U-21 landsliðið er av álvara aftur á jørðini. Tríggjar teir fyrstu dystirnar í hesi EM undankappingini vunnu Føroyar fulla úrtøku. Fríggjadagin endaði tað í Klaksvík við 6-0 tapi ímóti fronsku úrmælingunum, og í kvøld á Tórsvølli endaði tað við, at Sveis vann 3-1.
Fyrstu løtuna skinklaði føroyska liðið eitt sindur, men eftir at gestirnir í 21. minutti og eftir horna løgdu seg á odda við góðum skoti úr 20 metrum, kom heimaliðið á lagið.
Sum tíðin leið í seinna hálvleiki spøkti møguleikin, at tað fór at eydnast føroyingunum at javna, hóast gestirnir vóru meiri á bóltinum, og í 77. minutti eydnaðist tað at javna. Sera eyðsýndi Áki D. Samuelsen legði við frísparki frammanfyri miðstrikuna í vinstru bóltin í brotsteigin, har miðverjin Ingi Arngímsson vann luftdystin við mótstøðumann, og so var innskifti Jóhan Josephsen kvikur, tá ið hann við høvdinum snittaði bóltin í málið.
Kæti í føroysku leguni, og fagnaðurin hevði ikki lagt seg, tá ið bólturin aftur lá í føroyska málinum. Uppspæli var í høgru, og Liam Chipperfield var púra leysur mitt fyri, tá ið hann úr 15 metrum setti bóltin í málið. Og so var tað bara eyka harmiligt, tá ið dómarin bríkslaði fyri at síggja bíligum brotssparki, sum Hans Jákup Arngrímsson í fyrsta umfari bjargaði, men bólturin støkk út aftur til Labinot Bajrami, sum var fyrstur á returbóltinum, og so staðfesti hann 3-1 sigurin.
Síðsti dysturin í ár verður mánadagin 17. november á útivølli ímóti Fraklandi.
Føroyar – Sveis 1-3 (0-1)
EM undankapping
Týsdagin 14. oktober 2025 kl. 18.00 á Tórsvølli
0-1: Dion Kacur 21.
1-1: Jóhan Josephsen 77.
1-2: Liam Chipperfield 78.
1-3: Labinot Bajrami 83.
Dómarakvartett úr Wales: Iwan Arwel Griffith, Daniel Beckett, Harry Hendricks og Bryn Markham-Jones (4. dómari)
Føroyar: Hans Jákup Arngrímsson – Bjarti Thorleifsson (Aron Benjaminsen, 88.), Ejvind Restorff Mouritsen, Ingi Arngrímsson, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Virgar Jónsson – Heini Fossdalsá Sørensen, Mattias Hellisdal (Dávid B. Andreasen, 82.), Árni Nóa Atlason (Hanus Højgaard, 82.), Áki D. Samuelsen – Dávid Reynheim (Jóhan Josephsen, 57.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rasmus Olsen, Jónas Prior, Aron Benjaminsen, Torkil Úlvur Jespersen Holm, Jógvan Kárason Gullfoss, Aron Reinert Hansen
Gult kort: Ingi Arngrímsson, Árni Nóa Atlason
Venjari: Ólavur Mikkelsen