? Kreppan, sum rakti okkum, førdi til íløgusteðg í øllum tí føroyska samfelagnum. Ikki minst Strandfaraskipini vórðu rakt av vánaligu fíggjarstøðuni, og úrslitið hevur verið, at miðalaldurin á skipaflotanum er vorðin 32 ár, segði Bjarni Djurholm í sínari røðu.
Tí er tíðin kom til, at fleiri nýbygningar koma til landið og fara at gera tað liviligari hjá fólk á útoyggjum. Hetta hevur leiðslan á Strandferðsluni eisini gjørt vart við fleiri ferðir, men nú er endiliga eitt nýtt skip at síggja.
Bjarni segði, at tað var eisini gott fyri føroyskt vinnulív, at Skála Skipasmiðja hevði staðið fyri byggingini. Hóast trupulleikar vóru við polsku skipasmiðjuni og seinkingar, hevur Skála Skipasmiðja megnað at fullføra verkætlanina fyrimyndarliga.
Ikki seinasta verkætlanin
Landsstýrismaðurin við vinnumálum vísti eisini á, at hetta skipið er týðandi liður í arbeiðnum at betra um samferðsluviðurskiftini millum miðstaðarøkið og útoyggjarnar. Aðrar útbyggingar, sum eru tengdar at Teistanum, eru umbyggingar av Skopunar havn og havnini í Hesti og nýggi vegurin millum Havnina og Gomlurætt. Tá hesar verkætlanir verða lidnar, fæst størri nytta úr skipinum, vísir Bjarni Djurholm á.
Í sama viðfangi nevndi hann eisini suðuroyarferjuna, sum skal skapa betri trivna í Suðuroynni.
Framkomið skip
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at henda ferjan er tann fyrsta í danska kongaríkinum, sum er bygd samsvarandi nýggju altjóða krøvunum um bygging at ferjum. Tískil er tað eitt framkomið skip, ið sandoyingar nú hava fingið.
Tað er eisini neyðugt, tí 4.500 einstakir túrar verða gjørdir árliga um Skopunarfjørð, ið verður mett sum opið hav. Árliga verða flutt umleið 100.000 ferðandi og 30.000 akfør. Tí krevur farleiðin eina nýggja og meira tíðarhóskandi ferju.
Reidar vísir á, at fyrireikingin tók eitt ár og átta mánaðir, meðan byggingin tók eitt ár og níggju mánaðir.
Hann leggur afturat, talan er um eitt menningarlop uppá 30 ár, har vit hava innheintað tey tíggju árini og nøkta tørvin tey næstu tjúgu árini.










