? Mín viðmerking er, at hetta er ein taktiskur brølari, har trupulleikarnir eru vorðnir sópaðir undir teppið í 10 ár, sigur Reidar Nónfjall, fyrrverandi stjóri á Strandferðsluni.
Reidar Nónfjall heldur, at tað rættasta hevði verið at broytt prísirnar so líðandi ígjøgnum árini, ístaðin fyri sum nú at koma við eini stórari príshækking, tí á henda hátt tykist tað alt ov ógvusligt.
? Vit hava tosað um príshækking í fleiri ár. Nú hevur alt savnað seg saman, og vorðið til tú fært eitt rættiligt gokk í prísinum.
Tá hugsað verður um tænastuna, heldur Reidar Nónfjall, at hon er hækkað ár eftir ár, ímeðan prísirnir hava staðið stillir.
? Tá eg var á Strandferðsluni var næstan forboð fyri at røra tænastuna og tær rationaliseringarnar, sum kundu verið gjørdar har. Prísurin stóð í stað, og tænastan hækkaði. Tá var bara eitt stað at fáa peningin frá afturat, og tað var frá játtanini, sum mátti hækkast, sigur Reidar Nónfjall.
Fyri fýra árum varð byrjað at tosa um príshækkingar, og uppskot var enntá heilt frammi á tingborðinum, men tað var tikið aftur.
? Trupulleikin hevur verið sópaður av borðinum politiskt, har politikkararnir hava latið vera við at viðgera hetta eyma punktið, heldur Reidar, sum sjálvur hevur verið útsettur fyri líknandi.
Í 1999 var játtanin til Strandferðsluna skerd 7,5 milliónir, har løgtingið síðani kravdi eina gjølla frágreiðing um virkið hjá stovninum. Frágreiðingin var klár tveir mánaðar seinni, men onki orðaskifti ella umrøða var í tinginum aftur.
? Prísirnir viðkoma okkum øllum, men eg haldi eisini, at tað eru onnur dømi um, at prísir hækka, har tað viðkemur okkum øllum. Tak til dømis SEV og Føroya Tele. Ongin blandar seg uppí, tá tey hækka prísirnar. Um nakað skil skal vera í, so má stovnurin fáa meira handlufrælsi. Har er krøv og krøv, sum tú skalt uppfylla, men onki fyrilit verður tikið.
? Tú sleppur ikki undan hesum trupulleikanum. Meira tú bíðar, størri vaksa trupulleikarnir seg, sigur Reidar Nónfjall at enda.










