Einsamallur hani millum hundrað Thorbjörg fjepparar

Hálvan mai varð skipað fyri heilsu-tiltakið við kenda íslendska kost- og lívsstílráðgevanum Thorbjörg Hafsteinsdottir, sum býr og virkar út frá Danmark. Nú túrurin var komin til at oysa av sínari vitan í Føroyum, fall tað í mín lut at siga frá tí, sum hon hevði at borðreiða við, og tað var bæði eitt spennandi og øðrvísi kvøld saman við Sámal og 98 føroyskum kvinnum í øllum aldrum og vektflokkum

-So nú vita tit hví vit hava so ómetaliga góðan hug á sjokulátu einaferð um mánaðin.

Thorbjörg Hafsteinsdottir steðgar á, og hyggur fyrst eftir mær og síðani eftir Sámal Bláhamar, sum situr saman við konu síni úti við vindeygað í einum av stóru felagshølunum á Hotel Føroyum.

-Orsakað, sigur Thorbjörg við einum skeivum brosi, og rættar síðani seg sjálva:

-Nú vita tit hví vit KVINNUR hava so góðan hug á sjokulátu einaferð um mánaðin.

Forkláringin er, at sjokuláta hevur eitt evni í sær, sum gevur eydnukenslu.

Hon fortelur síðani, at tað vanliga so at siga bert eru kvinnur til fyrilestrar hennara, tó at tað eru fleiri og fleiri mannfólk, sum eftirhondini liva eftir teimum ráðum, sum hon gevur í sambandi við kost og motión.

Ta fyrstu løtuna á Hotel Føroyum hetta fríggjakvøldið, vóru vit bara tveir einigir – Sámal og eg – men tá steðgur var, eftir at Thorbjörg hevði tosað ein góðan tíma, kom eitt mannfólk afturat. Við sólbrillunum uppi á pannuni og skjúrtuni væl niðurknappaðari, stóð hann har í krókinum og veittraði varisliga til Thorbjörg. Tá hon sá hann, fór hon beinanvegin yvir at heilsa uppá, og eg hoyrdi tey tosa okkurt á enskum – “...takk fyri seinast, og tað var hugnaligt...”.

Maðurin var ......., ja tú hevur sikkurt gitt tað: Hans Fróði Hansen.

So nú vóru vit tríggir.

 

KARAMELLISERAÐUR HEILI

Tá fólk velja sær eina yrkisleið, sum er eitt sindur øðrvísi enn tær vanligu, liggur ofta ein heilt serlig persónlig søga aftanfyri. At gerast lækni, tí mamman ella pápin er lækni, ella sjómaður, tí abbin var tað, eru tað ikki so nógv bein í. Tá vit hinvegin hitta fólk, sum hava halgað lív sítt til at broyta heimin við øðrvísi – og summum førum umstríddum hjáparráðum - er tað ikki bara av søguligum grundum, at tey gera tað. Tá er tað aloftast okkurt frá uppvøkstrinum, sum hevur brent seg fast og má út. Og soleiðis er tað við Thorbjörg Hafsteinsdottir. Hennara framgongd í dag, tekur støði í einum svørtum holi í barndóminum við misbrúki og vanrøkt, og eini kropsligari deyðstrongd, sum var eitt sindur meira enn tann hjá vanligum ørkymlaðum tannáringum.

-Eg minnist rættiliga lítið frá mínum barndómi, tí heilin hjá mær var fullkomiliga karamelliseraður av øllum sukurinum, sum eg hevði stoytt í meg frá tí eg dugdi at gapa, greiðir Thorbjörg frá.

 

ÚR ØLLUM LANDINUM

Í salinum siti vit við rund borð. Eini seks til átta við hvørt borðið. Summar eru komnar í felag, aðrar tvær og tvær, onkur einsamøll, og so eru tað sum sagt Sámal og eg. Allar síggja út til at hava tað í felag, at tær vita nøkulunda hvat tær eru komnar fyri at uppliva. Tá Thorbjörg tosar um kaltpressaða hørfræolju ella sexy morgun smoothies, nikka nógvar av teimum. Og tá tað snýr seg um pinjukjarnir og pilates er minst helmingurin av salinum á heimavølli.

Sjálvur havi eg størstan áhuga í sukurinum. Í skránni stendur, at Thorbjörg skal læra áhoyrararnar at “temja innara sukurtrøllið”, og eg eri ikki tann einasti við hesum ynski. Tá hon tosar um hvussu torført tað er at koma av við hugin eftir ísi, sjokulátu, lakresi, gummibommum, køku og øllum hinum søta, nikka nógvar frúur so hart, at sjálvt ein risastórur bismarkbolli hevði verið í stórum vanda fyri at dottið úr munninum, um tær altso høvdu ein slíkan. Men tað hava tær ikki. Har er vatn á borðinum, og í steðginum er tað blandað frukt og stengur av gularót og agurku.

Nú er tað ikki tí, at eg kenni øll andlit í Havn, men tveir triðingar av áhoyrarunum eru um mín aldur – pluss/minus 10 ár – og eg skuldi kent tey flestu andlitini aftur, um tey væl at merkja vóru úr Suðurstreymi. Men tað geri eg ikki. Altso eru kvinnur komnar kropp á kroppi úr so at siga øllum landinum fyri at síggja fyrimyndina Thorbjörg Hafsteinsdottir. Og hon er eisini ein góð fyrimynd at hava. Sær sunn og deilig út, sjálvt um tað eru 50 ár og trý børn síðani hon varð gitin. Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið.

 

ALKOHOLISMA OG SUKURMISBRÚK

Thorbjörg vaks upp á bygd í Íslandi. Og tó at tað ikki búðu so nógv fólk í bygdini, so vóru ikki meira enn 150 metrar millum kioskirnar og pylsuvognarnar.

-Íslendingar eru ekstremistar á nógvum økjum, og tað gav eisini at býta, tá tað kom til matvanar, fortelur Thorbjörg.

Við hús fekk Thorbjörg skjótt ábyrgd av yngri systkjum, tí pápin var alkoholikari og mamman varð noydd at arbeiða hart. Thorbjörg gjørdi tí mat og reint við hús, og tá hon so endiliga hevði eina løtu fyri seg sjálva, fylti hon bomm og søtar sakir í seg.

-Tað var fyri so vítt einki nýtt, tí eg helt bara áfram við at gera tað, sum foreldur míni høvdu gjørt frá tí eg kann minnast: Fylla sukur í meg, fortelur Thorbjörg.

Longu sum seks ára gomul var hon tí at meta sum ein sukur-junkie, ið hevði torført við sita í frið í ein hálvan minutt, hevði ringt við at stýra sinninum, og tá hon seinni fór í skúla, fekk hon so at siga einki við av tí, sum roynt var at læra hana.

-Men hvussu skal tað vera, tá mann etur fylt fransbreyð til frokost, spyr Thorbjörg.

Og so fortelur hon, at hon í fleiri ár nærum hvønn gerandisdag fór oman til bakaran í døgurðatímanum og keypti eitt fransbreyð og ein pakka av nekarakyss. Síðani útholaði hon fransbreyðið og blakaði bleytu miðjuna vekk. Inn í holið fylti hon ein heilan pakka av nekarakyss. Væl gagnist!

 

SJÁLVGLEÐI

Tað eru sambært Thorbjörg Hafsteinsdottir nógvar orsøkir til at halda heilt uppat at eta vanligt sukur, bomm og vanligar køkur (hon viðmælir onnur sløg av sukur, so sum “Birkesød”), men tann týdningarmiklasta orsøkin er fyri at økja um vánirnar fyri at fáa ein góðan aldurdóm.

-Heilsuspurningurin er ein spurningur um at hava tað gott – ella at fáa tað betri. Tað er ein spurningur um at kunna liva sum 30 ára gamal, tá mann er 50, og sum 50 ára gamal, tá mann er 70. Tað er ein spurningur um at síggja gott út, og at vera sterkur so leingi sum gjørligt, og hvør vil ikki tað, spyr hon, og so nikka øll. Eisini Sámal og eg.

Har er ein sterkur strongur, sum tað ber til at spæla uppá, hugsi eg, tí hvør vil ikki síggja eitt sindur betri út, og vera birgur so leingi sum gjørligt? Tað er altso sjálvgleðin, sum skal dríva verkið. Og tað er eisini tað, sum Thorbjörg, ikki bara einaferð, men fleiri ferðir minnir áhoyrararnar á: At duga at vera góð við seg sjálvan. At duga at siga við seg sjálvan: Tú sært deilig(ur) út í dag !!

 

KUNDI DOYÐ

Tá Thorbjörg var miðskeiðis í 20-árum, var hon somikið niðurundirkomin av ósunnum mati, at hon hevði eina kenslu av deyða í kroppinum. Hon var illa fyri og ólekkur, og át ongan vanligan mat. Frá tí at hon fekk møguleika at arbeiða, hevði hon valt at standa í kiosk ella pylsuvogni, og har át hon alt tað, sum hon orkaði.

Hon søkti sær tíbetur ráðgeving hjá einari konu í Íslandi, sum kundi hjálpa fólki av við sukurtrongdini o.a. Og tað riggaði. Thorbjörg bleiv frí frá sukurinum, og tað setti eitt skalvalop av nýggjum avgerðum í gongd.

-Eg visti, at eg varð noydd at flyta av landinum. Vekk frá orsøkini til mítt misbrúk, so tað bleiv ein túr til Danmarkar, og har havi tikið útbúgvingar og búð og virka síðani, fortelur Thorbjörg.

Men hvussu so við sukurinum? Smakkar hon tað ikki?

-Eg kann ikki vera mína elskaðu sjokulátu fyri uttan, men tað skal vera góð fyrstafloks sjokuláta, ella onkurt gott omaná, sum er gjørt við góðari myrkari sjokulátu. Og sum við øllum øðrum, so skal mann minnast til ikki gera ov nógv av, sigur Thorbjörg.

-Minst til, at tað fyrsta petti av sjokulátu smakkar akkurát líka, sum tað næsta. Venjið tí heilan til at minnast til tann góða smakkin, og latið so tað næsta stykkið liggja, leggur hon afturat.

 

 

-----------------------------------

 

SUKURTRØLLIÐ

 

Blóðsukurið má sambært Thorbjörg Hafsteinsdottir vera í lagi, fyri at mann skal hava tað gott og klára at arbeiða ein heilan dag uttan at svinga alt ov nógv í bæði arbeiðsmegi og sinni. Og tað klárar mann ikki, um kroppurin fær ov nógvar tómar kolloriir, so sum matvørur við høgum sukurinnihaldi. Tær liggja so stutt á, og so fer blóðsukurið niður aftur beinanvegin, og tú gerst móð(ur) og illa uppløgd/upplagdur.

Og so er tað hin síðan av sukkurinum: Tann fitandi. Kroppurin fer fyrst eftir tí, sum hann dámar best (ella lættast klárar at brenna), og tað vil siga sukur ella kolhydratir. Tá kroppurin so hevur brent sukurið, og ikki hevur tørv á meira, liggur feittið eftir. Og tað er tí, at mann tosar um, at sukur setur seg rundanum búkin. Sjálvt fólk, sum annars ikki viga “for nógv”, kunnu hava bildekk rundanum búkin, tí tey, sambært Thorbjörg Hafsteinsdottir, eta for nógv sukur.

 

----------------------------------------

 

 

Góð ráð frá Thorbjörg:

 

-Drekkið ikki smoothies við súgvirøri, tí so fáa tit “høsnareyva-munn”.

-Etið regluliga, og leyp ongantíð ein góðan sunnan morgunmat um. Etið gjarna seks smærri máltíðir um samdøgrið, heldur enn tvær stórar.

-Etið gott breyð, men ikki ov nógv breyð. Tvær flísar av fullkornsbreyði um dagin, eigur at vera nóg mikið (hjá kvinnu). So heldur leggja fýra løg av góðum viðskera á hvørja breyðflís, tí góð proteinir metta væl og eru sunn.

 

--

 

 

Stutt um Thorbjörg Hafsteinsdottir

49 ár

3 døtur

Stovnari av”Sundhedsrevolutionen”

Stjóri í felagnum “Thorbjörg”

Hevur skrivað nógv umrøddu bókina “10 ár yngri upp á 10 vikur”

Útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, føðsluterapeutur og góðkendur coach.

23 ára royndir við føðsluviðgerð og lívsstílsbroytingum, sum hava við sukurtrongd, fiti, diabetis, “konufólkasjúkur”, sunna viðgongutíð, sunn børn og “anti-age” at gera.

Hevur havt sína egnu sjónvarpssending í íslendskum sjónvarpi, og annars verið nógv frammi í donskum loftmiðlum og bløðum seinastu árini.

(Fáið meira at vita á HYPERLINK "http://www.thorbjorg.dk" www.thorbjorg.dk)