Madonna hevði 4. juni eina óvæntaða konsert á Times Square í New York. Mynd: Brendan McDermid/Reuters.

Ummælarar rósa nýggju Madonna-útgávuni

Madonna gevur fríggjadagin út nýggja útgávu, og fleiri bretskir ummælarar kalla hana hennara bestu útgávu í 20 ár.

Madonna hevði 4. juni eina óvæntaða konsert á Times Square í New York. Mynd: Brendan McDermid/Reuters.

Nýggja útgávan eitur »Confessions IIH og er 15. studiofløgan hjá 67 ára gomlu poppdrotningini.

Bretsku miðlarnir The Telegraph, The Guardian, The Independent og NME geva allir fløguni fýra av fimm stjørnum.

Sambært The Independent eru teir 16 sangirnir á útgávuni gjørdir til at fáa lurtaran at røra seg – ella enntá sveitta.

NME og The Guardian leggja serliga dent á, at fløgan ljóðar sum eitt samanhangandi dj-sett, har sangirnir renna yvir í hvønn annan. Tónleikurin fevnir millum annað um elektroniskan tónleik, popp, dance og triphop.

Á útgávuni hevur Madonna eisini fleiri samstørv. Millum teirra eru Sabrina Carpenter, hollendski dj'urin Martin Garrix og dóttir hennara Lourdes Leon.

»Confessions II« er eitt framhald av »Confessions on a Dance Floor« frá 2005. Sambært The Guardian hevur bíðitíðin verið tað verd, og miðilin kallar nýggju útgávuna mest lívligu hennara í tvey áratíggju.

Madonna gav sína fyrstu fløgu út í 1983 og fekk stóra gjøgnumbrotið árið eftir við »Like a Virgin«.

 

/Ritzau/

 

 

 

Madonna hevði 4. juni eina óvæntaða konsert á Times Square í New York. Mynd: Brendan McDermid/Reuters.