Fuglfirðingar fyri fyrstu ferð fremstar í Fuglafirði

Kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir megnaðu leygardagin tað í kappróðri, sum kvinnurnar í Fuglafirði ongantíð áður hava megnað í heimasjógvi

Kappróður

 

Tað var ikki hissini kapitul, sum leygardagin varð skrivaður í kappróðrarsøguni hjá fuglfirðingum.

Frá fyrsta taki var tað týðuligt, at tær á Erlu Kongsdóttir ætlaðu at seta eyka bluss undir stevnulagið í Fuglafirði. Erla Kongsdóttir og Frúgvin høvdu besta startin, og hesir báðir bátarnir lógu borð um borð allar túsund metrarnar.

Erla Kongsdóttir átti góðan endaspurt, og tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin ein hálv bátslongd. Sigurin hjá Erlu Kongsdóttir ber við sær, at Erla Kongsdóttir nú er á odda í FM kappingini

Móttøkan var ófør, tá ið Erla Kongsdóttir kom aftur á dráttin, og tað var ikki so undarligt. Hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at kvinnubáturin hjá fuglfirðingum vann á varmakeldu stevnu!

Fyrsta Erla Kongsdóttir varð smíðað veturin 1963/64. Niklas í Koltri, sáli, smíðaði, og tað kann gott vera, at hetta var seinasti báturin, sum hann smíðaði úti í Koltri.

Kvinnurnar í Fuglafirði vóru so mikið óførar umborð á Erlu Kongsdóttir í 1964, at tær vunnu FM heitið, tá ið tað eftir ólavsøku varð kappast á Skálafjørðinum. Hetta árið vann Erla Kongsdóttir fleiri róðrar, men tað eydnaðist teimum ikki at vinna í Fuglafirði. Á varmakeldu í 1964 var tað Ternan av Toftum, sum vann kappingina millum 5-mannafør við kvinnum.

Báturin, sum tær í Fuglafirði nú gera seg galdandi í, varð upprunaliga smíðaður sum Sílið hjá Havnar Róðrarfelag. Hetta var í 2002. Í 2007 varð báturin keyptur til Fuglafirðar, og í ár hevur gingið so mikið væl, at Erla Kongsdóttir nú er á odda í FM kappingini.

Tað hevur annars verið langt millum sigrarnar hjá fuglfirðingum í kappróðri. Einasti sigurin á varmakeldu frammanundan tí leygardagin varð vunnin 5. juli í 1997. Tá var tað 8-mannafarið Gullbrandur, sum vann. Hann var tá mannaður við monnum úr Funningsfirði og bygdunum har á leið.

Í 1964 fingu fuglfirðingar nýtt 10-mannafar. Besta árið við tí bátinum var í 1968, tá ið Fuglfirðingur vann FM.

Í nýggjari tíð hevur kvinnumanningin á Erlu Kongsdóttir bara vunnið eina ferð, áðrenn sigrarnar á norðoyastevnu, fjarðastevnu og ná á varmakeldu í ár. Tað var á fjarðastevnu í 1991, sum var í Kollafirði, at Erla Kongsdóttir, sum annars ikki stóð seg nakað serliga væl, vann.

Einki er at ivast í, at tað hevur havt árin í Fuglafirði, at kappróðurin nú hevur fingið betri umstøður. Kommunan eigur bygningin, har kappróðrarfelagið húsast. Men tað eru eldsálir í felagnum, sum hava fingið fígging til vega og hava innrættað hølini, so tey nú hava góðar umstøður til felagsarbeiði og venjingar.