru hetta starvsmenn hjá tí almenna.
Høvuðsvinna ella høvuðsvinningur
Hvussu stórur er tilfeingisstuðulin frá skattaborgarunum til Føroya fólk:
krViðmerking
Skattalætti75 mió.Skattalættin er tað, sum búskaparfrøðingar kalla ein huldustuðul, og kemur tí ikki fram á fíggjarlógini, tí er talan um eina meting
Oljustuðul80 mió.Flotin brúkti í 2004 103000 tons av olju. Hetta er eisin ein huldustuðul.
Fiskimálaráðið150 mió.Hetta er minstaløn, Vaktartænasta, samráðingar osv.
Aðrar tænastur20 mió.Niðurgoldin havnapláss osv., meting.
325 mió.
Afturburðurin, sum er grundarlagið undir okkara stóra framburði, er 325 mió.
kr. ella um helvtina av blokkstuðlinum, sum er afturburðurin frá danska
statinum til føriska skattaborgaran. (Blokkstuðulin kemur sambært Fólkaflokkinum ikki undir gagnligan afturburð, tað vil siga afturburð, sum skapar framburð, men er hinvegin ein beinleiðis orsøk til at okkara framburður er so afturburðsligur.)
Okkara góða høvuðsvinna líkist meira einum høvuðsvinningini úr landskassanum enn eini høvuðsvinnu, sum leggur inn í landskassan. Skattainntøkan av lønum í fiskivinnuni er neyvan meira enn einar 300 mió. kr. um árið. Um tað eru 2500 arbeiðspláss í fiskivinnuni, so er stuðulin til hvørt arbeiðsplássi einar 135.000 kr. í meðal um árið.
Eg skilji væl, at hasir kastuleysu klaksvíksingarnir krevja 800.000 kr. um árið í endurgjaldi frá landskassanum. Landsstýrismaðurin stjól ein lutaseðil við einum tryggum árligum vinningi frá teimum.
Lutaseðlarnir til høvuðsvinningin úr landskassanum eru býttir út til nakrarheilt fáar, og tað sleppa ikki fleiri upp í spælið. Tí er tað skilligt, at íslendingar keypa seg inn í klikuna, tað er einasti máti hjá teimum at fáa burtur av blokkinum, og á ein hátt hoyra teir enn til kongaríkið.
Eftirskrift
Nú skal slík skriving, sum omanfyri, ikki takast í álvara, tí sambært la Jacobsen, høvuðssponsorinum hjá Føroya Reiðarafelag, skal alt snakk um at minka stuðulin til fiskivinnuna kveistrast til viks. Sambært honum eigur skatturin, sum fiskimenn rinda, at berast aftur til reiðaran, sum so kann skapa meira framburð við afturburðinum.
So í veruleikanum er einasti vankanturin, sum eg kann síggja við okkara góðu fiskidagaskipan, at tað loysir seg ikki at geva Songbók Føroya fólks út aftur.