Sundalagsstevna er í Hvalvík, og seinnapartin verður FM kappróður. Sambært veðurforsøgnunum eru líkindini hampuliga góð. Danska veðurstovan, DMI, sigur, at tað fyrst verður eitt lot av útnyrðingi, og at [...] turt og viðhvørt fer sólin at síggja. Hitin verður millum 7 og 10 stig. Meðan røðin av bátum á Norðoyastevnu varð funnin við lutakasti, so verður tað soleiðis í dag, at teir bátarnir, sum stóðu seg best
sannførandi sigri í Klaksvík, og alt bendir á, at Kvívíkingur fer at vera við til at seta dagsskránna í summar. Avrikini hjá hinum á Norðoyastevnu benda á, at í løtuni er tað bara Argjabáturin, sum møguliga verður [...] millum 8-mannaførini á Norðoyastevnu, og avrikið og úrslitið vóru so mikið góð, at kvívíkingar fara at liggja í miðjuni, tá ið tað komandi leygardag aftur verður FM kappróður á skránni. Saman við Argjabátinum [...] vóru tað serliga sigrarnir á Ólavsøku, sum gjørdu, at avrikini vóru góðtikin. FM heitið í 2002 varð vunnið við fýra sigrum. Ta ferðina var Kvívíkingur næstfremstur á Norðoyastevnu. Nýggja kappróðrarárið byrjaði
FM kappróður. Tað eru tilmeldaðar 88 bátsmanningar til í ár. Eftir nógvar harðar venjingar er tíðin endiliga komin, at rógvararnir sleppa at vísa hvør dugur er í teimum. Kappróðurin á norðoyastevnu hevur [...] fyrireika kappróður. Vit eru tveir, ið hava evstu ábyrgd og vit hava fingist við at fyrireika kappróður á norðoyastevnu í trý ár nú. Vit eru heldur ikki bangnir fyri at biðja um hjálp, um á stendur. Hóast [...] ar. Tað er serliga hjá 5-mannaførunum at tað kunnu verða stórir trupulleikar. Bátar koma at liggja tvørt fyri og vit mugu hjálpa teimum upp á pláss. Ein trupulleiki er, at tey kenna ikki mun á stýriborði
havt sína stórtíð, men at henda tíðin nú er farin, ella er við at fara. Fólk kunnu óivað minnast aftur á onkra Norðoyastevnu við gleði, men hvussu er støðan í dag? Er stevnan bara ein av mongum? Ella kann [...] fyri Norðoyastevnuna er klár og er at finna aðrastaðni í blaðnum í dag. Nógv av tiltøkunum hoyra snøgt sagt bara til eina slíka stevnuskrá. Men dentur verður lagdur á, at henda stevnan er bara byrjanin til [...] til annað og meiri enn kappróður, fótbólt og onnur meiri sjálvskrivað tiltøk. - Her eru nógvir møguleikar, - eg meini: Hetta er stevnan, tá fyrsti FM-róðurin í kappróðuri er. Hetta er eisini stevnan, tá
yvir á tær sjálvari. Tað er loyvt at rópa. ? Eg var í nógv ár róðurskvinna, og hetta var upp á ein máta tað sama. Tá ið róðurskvinnan sleppur, og rógvararnir seta á, so er bara at koyra á. Tað er upp á [...] uppá okkurt at siga alla tíðina. Tað er lættari upp á ein máta, tá ið róðurin er spennandi, tí tá kemur nógv av sær sjálvum, men er eingin spenningur, mást tú finna upp á okkurt annað at siga, eitt nú um líkindi [...] á sama máta hjá frásøgufólkinum. Tá ið startskotið hevur ljóðað, skalt tú koyra á, til komið er á mál, sigur Solby. Sjálvt um hon var nervøs upp undir frásøgnina á jóansøku, og hon ikki var heilt nøgd
sigrarnar á norðoyastevnu, fjarðastevnu og ná á varmakeldu í ár. Tað var á fjarðastevnu í 1991, sum var í Kollafirði, at Erla Kongsdóttir, sum annars ikki stóð seg nakað serliga væl, vann. Einki er at ivast [...] nú er á odda í FM kappingini Móttøkan var ófør, tá ið Erla Kongsdóttir kom aftur á dráttin, og tað var ikki so undarligt. Hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at kvinnubáturin hjá fuglfirðingum vann á varmakeldu [...] gingið so mikið væl, at Erla Kongsdóttir nú er á odda í FM kappingini. Tað hevur annars verið langt millum sigrarnar hjá fuglfirðingum í kappróðri. Einasti sigurin á varmakeldu frammanundan tí leygardagin varð
nógv á, at spenningurin fór at hvørva í kappingini um FM í róðri millum 6-mannafør við monnum. Men endaspurturin vendi upp og niður upp á plaseringarnar, og úrslitið ber við sær, at tað framvegis er spenningur [...] Riddarin seg á odda. Higartil í ár hevur tað ikki stemmað soleiðis hjá Sundabátinum, sum tað hevur gjørt undanfarnu árini, men talan hevur verið um støðuga framgongd eftir vánaliga byrjan á norðoyastevnu, og nú [...] sum teir gjørdu á sundalagsstevnu, tá ið bæði Firvaldur við gentum og Tvørabáturin vunnu. Riddarin er framvegis fremstur í FM kappingini og favorittur til at verða meistari. Men munurin er bara eitt stig
ni, og at Riddarin er tvey stig frammanfyri Tvørabátin. Tað er langt frá á hvørjum ári, at bátur úr Fuglafirði er millum teir, sum hava møguleika at vinna á varmakeldu. Soleiðis er tað hesa ferð. Kvinnurnar [...] 10-mannaførini er ógvuliga intens. Á norðoyastevnu fóru Eysturoyingur og Klaksvíkingur stavn um stavn um málið. Á fjarðastevnu var Eysturoyingur fremstur, og síðani hevur Klaksvíkingur vunnið á sundalagsstevnu [...] Tað er gott pláss og góðar umstøður at rógva í Fuglafirði. Tí er eingin trupulleiki at kappast á 1000 metrum, 1500 metrum og 2000 metrum. Hetta verður síðsta ferðin í ár, at tað verður kappast á longru
Kappróður Av góðum grundum er hann stak væl kendur í róðrarumhvørvinum. Martin Venned, sum í Kollafirði sat á toftubekki umborð á Klaksvíkingi, hevur nógvu av seinastu árunum verið við til at manna fleiri [...] tað næstsíðsta mánadag vóru boð eftir honum um at hjálpa til umborð á Klaksvíkingi, sum hann ikki hevði luttikið við á norðoyastevnu og á skálastevnu. Í 2002 var tað trupult hjá Martini at búgva í Søldarfirði [...] at venja í Klaksvík. Tað fór við so nógvari tíð. Men nú er lag á manni, eftir at undirsjóvartunnilin undir Leirvíksfirði er latin upp. - Hetta er eitt spæl. Eg havi verið við motorsúkklu í Klaksvík og vant
vera við í kappingini, men soleiðis er tað ikki í ár. Vestmanna dreingir umborð á Havfrúnni sást einki til leygardagin. Á norðoyastevnu varð Havfrúgvin nummar seks, og á Fjarðastevnu var Havfrúgvin nummar [...] tíðarmunurin aftur til Junkaran umleið tvey sekund, og á Skála var tíðarmunurin aftur til Teistan umleið tvey sekund. Á Kollafirði var sigurin á Báruni vunnin við meiri enn trimum sekundum. Tjaldrið hevur [...] vunnið FM síðani í 2000 og 2001. Tað stendur framvegis nógv upp á spæl, men tølini eftir teir tríggjar fyrstu róðrarnar í ár siga, at Tjaldrið er greiður favorittur at vinna FM í ár.