Tikni maðurin, sum er frá Filippinunum, hevur síðani mikunáttina sitið í varðhaldi hjá norsku løgregluni. Hann skal væntandi geva frágreiðing einaferð mikudagin.
Norska løgreglan arbeiðir í skrivandi løtu við at finna útav hvat fyri mál, hann tosar, og síðani skal ein tolkur finnast, veit norska blaðið VG at siga.
Tí veit løgreglan framvegis ikki nakað um smálutirnar, í sambandi við hendingina, tá føroyski skiparin varð stungin, men kanningin verður allrahelst hildin einaferð mikudagin.
Tá føroyski skiparin við tyrlu varð fluttur á sjúkrahús, tók ein annar skipari yvir umborð á Tórsvík, og førdi skipið inn til lands.
Gerningsmaðurin var alla tíðina umborð á Tórsvík, inntil løgreglan mikunáttina tók hann, tá Tórsvík legði at kei í Kristanssund.
Tá skipið kom til lands fór eisini ein sálarfrøðingur umborð á Tórsvík, og gav restini av manningini kreppuhjálp.
Serlig viðurskifti
VG skrivar eisini á heimasíðni, at norska løgreglan hevur havt samband við myndugleikarnar í Føroyum ígjøgnum Interpol. Norska løgreglan bíðar nú eftir einum føroyskum kravi um at fáa mannin útflýggjaðan ella einum fyrispurningi um at fáa aðra hjálp í sambandi við kanningararbeiðið.
Hetta er eitt rættiliga serligt mál, skilst, tí hendingin fór fram í altjóða sjógvi.
Norska løgreglan fer at hava gerningmannin fongslaðan, inntil endaligu snøklarnir eru fingnir upp á pláss.
Undir skurð
Álopni føroyski skiparin varð stungin djúpt í bringuna og magan.
Støðan er framvegis álvarsom, men í tíðindaskrivi frætta vit, at hon hóast alt er batnað. Skiparin varð lagdur undir skurð seinnapartin týsdagin, og hann hevur tað nú betri. Hann verður tó liggjandi á sjúkrahúsinum í Trondheimeina tíð afturat, og bæði familjan og fólk frá Thor eru flogin til Norra, fyri at vera um hann.
Tórsvík, fylgdi við einum skipi, sumskjeyt seismikk uttanfyri norsku strondina, tá ein av manningini brádliga leyp á føroyska skiparan við knívi, og stakk hann sera illa í bringuna og magan.
Skiparin varð alt fyri eitt fluttur á sjúkrahús í Tróndheim.