Hetta er triðju ferð, at ein landsstýrismaður úr Fólkaflokkinum roynir at niðurleggja hesa søguligu rutu. Fyrst var tað Svend Aage Ellefsen, síðani Finnbogi Arge og nú Bjarni Djurholm. Í somáta royndist Fólkaflokkurin Eysturoynni illa.
Øll gleðast vit um tað stóra framstig, sum Vágatunnilin er fyri Vágoynna og alt Føroya fólk, og tí er tað hugstoytt at síggja, at ein niðurbróting á samferðsluøkinum skal henda í øðrum økjum av landinum.
Mest trafikkeraðu øki í landinum eru í Eysturoynni og Streymoynni. Hvørt samdøgur koyra umleið 2.700 bilar gjøgnum Norðskálatunnilin, og umleið 4.000 bilar gjøgnum Kollfjarðatunnilin. Tá Norðoyatunnilin verður veruleiki, kann roknast við, at ferðslan millum Eysturoy og høvuðsstaðarøkið fer at økjast munandi.
Kanningar hjá Landsverksfrøðingsstovninum vísa, at tað er ikki einans talið av bilum, sum er nógv økt tey seinnu árini, men akførini eru eisini vorðin munandi tyngri, nú meginparturin av allari frakt í Føroyum fer yvir land, har hon áður fór sjóvegis. Til dømis var tunga ferðslan í Eysturoy (roknað sum akfør longri enn 5,80 metrar) umleið tríggjar ferðir so stórur partur av samlaðu ferðsluni í oynni í 2001, samanborið við 1996.
Tá Dúgvan sigldi millum Skálafjørðin og Havnina, sigldu nógv (bæði ferðafólk og bilar) við. Men síðani rutan var niðurprioriterað (fyrst við einum minni skipi, og seinni varð als ikki loyvt at taka bilar við), hava færri nýtt hesa farleið. Eisini hevur tað verið eitt stórt afturstig fyri siglingina, at rutan summar tíðir hevur verið niðurløgd, og síðani byrjað aftur av nýggjum.
Tað er einki at ivast í, at tørvur er á at menna samferðslukervið millum Skálafjørðin og høvuðs-staðarøkið. Í fyrstu atløgu eigur ein skjóttgangandi bilferja at verða sett í fasta sigling og um fá ár kemur ein undirsjóvartunnil at verða gjørdur millum Skálafjørðin og Hvítanes..
Sambandsflokkurin tekur ongantíð undir við teimum niðurbrótandi kreftum, og tí fær landsstýrismaðurin ikki nakað herðaklapp frá okkum fyri ta niðurbróting av rutuni, sum hann hevur gjørt gjøgnum mong ár.
Hvussu sveinaroyndin hjá Bjarna Djurholm fer at eydnast, veit eg ikki, men sambandið millum Havnina og Skálafjørðin gongur eini samfelagsmennandi framtíð í møti.