Vanlukkan hendi á ruskplássinum Dar es Salaam í einum útryðini av Conakry sunnunáttina.
Nógv regn hevði verið, tá ein stór mongd av ruski knappliga rapaði og skolaði oman yvir hús, sum standa tætt við ruskplássið.
Sambært AFP hava myndugleikarnir upplýst, at minst 30 fólk eru deyð.
Á myndum frá staðnum sæst, hvussu gravimaskinur arbeiða seg ígjøgnum tær ovurstóru mongdirnar av ruski, meðan bjargingarfólk og nógv lokal fólk eru á staðnum.
Vanlukkan hendi umleið klokkan trý um náttina lokala tíð. Tað hevði regnað illa, og ein stórur partur av ruskfjallinum rapaði niður á húsini kring ruskplássið.
Leitingin eftir fólki helt fram eftir vanlukkuna, og gravimaskinur vórðu settar inn fyri at grava ígjøgnum ruskið.
Dar es Salaam-ruskplássið liggur í einum fólkaríkum øki í Conakry, og hús standa heilt upp at stóru rúgvunum av burturkasti.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
/AFP/















