Fyri nøkrum árum síðani fór Fía Arge úr Havn undir at reka eina modellskrivstovu í Føroyum. Tankin var, sum við øðrum slíkum skrivstovum, at handlar, sum høvdu brúk fyri eini modell til eina handilslýsing, kundu venda sær til Fíu og fáa eitt yvirlit yvir kvinnur, menn og børn, sum Fía hevði valt út. Tað nýggja og øðrvísi var, at ongin av modellunum hjá Fíu høvdu modellmát. Her var pláss fyri gráum vangum, eini dellu ov nógv, eini skeivari tonn ella kálvakníggjað-um gongulag, um tað skuldi vera.
- Mínar modellir sóðu út, sum vanlig fólk. Eg hevði fingið meir enn nokk av samlibandsútgávum av kvinnum og monnum, sum øll vita, ikki eru til, men sum alt ov nógv royna at líkjast. Eg vildi stutt sagt hava verulig menniskju inn aftur í lýsingar og harvið vónandi lirka tey innaftur gjøg-num bakdyrnar til okkara samfelag.
Single
Dømið við modellskrivstovuni sigur ikki so lítið um Fíu og hennara hugburð til lívið og mátan, tey flestu av okkum liva uppá. Henni dámar ikki, at menniskju verða kroyst inn í fýrakantaðar kassar og heldur tað vera ófatiliga hugstoytt at síggja, hvussu lívið hjá teimum flestu meir og meir er fari at líkjast eini tímatalvu, har hvør minuttur er eyðmerktur frammanundan.
- Eitt er, at tað ikki er pláss fyri veruligum menniskjum í einum slíkum samfelag. Men tað ringasta er, at ongin ella øgiliga fá í hvussu er, seta spurnartekin við, hví vit skipa okkara lív, sum vit gera. Vit fylgja bara við sum smáir robottar. Hugsa tær til dømis, hvussu nógv virðismikil orka fer til spillis hvønn dag bara fyri at náa eini idealvekt, sum okkurt tilvildarligt dámublað hevur funnið uppá. Ella ímynda tær, hvussu nógv kreativt hugflog hevði sloppið leyst, um tað ikki konstant var bundið í tankum um næsta avdrag uppá ovurflotta húsið ella fína bilin í túninum!
Fía tosar skjótt og letur ongan iva vera um, at hetta ikki bara eru stór orð. Sjálv fýrir hon ikki fyri at ganga ímóti streyminum - eisini um tað krevur, at hon í tíð og ótíð skal svara nærgangandi spurningum. Ikki minst spurn-ingum um, nær hon fer at finna sær ein mann, ella um hesin ella hasin ikki hevði verið ákkurát nakað fyri hana. Eftirhondini hevur Fía skrúvað eitt standard-svar saman, sum kann teppa spurningarnar, men hon grunar ofta yvir, um fólk geva sær far um, hvussu nærgangandi slíkir spurningar faktiskt eru.
- Eg kundi ikki funnið uppá at spurt eina kvinnu, eg ikki kendi serliga væl, hví hon í grundini hevur ein mann, ella hví hon hevur valt sær júst handan. Tað er ein stór misskiljing at halda, at ert tú single, gongur tú uttan iva bara og vónar og bíðar eftir, at ein maki skjótt miskunnar seg yvir teg og títt fátæksliga lív og gevur tí meining. Mín singletilvera er úrslitið av eini røð av valum, eg havi gjørt tilvitað, og beint nú kundi eg ikki hugsað mær tað øðrvisi. Gjørdi eg tað, hevði eg sanniliga eisini gjørt nakað við tað.
Stunan og grenj
Fía hevur ongantíð kent seg freistaða av dreyminum um mann, hús, børn og fast starv.
- Skal eg vera heilt erlig, sakni eg fyrimyndir uppá, at tað lívið skal vera so fantastiskt, sum fólk vilja gera tað til. Og eg eri neyvan tann einasta, sum næstan dagliga leggi oyra til stunan og grenj um, hvussu strævið og órímiligt tað er at skula koyra børnini á stovn, tí at bæði foreldrini eru noydd at arbeiða fulla tíð fyri at fáa tað fíggjarliga at hanga saman, sigur Fía, sum setur spurnartekin við, hvussu "neyðugt" tað nú í grundini altíð er við tveimum inntøkum. Men tá hon dittar sær til at gera vart við, at fólk sjálvi hava valt eina slíka tilveru, fellur tað sjáldan í góða jørð.
- Eg fái sum oftast bara at vita, at eg ikki veit, hvat eg tosi um, tí eg eri single. Gamaní, tað er kanska rætt, men eg gevi ikki øðrum ella samfelagnum skyldina, teir dagarnar, alt ikki er so stuttligt, sigur Fía og leggur áherðslu á, at tá tú fremur eitt val, mást tú vera sinnaður at taka ábyrgdina av tí. Innast inni hava vit øll styrkina til at geva okkara lívi tað innihald og meining, vit ynskja, men í staðin lata vit eyguni aftur, lata standa til ella flýggja inn í ótrúskap, arbeiði ella okkurt annað, sum kann doyva í eina tíð.
- Eg skal ikki siga, hvat er rætt ella skeivt fyri onnur. Eg haldi tað bara vera so syndarligt at síggja menniskju, sum ikki fáa brúkt seg sjálvi og síni evni, tí tey eru læst føst í onkrum ímyndum um, hvuss "man" eigur at gera. Vit síggja jú so ofta dømi um, at tað næstan skal álvarslig sjúka til, áðrenn fólk rakna við og síggja, at tey bara hava hetta eina lívið, og at dagurin í morgin ongantíð er ein sjálvfylgja.
Støðuloysi ella frælsi?
Sjálv hevur Fía tilvitað valt eina lívsleið, har ein hurð altíð stendur á gloppi, um hon finnur út av, at eitt val hon tók var skeivt, ella ein støða, hon stendur í ongan veg førir. Úrslitið er, at hon hevur inntil fleiri útbúgvingar aftanfyri seg og nú stendur, sum 39 ára gomul, við fleiri og meir ymiskum starvsroyndum, enn tey flestu fáa savnað gjøgnum eitt heilt lív. Fía er greið yvir, at fyri onkran sær hetta uttan iva út sum støðuloysi, men í hennara orðaforráð hevur "fast starv" ongantíð verið eitt treytaleyst positivt orð.
- Tað liggur næstan í orðinum, at tú ert læstur fastur. Og tað rættiliga óhugnaligt, tá tú hugsar um, at vit jú allatíðina mennast sum menniskju og fáa hug at royna nýggjar síður av okkum sjálvum. Lívið er kjokkfult av møguleikum og alt ov stutt til ikki at brúka teir, meðan tú kanst.
Fía er als ikki í iva um, at vit øll allatíðina fáa tekin frá tí spirituellu ella andligu dimensiónini av lívinum, sum siga okkum, hvønn veg vit eiga at fara. Kynstrið er bara at læra seg at lurta eftir teimum vegleiðingum, "hin síðan" gevur okkum. Sjálv hevur Fía havt eina røð av andligum upplivingum, sum hava fingið hana at broytt kós meir enn eina ferð. Seinast, tað hendi, var tá Fía skifti starv fyri einum góðum ári síðani.
- Eg hevði leingi gingið og verið ónøgd í mínum gamla starvi, men fann líkasum ikki røttu løtuna til at gera nakað við tað. Knappliga ein dagin stóð abbi mín, sum doyði fyri nógvum árum síðani, framman fyri mær og segði. "Fía, tað er pláss fyri tær og tínum ætlanum", og eg visti í stundini, at tað var nú, avgerðin skuldi takast. 14 dagar seinni ringdi eg til Hotel Hafnia, har eg fekk at vita, at eg kom sum send frá himli, tí tey stóðu júst og manglaðu eitt fólk í móttøkuni - júst tað starvið, eg hevði havt í kikaranum.
Tað andliga
Fyri Fíu er tað andliga ein heilt nátúrligur partur av hennara lívið. Samstundis er hon púra greið yvir, at tey flestu síggja hetta sum nakað mystiskt hokus pokus og í besta føri sum nakað fjákut tvætl. Tað órógvar tó ikki Fíu, men prógvar heldur bara, hvussu ótrúliga ilt vit menniskju hava við at rúma tí, sum er øðrvísi, og tí, vit ikki sjálvi kunnu stýra.
- Tað finnast uttan iva nógvar háfloygdar sálarfrøðiligar forkláringar uppá, hví tað er so, men so vítt eg dugi at síggja, botnar hetta heilt einfalt í ræðsl-uni fyri tí ókenda. Eg trúgvi til dømis, at ógvuliga fá fólk veruliga góðtaka deyðan, sum ein nátúrligan part av lívinum. Og fyri tey flestu er tankin um reinkarnatión ella um, at vit kunnu hava samband við tey deyðu fullkomiliga burturvið, sigur Fía og leggur afturat, at so leingi vit ræðast síggja vit hóttanir allastaðni. Hon nevnir eina røð av dømum, men steðgar so á og gerst meir álvarsom.
- Hugsa tær, at vit liva í einum samfelag har fólk senda eitt mótmælisskriv til kommununa, tí ætlanin er at byggja eitt heim fyri sálarsjúk í grannalagnum. Hvussu kensluleysur kann man blíva, í royndini at lata eyguni aftur fyri teimum, sum ikki hóska inn í okkara perfekta lív og grannalag? Hvussu nógva orku brúka vit ikki, bara fyri at stúva tey sálarsjúku, heimleysu, samkyndu ella gomlu av vegnum til eitt lív, ongin av okkum hevði funnið seg í, spyr Fía og vendir aftur til kassarnar, vit av øllum alvi royna at kroysta niðuryvir hvønnannan.
- Gud viti, nær tað gongur upp fyri okkum, at menniskju ikki eru fýrakantaði, og at tað bara er ein spurningur um tíð, til tað koma so nógvar sprekkur í kassarnar, at teir til endan støkka sundur við einum hvøllum bresti.
??
Blá bók
Navn: Fía Arge
Fødd: 01.04.65 í Havn
Børn: Rógvi, 21 ár
Útbúgving/starvsroyndir: Tekniskur assistentur, kosmetologur, dekoratørur, innanduraarkitektur, make-up artistur, móttøkufólk á hotelli, sjálvboðið hjálparfólk í kvinnuhúsinum o.a.
Frítíð: Sniðgeving, seyming, at lesa, ganga langar túrar og pleyga vinfólk, starvsfelagar og familju.
Minnilig hending: Ein nátt í Íslandi í 1999. Knappliga stóð mín vinkona, sum búði í Føroyum, ljóslivandi framman fyri mær og segði, at hon hevði fingið ein son. Dagin eftir fekk eg at vita, at hon faktisk hevði átt ein son ta náttina. Tann løtan bleiv byrjanin til mína lívslangu ferð inn í andaheimin
??
Fimm ferðir?
Enda setningin, "At vera single er ..."
? Deiligt, men dýrt.
Hvat hevði tú aldrin brúkt pengar uppá?
? Eitt sovorðið smart og dýrt køkstól við alskyns fiksum hentleikum, tí eg hevði aldrin brúkt tað.
Nær følir tú teg ordiliga sunnan:
? Aftaná ein langan gangitúr
Hvat gerast fólk bilsin av við tær:
? Til dømis, at eg havi sniðgivið og seymað frakkan, eg gangi í í løtuni.
Nær sløkkir tú fartelefonina:
? Tá eg eri til arbeiðis, siti við eini góðari bók ella gangi túr.










