Børn eiga javnan rætt

Oddagrein

Hóast uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at avtaka revsirættin hjá foreldrum hevur fingið misjavna móttøku á tingi, er hetta eitt sera gott uppskot. Tað eru nú mong ár síðan, at likamlig revsing í skúlanum varð forboðin. Lærarar hava ikki loyvi at sláa børn og tilkomin fólk hava ikki loyvi at sláa onnur vaksin. Hví skal tað so vera loyvt foreldrum at nýta likamliga revsing mótvegis børnum? Svarið er givið frammanundan. Hetta eigur ikki at vera loyvt framyvir.

Málið um revsirættin er eitt sera álvarsamt mál. Tað snýr ikki bara um, hvørt tað skal verða loyvt at geva ein brest í afturpartin so av og til. Hetta snýr seg um, at allir samfelagsins limir eiga javnan rætt, hetta snýr seg um grundleggjandi humanistisk virði og hetta snýr seg um familjuna. Eisini snýr hetta seg um at hava einsháttaðar rættarreglur í Norðurlondum.

Tað er illa hugsandi, at ikki øll í hesum samfelagnum eru samd um, at øllum eiga at verða tryggjað somu og jøvnu rættindi. Sostatt skuldi málið verið sera einfalt, og allir flokkar áttu at tikið undir við uppskoti Javn-aðarflokksins uttan víðari. Men hetta mál snýr seg sjálvsagt eisini um onnur viðurskifti eitt nú um gamla siðvenju, hóast átrúnaðarlig viðurskifti sambært sendingini "Sostatt" ikki tykjast at vera tann stóra forðingin. Tøkk til útvarpsfólkini fyri eina viðkomandi og góða sending.

Hetta mál snýr seg eisini um familjuna, um hvussu barnafamiljan hevur tað í dagsins samfelag. Tað er tískil ikki nóg mikið, at uppskotið um at avtaka revsirættin verður samtykt. Hetta mál má fylgjast upp við familjupolitiskum tiltøkum, so tað verður betri at vera barn og betri at vera foreldur í Føroyum. Hóast tímilig framstig er tað trupult at vera foreldur ikki minst fyri einsamallar møður. Arbeiðsdagurin er langur og stressaður, bústaður dýrur og trupult er at finna nøktandi barnaansing hjá útiarbeiðandi foreldrum. Talan er sostatt um eina heild, ið eigur at fáa eina heildarloysn, so vit kunnu bjóða uppvaksandi ættarliðinum tey bestu lívskor.