Prix Føroyar er eitt gott høvi hjá føroyskum tónleikarum og bólkum at vísa síni kynstur, bæði sum tónleikarar og sum lag & tekst-skrivarar. Og tað eru eisini nógv tónleikarar, sum taka við hesi avbjóðing og royna seg.
Tó havi eg eina hóming av, at samanspæl og framførsla verður tikin framm um løgini.
Nú havi eg hoyrt tey 4 innleiðandi umførini higartil í Prix Føroyum 2003, men enn havi eg tó ikki hoyrt nakrarn melodi, sum veruliga stendur eftir í høvdinum hjá mær. Sjálvandi hava onkrir bólkar verið meira melodiøsir enn aðrir, men álíkavæl haldi eg ikki, at arbeiði er gjørt nóg gott.
Samanbera vit Prix? 2003 higartil við undanfarin Prix, so vænti eg ikki, at melodiirnir koma at standa líka nógv eftir, sum teir t.d. gjørdu í 1997 og 1999. Í 1997 spældu bólkar sum Mark No Limits, Aria og Kjølar góðar og melodiøsar sangir. Tvey ár seinni gjørdu bólkar sum All That Rain, Taxi, Flux og Tangz tað sama.
Tá vísti tað seg, sum at bólkarnir løgdu seg nógv meir eftir at skriva góðar sangir, samstundis sum samanspæl og framførsla var í topp. Tó skal eg ikki taka nakað frá bólkunum til hetta Prix?ið, tí eg haldi at nógvir av teimum hava havt rættuliga góðar framførslur og gott samanspæl!
Tað verður nógv tosa um tað nýggja rákið í føroyskum tónleikið, og eg dugi eisini at hoyra, at ein ávis broyting er farin framm, men eg haldi ikki, sum støðan er nú, at tónleikurin er blivin betri, heldur tvørtur ímóti.
Tónleikurin er sera monotonur, nógvar løgnar fraseringar, sum gera tað strævið fyri áhoyraran at lurta, og tá man hevur hoyrt tvey ella trý løg, ja, so er man longu troyttur av bólkinum.
Tað burdi verið gjørligt at skriva góðar og melodiøsar sangir, eisini tá tú skal fylgja einum ávísum ráki, men um hetta ikki er gjørligt, so haldi eg ikki at føroyskir tónleikarar eru á rættari kós.
Ingi Isaksen,
tónleikari og produsari