Íløgukarmurin

Oddagrein

 

Vit hoyra dag og dagliga um íløgukarmin, ið verður sprongdur og tosa fólk nú um at minka kommunala frælsið.


Nú eru kommunalar íløgur sjáldan eftir einari beinari linju. Sum við landsíløgum, so koma tær ofta í stórum klumpum. Spurningurin er, um ein kommunal íløgujáttan ikki burdi verið eitt miðaltal yvir eitt valskeið og ikki eitt árligt tal. Núverandi skipan kann elva til, at kommunur fara at gera alt fyri at fylla sín íløgukarm hvørt tað einasta ár, um tær tørva íløgurnar ella ikki, tí tær ikki kunnu samla upp.


Miðaltalið má helst ikki kunna flytast yvirum valskeið, tí so tekur man dispositiónsfrælsið frá eftirfylgjandi bý- og bygdarráðum. Hettar vildi verið líka ódámligt, sum tað, ið Landstýrið ger við at lækka blokkin munandi bert nakra fáar mánaðar áðrenn valið.


Man má ansa eftir, at ein skipan ikki verður ov stirvin, so at rættningslinjur verða ristar í grót, uttan at spurnartekin nakrantíð verður sett við skipanina.


Lat okkum taka eitt dømi, har ein lítil kommuna skal gera stórar ábøtur á kommunalar ognir, og hesar ábøtur koma at halda í 20 ár. Er tað ikki órímiligt, at ein slík kommuna skal stavnsbindast til at noyðast við lappaloysnir, tí at ábøturnar, um tær skulu gerast ordiligt, koma at spreinga íløgukarmin, óansæð hvat ár hesar ábøtur verða gjørdar.


Í allar hesari diskussiónini er sera týdningarmikið at hava fyri eyga, at tað eru politikarar, ið ráða í hesum landinum við ráðgeving frá embætisverkinum. Tað má ongantíð blíva soleiðis, at politikarar standa og yppa øksl, tí ein teknokratisk skipan, ið eyðsæð hevur stórar vansar við sær, verður tikin sum var hon rist í grót og óbroytilig.


Tað skal verða okkara vón, at skipanin við íløgukarminum verður tikin til nývurdering, soleiðis, at ein 4 ára íløgukarmur kann gerast. Hettar hevði givið kommunum fría dispositión yvir tíðarfestingina av íløgunum innan eitt valskeið, bert miðaltalið er tað ásetta.


Landsbúskaparliga eigur siktið at verða so mikið langt, at smávegis variatiónir yvir eitt 4 ára skeið ikki gevur stórvegis trupulleikar.