Tosar seg heita um kappróður

Drúgvu royndirnar sum róðurskvinna á Páll Fanga komu væl við hjá útvarpskvinnuni Solby Eliasen, tá ið hon í summar óvæntað fekk uppgávuna at varpa út frá kappróðri á tveimum stevnum. - Eg hevði ilt í búkinum, men seinnu ferð gekk nógv betur, sigur hon

 

Higartil hava tað altíð verið menn, sum hava varpað út frá kappróði á stevnum og søkum, men á jóansøku og á vermakeldustevnu var tað ein kvinna.

Kvinnan var Solby Eliasen.

? Tað var ongantíð ætlanin, at eg skuldi varpa út frá kappróðrinum, men orsakað av sjúku, og tí fleiri fólk vóru til Oyggjaleikirnar, varð eg knappliga biðin, sigur Solby.

Hon hugsaði seg um eina góða løtu, áðrenn hon játtaði. Hon helt seg kortini til, tí hon kendi at kalla allar bátarnar og hevði sum heild stóra vitan um kappróður.

? Eg ivaðist stórliga í, um eg fór at megna uppgávuna, tí eg hevði ongantíð áður roynt slíkt. So væntaði eg eisini, at fólk fóru at sápla meg niður, tí tey eru so vanabundin og hava sína hugsan um, hvussu tað eigur at verða gjørt.

Fjálturstungin

Solby róði kapp í 12 ár, og hon kennir alt til, hvussu tað er at vera nervøs upp undir ein róður.

? Men eg havi ongantíð í lívinum verið so nervøs, sum eg var undan kappróðrinum á jóansøku. Tá ið tú rør, er tað bara ein róður, men her skuldi eg siga frá øllum róðrunum, og eg kláraði ikki at vera so nøkulunda rólig, fyrr enn bara tveir róðrar vóru eftir. Eingin trýr, hvussu móð eg var aftaná kappróðurin, sigur Solby.

Hon heldur ikki, at frásøgn hennara frá kappróðrinum á jóansøku var nóg góð. Hon rodnaði, tá ið hon hoyrdi sendingina aftur.

Á varmakeldustevnuni gekk betur, og aftaná skortaði ikki við rósandi orðum.

? Eg varð næstan rend um koll av øllum viðmerkingunum, sum komu, tí tað hevði eg als ikki væntað.

Góða hjálp

Solby sigur, at tað ikki minst var tað Ludvík við Stein fyri at takka, at tað gekk so væl. Hann var viðmerkjari á bátinum undir frásøgnini, og tá ið tað stóð fast hjá henni, tók hann yvir. Ludvík við Stein róði í fleiri ár við Eysturoyingi, og Solby var í 12 ár róðurskvinna, tey flestu árini á Páll Fanga. Tey bæði við hvør sínum kunnleika, styðjaðu væl hvørt annað væl.

? Tað var eitt ótrúliga gott hug­­skot hjá Suna Merkisstein at fáa Ludvík við umborð, tí tað ger frásøgnina meira livandi, tá ið tvey frásøgufólk eru, og frásøgnin snýr seg um annað og meira enn um bara sjálvan róðurin. Tað verður nú meira greitt frá um umstøðurnar hjá kappróðrinum og viðurskiftunum júst tann dagin, heldur Solby.

Krevjandi uppgáva

Hon heldur tað ikki vera sum at siga tað at skula siga frá kappróðri, tí tú skalt finna uppá okkurt at siga alla tíðina. Tað er lættari upp á ein máta, tá ið róðurin er spennandi, tí tá kemur nógv av sær sjálvum, men er eingin spenningur, mást tú finna upp á okkurt annað at siga, eitt nú um líkindi og annað. Ikki ber til at steðga.

Nú tað eydnaðist so væl á varmakeldustevnuni heldur Solby, at tað fyri ein stóran part snýr seg um at tora at sleppa. Vanliga skal eitt útvarpsfólk tosa sinniliga og róliga, men undir einari slíkari frásøgn mást tú tora at sleppa øllum tí, lata spenningin taka yvir á tær sjálvari. Tað er loyvt at rópa.

? Eg var í nógv ár róðurskvinna, og hetta var upp á ein máta tað sama. Tá ið róðurskvinnan sleppur, og rógvararnir seta á, so er bara at koyra á. Tað er upp á sama máta hjá frásøgufólkinum. Tá ið startskotið hevur ljóðað, skalt tú koyra á, til komið er á mál, sigur Solby.

Sjálvt um hon var nervøs upp undir frásøgnina á jóansøku, og hon ikki var heilt nøgd við avrikið, helt hon tað kortini vera stuttligt at sleppa at ynskja fólki vælkomin til kappróðurin. Tað var ein serlig kensla.

Uppvaksin við kappróðri

? Mín styrki er avgjørt, at kappróður hevur verið mítt eitt og alt, síðan eg var smágenta. Eg veit, hvat kapp­róður er, sigur Solby.

Tað hevur sína orsøk, at hon sum barn bleiv bitin av kappróðri. Tað var fast, at tá ið útvarpsmenningin kom norður til Klaksvíkar á norðoyastevnu, bjóðaði pápi hennara teimum altíð til døgurða undan róðrunum.

Tað var eisini fast, at tá ið kapp­róðurin var á norðoyastevnu, fóru Solby og systkin hennara við foreldrunum norður á Kósina til eina familju, sum tey kendu, at fylgja við róðunum.

Kappróðrarfólk burturav

Systir hennara róði við Páll Fanga í 1989 og 1990, og tann báturin var føroyameistari bæði árini.

? Eg noyddist at bíða, til eg var 15 ár. Tað var í 1992, og vit nakrar gentur í 9. flokki fóru og bóðu um at sleppa at rógva við Fípuni Føgru. Tað var leyst og liðugt beinanvegin, men eg fann skjótt útav, at árabløðrur og alt tað egnaði eg meg ikki til, so eg fór av. So var eg biðin um at koma við sum róðurskvinna, og tað var eg so líka til 2004. Onkra hendinga stevnu havi eg tó róð, sigur Solby.

Sum ítróttarfólk hevur hon hildið seg til kappróðurin. Hon royndi at spæla hondbólt og flogbólt, men bóltgenta var hon ongantíð. Heldur ikki svimjingin var hon.

Spennandi í ár

Solby heldur kappróðurin í ár vera sera spennandi. Tað er nógv stutt­ligt, at vinnandi bátar eru á so nógvum plássum í Føroyum, og at bara fáir róðrar eru avgjørdir frammanundan.

Um hon so fer sum útvarpsfólk ella ikki, fer hon á hvørja stevnu at hyggja at kappróðri.

Á ólavsøku verður tað neyvan Solby, sum fer at siga frá kappróðrinum. Bæði í fjør og í 2007 var hon á ólavsøku á málinum og segði frá.

– Tað dámdi mær ótrúliga væl, og har verður eg helst eisini í ár á ólavsøku. Og eg gleði meg til tann partin av ólavsøkuni, tí kappróðurin á ólavsøku er altíð nakað serligt, tí eisini bátar, sum ikki gerast føroyameistarar, vilja vinna á ólavsøku. Tað er ein sigur í sær sjálvum at vinna á ólavsøku, sigur Solby.

__________________________________