endaligu snøklarnir eru fingnir upp á pláss. Undir skurð Álopni føroyski skiparin varð stungin djúpt í bringuna og magan. Støðan er framvegis álvarsom, men í tíðindaskrivi frætta vit, at hon hóast alt er [...] seinnapartin týsdagin, og hann hevur tað nú betri. Hann verður tó liggjandi á sjúkrahúsinum í Trondheimeina tíð afturat, og bæði familjan og fólk frá Thor eru flogin til Norra, fyri at vera um hann. Tórsvík [...] løgreglan hevur havt samband við myndugleikarnar í Føroyum ígjøgnum Interpol. Norska løgreglan bíðar nú eftir einum føroyskum kravi um at fáa mannin útflýggjaðan ella einum fyrispurningi um at fáa aðra hjálp
hann á. Jógvan við Keldu vísir á, at tað ofta er so, at tá málsøki eru miðsavnað, hava tey víst seg at virka í miðstaðarøkinum, har tey eru løgd. Tað, sum so er eftir, hevur so ongan áhuga hjá centrala fólkinum [...] løgregluni, sum møguliga fara at flyta partar av løgreglumanningini úr Vágum og Vestmanna til Havnar, er nú komið upp á hægsta politiska stig. Jógvan við Keldu, landsstýrismaður við innlendismálum, hevur havt [...] Han vísir eisini á, at hetta er ikki í samvar við andan í nullhugsjónini í ferðslupolitikkinum, sum nú er løgd fyri tingið. Har verður satsað upp á gott efirlit. Men verða løgreglumenn fluttir úr ymsu økjunum
Vit hoyra dag og dagliga um íløgukarmin, ið verður sprongdur og tosa fólk nú um at minka kommunala frælsið. Nú eru kommunalar íløgur sjáldan eftir einari beinari linju. Sum við landsíløgum, so koma tær [...] ábøtur verða gjørdar. Í allar hesari diskussiónini er sera týdningarmikið at hava fyri eyga, at tað eru politikarar, ið ráða í hesum landinum við ráðgeving frá embætisverkinum. Tað má ongantíð blíva soleiðis
ígjøgnum árini, ístaðin fyri sum nú at koma við eini stórari príshækking, tí á henda hátt tykist tað alt ov ógvusligt. ? Vit hava tosað um príshækking í fleiri ár. Nú hevur alt savnað seg saman, og vorðið [...] ? Mín viðmerking er, at hetta er ein taktiskur brølari, har trupulleikarnir eru vorðnir sópaðir undir teppið í 10 ár, sigur Reidar Nónfjall, fyrrverandi stjóri á Strandferðsluni. Reidar Nónfjall heldur [...] orðaskifti ella umrøða var í tinginum aftur. ? Prísirnir viðkoma okkum øllum, men eg haldi eisini, at tað eru onnur dømi um, at prísir hækka, har tað viðkemur okkum øllum. Tak til dømis SEV og Føroya Tele. Ongin
Fyrst var tað Svend Aage Ellefsen, síðani Finnbogi Arge og nú Bjarni Djurholm. Í somáta royndist Fólkaflokkurin Eysturoynni illa. Øll gleðast vit um tað stóra framstig, sum Vágatunnilin er fyri Vágoynna [...] tað er ikki einans talið av bilum, sum er nógv økt tey seinnu árini, men akførini eru eisini vorðin munandi tyngri, nú meginparturin av allari frakt í Føroyum fer yvir land, har hon áður fór sjóvegis. [...] niðurbróting á samferðsluøkinum skal henda í øðrum økjum av landinum. Mest trafikkeraðu øki í landinum eru í Eysturoynni og Streymoynni. Hvørt samdøgur koyra umleið 2.700 bilar gjøgnum Norðskálatunnilin, og
tekst-skrivarar. Og tað eru eisini nógv tónleikarar, sum taka við hesi avbjóðing og royna seg. Tó havi eg eina hóming av, at samanspæl og framførsla verður tikin framm um løgini. Nú havi eg hoyrt tey 4 i [...] verið meira melodiøsir enn aðrir, men álíkavæl haldi eg ikki, at arbeiði er gjørt nóg gott. Samanbera vit Prix? 2003 higartil við undanfarin Prix, so vænti eg ikki, at melodiirnir koma at standa líka nógv [...] og eg dugi eisini at hoyra, at ein ávis broyting er farin framm, men eg haldi ikki, sum støðan er nú, at tónleikurin er blivin betri, heldur tvørtur ímóti. Tónleikurin er sera monotonur, nógvar løgnar
revsirættin hjá foreldrum hevur fingið misjavna móttøku á tingi, er hetta eitt sera gott uppskot. Tað eru nú mong ár síðan, at likamlig revsing í skúlanum varð forboðin. Lærarar hava ikki loyvi at sláa børn [...] hava einsháttaðar rættarreglur í Norðurlondum. Tað er illa hugsandi, at ikki øll í hesum samfelagnum eru samd um, at øllum eiga at verða tryggjað somu og jøvnu rættindi. Sostatt skuldi málið verið sera einfalt [...] Javn-aðarflokksins uttan víðari. Men hetta mál snýr seg sjálvsagt eisini um onnur viðurskifti eitt nú um gamla siðvenju, hóast átrúnaðarlig viðurskifti sambært sendingini "Sostatt" ikki tykjast at vera
sum ein bumba. Tað eru bara nakrir dagar síðani, at Åge Hareide og Brøndby samdust um, at samstarvið skuldi halda fram til nýggjárs. Sáttmálaskeiðið varð annars liðugt í summar. Vit harmast avgerðina hjá [...] loysn, meðan Brøndby leitar eftir nýggjum venjara. Åge Hareide sigur, at nú fer hann at halda frí og hvíla seg. Men tíðindini eru longu farin at ganga um, hvat næsta starvið hjá honum verður. Venjarin hjá [...] Braseth, sum fyri ikki so nógvum árum síðani var miðverji í Werder Bremen og á norska landsliðnum, er nú stjóri í Rosenborg. Hann sigur, at Åge Hareide avgjørt er eitt evni til venjarastarvið í Tróndheimi
Fótbóltur Nú landskappingin hjá kvinnunum er nærum hálvrunnin, bendir alt á, at KÍ-kvinnurnar aftur í ár stevna ímóti meistaraheitinum. Klaksvíkskvinnurnar eru enn ikki farnar av vøllinum, uttan at hava [...] fyri GÍ málinum var høvuðsorsøkin til, at sigurin ikki gjørdist uppaftur størri. Úr Klaksvík frætta vit, at serliga Malena Josephsen var óheppin við skotroyndunum á málið. Álopsfelagin hjá Malenu, Rannvá [...] í kvinnudeildini. Við greiða sigrinum á GÍ hevur KÍ nærum tryggjað sær fyrsta plássið, hóast tad eru tvey umførð eftir at leika. B36 hevur enn møguleikan at enda ovast, men málmunurin er somikið stórur
samferðsluviðurskiftini millum miðstaðarøkið og útoyggjarnar. Aðrar útbyggingar, sum eru tengdar at Teistanum, eru umbyggingar av Skopunar havn og havnini í Hesti og nýggi vegurin millum Havnina og Gomlurætt [...] hjá fólk á útoyggjum. Hetta hevur leiðslan á Strandferðsluni eisini gjørt vart við fleiri ferðir, men nú er endiliga eitt nýtt skip at síggja. Bjarni segði, at tað var eisini gott fyri føroyskt vinnulív, [...] samsvarandi nýggju altjóða krøvunum um bygging at ferjum. Tískil er tað eitt framkomið skip, ið sandoyingar nú hava fingið. Tað er eisini neyðugt, tí 4.500 einstakir túrar verða gjørdir árliga um Skopunarfjørð