Fótbóltur
Nú landskappingin hjá kvinnunum er nærum hálvrunnin, bendir alt á, at KÍ-kvinnurnar aftur í ár stevna ímóti meistaraheitinum. Klaksvíkskvinnurnar eru enn ikki farnar av vøllinum, uttan at hava ognað sær trý stig.
Sunnudagin vóru gøtukvinnur á vitjan í Klaksvík, og botnliðið úr Gøtu varð sent um fjørðin aftur við einum stórtapi. KÍ vann heili 9-2 á GÍ, eftir hálvleikstøðuna 5-2. Úr Klaksvík verður sagt, at dysturin var einvegis ferðsla á GÍ- málið, og sigurin kundi verid væl størri, um KÍ- kvinnurnar vóru nærlagdari framman fyri GÍ- málið.
Sjey ferðir Rannvá
Stóri leikarin í Klaksvík sunnudagin var Rannvá Andreasen, sum skeyt heili sjey av teimum níggju málunum hjá KÍ. Eftir at GÍ óvæntað legði seg á odda tíðliga í dystinum, vaknaðu KÍ kvinnurnar, og løgdu stórt trýst á GÍ. Trðstið gav eisini úrslit, tí tá farið var til hálvleik, var KÍ omaná við greiðari 5-2 leiðslu. Í trimum av málunum í fyrra hálvleiki, hevði Rannvá seinasta fót á, meðan Bára Skaale og Malena Josephsen skutu hini bæði. Málini hjá GÍ skutu Heidi Jacobsen og Hansa Mikkelsen.
Kí helt fram at trýsta GÍ- liðið í seinna hálvleiki, og nógvir møguleikar spurdust burturúr, men vantandi nærlagni framman fyri GÍ málinum var høvuðsorsøkin til, at sigurin ikki gjørdist uppaftur størri. Úr Klaksvík frætta vit, at serliga Malena Josephsen var óheppin við skotroyndunum á málið.
Álopsfelagin hjá Malenu, Rannvá Andreasen, gjørdi harafturímóti eitt rættiligt hál sunnudagin. Aftrat teimum trimum málunum í fyrra hálvleiki, gjørdi hon øll fýra KÍ- málini í seinna hálvleiki, og hevur sostatt lagt seg trygt á odda á málitindinum í kvinnudeildini.
Við greiða sigrinum á GÍ hevur KÍ nærum tryggjað sær fyrsta plássið, hóast tad eru tvey umførð eftir at leika. B36 hevur enn møguleikan at enda ovast, men málmunurin er somikið stórur, at hetta tykist lítið sannlíkt. Ósigurin í Klaksvík sunnudagin hevði við sær, at GÍ við vissu endar niðast í 1. deild, og skal nú leika ein upp- og niðurflytingardyst ímóti nummar tvey í aðru deild.