Gomul stevna í nýggjum hami

Klaksvík: - Vit settu okkum simpelthen niður við einum spurningi á borðinum: “Hvat vilja vit við Norðoyastevnuni 2010?”.

Vit komu fram til nógv ymisk svar, og nú ætla vit so sanniliga, at fólk skulu fáa eina øðrvísi og spennandi stevnu um vikuskiftið, sigur Jógvan Andreas Joensen, sum er formaður í Norðoyar Frítíðar- og Ítróttarráði. - Og vit vóna sjálvandi at vit á henda hátt kunnu vera við til at branda Norðoyggjar.





“Norðoyastevnan nyttar einki longur” og “Festivalarnir eru komnir ístaðin fyri allar hesar mongu og einsljóðandi summarstevnurnar”!

Hesar útsagnirnar hava norðoyingar og onnur mangan havt á orði tey seinastu árini. Fólk eru vorðin troytt av øllum stevnunum, sum onkursvegna hava staðið í stað, og skráin í mangar mátar hevur verið ein avskrift av teirri undanfarnu.

Fyri tey hava tónleikafestivalarnir verið eitt kærkomið og frískligt avbrot í summartiltøkunum. Hetta ger seg ikki minst galdandi í Norðoyggjum, har ein eigur í hópatali av ídnum og uppfinnsomum fólkum.

Men í ár skal broyting koma í norðoyastevnuna, soleiðis at hon verður øðrvísi enn undanfarin ár. Ja, ikki bert øðrvísi, tí verður tað so, sum fyrireikararnir í NFÍ ætla, fara fólk at uppliva eina munandi betri stevnu í ár. Og næsta ár verður hon uppaftur betri, skilst.

- Vit hava sett sum heiti, at Norðoyastevnan skal verða fyri børn og barnsligar sálir. Vit ynskja í øllum førum, at stevnan skal verða ein stevna sum skal spyrjast, leggur Jógvan Andreas Joensen dent á.

Saman við góðum fólki hevur nevndin nú savnað fleiri tiltøk saman til eina áhugaverda skrá um vikuskiftið. Í nevndini sita: Jógvan Andreas Joensen formaður; Jákup Anthoniussen, Atli Justinussen, Jón Absalon Østerø og Eystan í Lon.

Líkt er til, at royndirnar hjá Jógvan Andreasi sum mentanarleiðari í eini norskari kommunu, hevur givið sítt íkast til ársins fyrstu summarstevnu í Klaksvík.

- Fyrst fortreytin fyri at vit kunnu fáa eina góða norðoyastevnu, er at fólk, feløg og felagsskapir samstarva. Hetta er rætta leiðin fram, fyri at geva stevnuni eitt innihald sum kann vera fyri øll, sigur ídni formaðurin í NFÍ.


Branda økið

Skráin fyri Norðoyastevnuna er klár og er at finna aðrastaðni í blaðnum í dag. Nógv av tiltøkunum hoyra snøgt sagt bara til eina slíka stevnuskrá.

Men dentur verður lagdur á, at henda stevnan er bara byrjanin til nakað nógv størri.

Komandi ár eru nevniliga liðin 75 ár síðani ta fyrstu Norðoyastevnuna, og tí er stevnan í ár at meta sum grundarlagið undir nøkrum størri og víttfevndari komandi ár.

Ein av stóru broytingunum er, at nevndin í NFÍ ynskir at fara frá eini støðu sum fyriskipari av stevnuni, til heldur at virka sum samskipari av stevnuni.

Í øðrum lagi er ynskið, at fáa tey ymisku feløgini í økinum, kommunurnar og fólkið savnað um at skipa øll tiltøkini.

- Norðoyastevnan er ein ótrúligur møguleiki at branda alt hetta økið. Nú vilja vit hava øll við til hetta, sigur Jógvan Andreas Joensen.


Endurreisn

Sum longu nevnt eru tað tey, sum halda at summarstevnurnar hava havt sína stórtíð, men at henda tíðin nú er farin, ella er við at fara.

Fólk kunnu óivað minnast aftur á onkra Norðoyastevnu við gleði, men hvussu er støðan í dag? Er stevnan bara ein av mongum? Ella kann nakað gerast fyri at endurreisa stevnuna, sum bæði átti og skuldi havt so nógv at bjóða teim vitjandi og fólkinum í økinum?

- Avbjóðingin hjá nevndini hevur verið at taka støðu til, hvat vit vilja og hvat vit ynskja á norðoyastevnu. Hon hevur fyrr havt sín týdning - eingin ivi um tað. Men hvat ynskja vit av stevnuni í dag?, spyr Jógvan Andreas.

Svarið uppá spurningin valdast, hvønn tú spyrt. Fyri NFÍ-nevndina kann tað býtast upp í tvey: Annaðhvørt vil man halda fram sum áður, soleiðis at stevnan spakuliga sovnar burtur. Ella man vil bretta upp um ermar, og gera stevnuna til annað og meiri enn kappróður, fótbólt og onnur meiri sjálvskrivað tiltøk.

- Her eru nógvir møguleikar, - eg meini: Hetta er stevnan, tá fyrsti FM-róðurin í kappróðuri er. Hetta er eisini stevnan, tá rennikappingin byrjar. Og hetta er somuleiðis stevnan, har fyrsta FM-kapping fyri hundar verður fyriskipað. Jú, hetta verður eitt spennandi vikuskifti, sigur formaðurin.

Mong eru tey sum halda, at Norðoyastevnan hevur líkasum tapt áhuga og spenning í mun til t.d. Summarfestival, Sjómannadagar og aðrar festivalar.

Kann vera, at Norðoyastevnan seinastu 10-15 árini er fánað spakuliga. Men nevndin í NFÍ ætlar nú at seta ferðina uppaftur, soleiðis at tann gamla stevnan nú verður endurnýggjað.

Við hesum ynskir ein eisini, at tey mongu feløgini og felagsskapirnir í Norðoyggjum fara í størri mun at samstarva um tiltøkini, eins og ein longu fer at síggja tað um vikuskiftið.

- Vit ynskja líkasum at venda júst hesum rákinum, soleiðis at stevnan aftur kann koma til heiður og æru, sigur NFÍ-formaðurin.