Sjógvarnir ganga høgir í Brøndby í hesum døgum. Eftir at munurin frá oddaliðnum og aftur til FCK sunnudagin var svunnin niður í tvey stig ? í vetrarsteðginum var hann tíggju stig ? boðaði norski venjarin, Åge Hareide, mánadagin frá, at hann ikki helt seg til framvegis at hava ábyrgdina av Brøndby liðnum í superliguni. Hann vildi sleppa burturúr venjarastarvinum, tí hann kendi seg ikki hava tað yvirskotið, sum skal til, um venjarin skal megna at geva spælarunum rætta íblásturin.
Hóast soltnu úrslitini í vár, so kom uppsøgnin sum ein bumba. Tað eru bara nakrir dagar síðani, at Åge Hareide og Brøndby samdust um, at samstarvið skuldi halda fram til nýggjárs. Sáttmálaskeiðið varð annars liðugt í summar.
Vit harmast avgerðina hjá venjaranum. Tað søgdu stjórin í Brøndby, Per Bjerregaard, og liðformaðurin og málverjin, Mogens Krogh.
Samstundis sum teir næstu ? so at siga ? søgdu seg harmast um nýggju støðuna. So var fyrrverandi Brøndby málverjin av einari heilt aðrari áskoðan. Peter Schmeichel legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann seinnapartin mánadagin kom úr Onglandi og til Keypmannahavnar at taka lut í sjónvarpssending um fótbólt. Hann segði seg vera fullvísan í, at stjórin í Brøndby við teknum, sum ikki kundu misskiljast, hevði givið norska venjaranum tað hugskotið, at hann átti at taka seg aftur sum venjari.
Brøndby setti mánadagin Tom Køhlert í venjarastarvið. Hann hevur áður verið høvuðsvenjari í Brøndby. Hesa seinastu tíðina hevur hann havt ábyrgdina av at menna ungar spælarar. Tom Køhlert er ein fyribils loysn, meðan Brøndby leitar eftir nýggjum venjara.
Åge Hareide sigur, at nú fer hann at halda frí og hvíla seg. Men tíðindini eru longu farin at ganga um, hvat næsta starvið hjá honum verður. Venjarin hjá Rosenborg hevur boðað frá, at hann ætlar sær úr starvinum, tá norska kappingarárið verður liðugt í heyst. Rune Braseth, sum fyri ikki so nógvum árum síðani var miðverji í Werder Bremen og á norska landsliðnum, er nú stjóri í Rosenborg. Hann sigur, at Åge Hareide avgjørt er eitt evni til venjarastarvið í Tróndheimi.