Kappróður
Tað kemur fyri, men tað kemur ikki so ofta fyri, at ein bátur er so sannførandi og avgjørdur í endaspurtinum, sum Tvørabáturin var tað leygardagin í Fuglafirði.
Fittan part av 1500 metra teininum bendi nógv á, at spenningurin fór at hvørva í kappingini um FM í róðri millum 6-mannafør við monnum. Men endaspurturin vendi upp og niður upp á plaseringarnar, og úrslitið ber við sær, at tað framvegis er spenningur um FM heitið.
Hóast Tvørabáturin átti besta startin og legði seg meiri enn hálva bátslongd framum Riddaran, ið eisini var aftanfyri Sundabátin, so tóktist alt verða, sum tað plagar at vera, tí í óførum miðróðri legði Riddarin seg á odda.
Higartil í ár hevur tað ikki stemmað soleiðis hjá Sundabátinum, sum tað hevur gjørt undanfarnu árini, men talan hevur verið um støðuga framgongd eftir vánaliga byrjan á norðoyastevnu, og nú kann tað gott vera, at Sundabáturin fer at blanda seg upp í kappingina um sigrarnar.
Eina løtu leygardagin sá tað út til, at Sundabáturin skuldi hótta næstfremsta plássið hjá Tvørabátinum, men soleiðis tørnaði tað kortini ikki út, tí Tvørabáturin sýndi framúr endaspurt.
Tvørabáturin fór fyrstur um málið, tíðin var tann besta, sum nakað 6-mannafar hevur róð í Fuglafirði, og harvið endurtóku suðuroyingar tað, sum teir gjørdu á sundalagsstevnu, tá ið bæði Firvaldur við gentum og Tvørabáturin vunnu.
Riddarin er framvegis fremstur í FM kappingini og favorittur til at verða meistari. Men munurin er bara eitt stig, og tí verður einki avgjørt fyrrenn á Ólavsøku.
Róðurin í Fuglafirði vísti, at tað á Vestanstevnu í sandavági leygardagin mugu metast at vera tríggir bátar, ið fara at liggja framvið at vinna!